fríggjadagur 16. august 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
9
Sunnudagin fylti havnarmaðurin úr Klaksvík, Hallstein Sigurðsson, seksti ár
Sunnudagin 11. august fór Hallstein Sig
urðsson í Havn um tey seksti. Hallstein er
kendur maður í Føroyum, sum hevur ver
ið virkin í ymsum felagsskapum. Í Ung
dómslandsfelagnum, í Føroya Ungdóms
ráð, í Sosialistiskum Ungmannafelag, í
Javnaðarflokkinum, í Norrønafelagnum
– og so var hann í út við ein mansaldur
postboð, fyrst í Havn, men seinni í Norð
streymi – til hann fór at standa fyri útber
ingini hjá Prentmiðstøðini, fyrst av Sosia
linum og Dimmalætting, men eisini av
øðrum prentlutum, sum Prentmiðstøðin í
nøkur ár bar kring landið alt í kapping við
almenna Postverk Føroya.
Sum eftirnavnið sigur, so er Hallstein
Sigurðsson klaksvíkingur. Hann er sonur
Margrethu, fødd Poulsen, av Eiði, og Sig
urð Sigurðsson av Húsum. Abbin í móður
ætt, Hans Jacob Poulsen, var fyrsti ting
maður Javnaðarfloksins, sum varð valdur
í Eysturoyar valdømi. Tað var í 1936. Men
hann doyði longu árið eftir í 1937.
Abbin í faðirætt var Jóin á Húsum.
Hann varð føddur í Vestmannaoyggjum í
Íslandi, og foreldrini vóru úr Mýrdalsvík.
Tá ið Jóin var sjey ára gamal, kom hann
við Geila Jákupi til Húsar, har hann vaks
upp, giftist og bygdi. Um 1930 fluttu tey til
Klaksvíkar, og harvið kom Sigurðsson eft
irnavnið til Klaksvíkar.
Pápi Hallstein, Sigurð, doyði longu í
1960, tá Hallstein var ársgamal. Og
mamman Margretha doyði í 2000.
Margretha og Sigurð fingu átta børn:
Jóin (1940-2016), Hans Jacob (1941), Alfons
(1943), Torleif (1946-2008), Thorbjørg (1949),
John Tórur (1950), Terji (1956) og Hallstein
(1959).
Hallstein Sigurðsson eigur sonin
Trónd og stjúksonin Rana.
Hóast klaksvíkingur, so hevur Hall
stein verið havnarmaður nú í eini 40 ár.
Tað var longu í 1984, at Hallstein Sigurðs
son stillaði upp til løgtingsvalið sum um
boð fyri SU, Sosialistiskt Ungmannafelag.
Væl gekst, hóast hann ikki rakk upp um
tinggáttina – sum var lutfalsliga tung at
røkka hjá einum ungdómsvalevni í val
skipan við sjey valdømum. Javnaðar
flokkurin hevði tveir sterkar tingmenn í
Suðurstreymoyar valdømi, sum vóru
tungir at syfta. Øðrvísi er í dag við einum
valdømi, har tú sum valevni hjá Javnaðar
flokkinum á seinasta vali bert skuldi
verið innan fyri tey fremstu 15 fyri javnan
at hava sæti á tingi.
Hallstein hevur eisini roynt seg á bý
ráðsvali, og hevur hann havt fótin innan
fyri nakrar ferðir. Men betur gekk, tá
hann læt staffettina víðari til sonin,
Trónd Sigurðsson, sum í løtuni er fyrst
valdi býráðslimur í Havn, valdur fyri
Javnaðarflokkin við ikki færri enn 676 at
kvøðum.
Sum vit nevndu omanfyri, so hevur
Hallstein verið ógvuliga virkin í ymsum
mentanarligum arbeiði. Í hesum hevur
verið nógv norðurlendskt samstarv, og
Hallstein er tað vit kunnu kalla ein ordi
ligur nordistur. Tí endaði hann eisini sum
formaður í Norrønafelagnum í Føroyum.
