Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 10 LØGTINGSVAL MENNING OG SJEY TJÓÐARMÁL Nýggja slagorðið hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið er “Menningin loysir seg”. Lítið varð sagt um fullveldi og loysing, men ístaðin vóru tað sjey tjóðarmál, ið flokkurin legði dent á FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO T að var Høgni Hoydal, for­maður í Tjóðveldi, ið legði fram valskránna í hølunum hjá Tjóðveldi í Niels Finsensgøtu, grannahúsini hjá Javnaðarflokkinum. Valskráin er í tveimum, ein stutt og ein drúgv. Tann drúgva hevði heili 17 punkt, meðan tann styttra hevði sjey punkt. Høgni Hoydal nýtti tó stóran part av tíðini at vísa á, hvat Tjóð­ veldi og ver­andi samgonga longu hava loyst saman, sum til dømis ein fram­skygdan fíggjarpolitikk, eitt sameint sjúkrahús og at pen­ sjón­istar hava fleiri pengar um hendi. Síðani vísti hann á nøkur av teimum stórmálum frá verandi sam­gonguni, sum enn eru í menn­ing, sum hann kallaði tað: fiskivinnunýskipanin og ym­ iskt innan mentanarøkið, sum til dømis at útbyggja musikk­skúla­ skip­anina, nýtt Fróð­skap­ar­setur og Tjóðleikhús. Ynskja at halda fram við C og F Tá ið tosað varð um samgongu­ møgu­leikar, so var týðiligt, at Høgni Hoydal ynskti at halda fram við verandi samgongu. – Vit hava havt gott samstarv við teir flokkar, ið vit eru í sam­ gongu við. So tað er eitt gott boð at halda fram saman við verandi flokkum, segði Høgni Hoydal. Men hann útihýsti heldur ikki aðrar samgongumøguleikar. – Vit mugu síggja, hvat val­úrs­ litið verður. Men vit útihýsa ikki nakran flokk, vit kunnu samstarva við allar, men vit kunnu útihýsa politikkin hjá onkrum flokki, segði Høgni Hoydal. Hann vil tó hava tjóðveldis­pol­ itikk við í eina nýggja samgongu. – Vit mugu fáa okkara politikk við í eina samgongu. Treytin er at halda fram á fullveldisleið, segði formaðurin. Menning ella fullveldi? Undir framløguni varð ikki nógv tosað um fullveldi og loys­ing, sum hava verið nøkur av høv­ uðs­orðunum í valskráunum hjá Tjóð­veldi í nógv ár. Men tá ið for­maðurin fekk spurningar um hetta aftaná, so var hann tó greið­ ur. – Nei, vit arbeiða fram móti før­oyskum fullveldi og at skipa Føroyar sum eina sjálvstøðuga tjóð. Ríkisveitingin er minkað, og vit hava harvið gjørt klárt til, at Føroya fólk kann taka eina avgerð um framtíðarstøðu sína sum eitt sjálvstøðugt fólk. Vit hava ongantíð verið so sjálvberandi og so nær sjálvbjargni, sum vit eru nú, segði Høgni Hoydal. – Vit hava framt stórar ábøtur seinastu fýra árini og fingið eitt javnari samfelag. Menningin loysir seg. Vit eru á veg móti einum sjálvstøðugum, sjálvberandi og samhaldsføstum Føroyum. Vit halda fram at menna Føroyar. Og øll tøk, sum eru tikin á sjálvstýris- og sjálvbjargnisleið hava loyst seg. Men menningin tekur tíð, segði Høgni Hoydal. Nú eru ikki nógv mál eftir at yvirtaka, men hesi mál vónar Tjóð­ veldi at fáa yvirtikið í komandi tíð. – Dómsvaldið, politivaldið, utt­ an­ríkismál, loftferðslumál og at fáa skipa lestrarstuðul til før­oy­ ingar, sum lesa uttanlands, eru málini, ið vit ætla at fáa yvirtikið. Vit eru á leið móti einum frælsum Føroyum, segði Høgni Hoydal. Barsil upp í trý ár Umframt hesi nevndu ting, ætlar Tjóðveldi eisini at taka tey 17 heimsmálini hjá ST til sín, at skapa størri rásarúm til barnafamiljur, at veita møguleika at hava barsil upp til trý ár, at leggja áherðslu á heilsufremjan og fyribyrging, at fáa fleiri vardar íbúðir, at fáa real­kreditt­lánsbrøv, at komm­ unur fáa loyvi at byggja eldra- og lutaíbúðir, at fáa lendis­ plan­leggingarlóg, at stytta um arbeiðs­vikuna, at menna sam­ ferðslu­møguleikarnar til útoyggj og smá­pláss, at fáa tunnil Norður um Fjall og Fámjinstunnil og nógv annað. 31 á listanum Á listanum hjá Tjóðveldi standa í løtuni 31 valevni, men Høgni Hoydal segði, at "arbeitt verður við onkrum í løtuni", so væntandi verða fleiri valevni at síggja á list­ anum áðrenn valið. Tjóðveldi: Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi Mynd: Álvur Haraldsen