Hann kennir nógv fólk í øllum norður
londum, og hann er upp á fornavn við
nógvar kendar politkarar, sum hann hev
ur lært at kenna í ungdómsarbeiðinum
undir Norðurlandaráðnum og í politisku
skipanini, har hann hevur vinir úr at kalla
øllum flokkum.
Hallstein býr í dag saman við Onnu
Doris Mørkøre, sum er av Eiði, í vestur
býnum í Havn. Men sum tann nordistur
hann er, so hevur hann eisini dvalt í
Grønlandi í nøkur ár. Tí fyri seks árum
síðani valdi hann at flyta til Grønlands at
arbeiða. Sum tann royndi maðurin innan
postvirksemi, hann var, fekk hann starv
sum deildarleiðari hjá grønlendska post
verkinum, Post & Tele, í grønlendska
høvuðsstaðnum Nuuk.
Við Sosialin, sum hevði samrøðu við
hann, tá hann fór avstað, segði hann so
leiðis:
– Eg havi altíð droymt um at læra og
liva í eini aðrari mentan. Eg fari ikki, tí eg
eri troyttur av Føroyum, men nú havi eg
fingið ein møguleika, ið eg vil sleppa at
royna...
– Men nú skulu vit minnast til, at hetta
er ikki forever, men snýr seg um trý ár. Eg
komi heilt sikkurt aftur til Føroya, tað
skal eingin ivi verða um tað, sigur Hall
stein Sigurðsson.
Og Hallstein er tíbetur komin aftur, og
tað kunnu vit øll fegnast um og ynskja
Hallsteini hjartaliga tillukku við degnum
og ynskja eina góða og hugnaliga veitslu
leygarkvøldið!
Vinur
Hallstein Sigurðsson seksti
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Kom við og verj Føroyar!
Bert tú og eg kunnu steðga antikristiligu ætlanum
teirra, við atkvøðu okkara h. 31. august!
“Vit skulu ikki vekk frá nakrari glíðibreyt í føroyskum politikki, stríðið
heldur fram hvønn dag- og broytingin í hjúnarbandslógini var eitt stig
á vegnum, men enn væntar nógv”.
So greið eru boðini frá tjóðveldisflokkinum, borin fram av “einari” av
teirra valevnum í miðlunum í vikuni!
Greið tala, men er svar títt og mítt eins greitt!
Spurningurin mín er serliga til tey trúgvandi, sum hava lyndi at halda,
at vit í Miðflokkinum gera ov nógv av í ávarðingum okkara um ætlanir
samgonguflokkanna.
Hvussu kanst tú verja at geva hesum flokkum, fremst av øllum
Tjóðveldið, Framsókn og Javnaðinum, tína atkvøðu at umsita?
Er tíðin ikki komin at hálsa um og koma við at verja Føroyar- landið,
sum eftirkomarar okkara skulu liva í, eftir at vit eru farin hiðani?
Tað verður ikki lætt, um vit, ættarliðið undan teimum svíkja, og lata til
standa!
Tí hóttanirnar halda fram í greinini, har tey boða frá ætlanum um
broytingar eftir valið, m.a.:
•
fólk av sama kyni skulu kunna gerast “viðforeldur”.
•
“samkyndar” kvinnur skulu fáa sama møguleika at fáa ókeypis
ísáðing umvegis føroyska heilsuverkið.
•
“kynslig sannføring og samleiki” skulu verða umfevnd av føroysku
hate crime lógini.
•
“samkyndir” menn skulu kunna geva blóð í Føroyum.
•
tað skal verða loyvt at “skifta kyn” í Føroyum uttan at gelda.
•
atgongdin til góða
heilsuráðgeving viðvíkjandi
“kynsligum samleika” og
møguleika fyri biologiskum
“kynsskifti” skal gerast
betri enn í dag.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Vangamynd
SITAT
Trygd teirra, ið taka ímóti
blóði, má verjast.