Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 11 TJÓÐARMÁL Valskráin hjá Tjóðveldi – tey sjey tjóðarmálini – eru mál, sum flokkurin hevur sett fær fyri at fáa framt, skuldi flokkurin komið aftur til valdið. Samstundis sigur flokkurin, at í summum málum er neyðugt at leggja partapolitikk og seráhugamál til síðis, og so standa saman um at loysa trupulleikar fyri tjóðina, sum sagt verður. Í stuttum eru tey sjey tjóðarmálini hesi: 1 Í Føroyum skulu øll kunna fáa bústað: Tjóðveldi vil, at allir avvarðandi partar semjast um at byggja 500 bústaðir aftrat, bæði sum leiguíbúðir og lutaíbúðir. 2 Alt landið skal fáa gagn av ferðavinnuni:  Allir føroyingar skulu hava rætt til at ferðast í hagum í Føroyum, men ferðavinnan eig­ ur at vera burðardygg og leggja pengar eftir seg um alt landið. 3 Vit skulu menna eina før­oyska viðgerðar­ trygd:  Tjóðveldi vil fáa fleiri serlæknar til Før­ oya, fáa eina føroyska við­gerð­ ar- og útgreiningartrygd. 4 Grøn orka fer at vinna í longdini:  Flokkurin vil, at frá 2022 skulu nýggj sethús lúka krøv um grøna orkuveiting. Flokkurin vil eisini, at fyritøkur, sum gera íløg­ur í orkuvinarlig skip og reiðskap, skulu fáa fyrimun. 5 Føroyskar loysnir skapa frælsi í familju­lív­in­ um:  Tjóðveldi vil, at vit fara undir at stytta um arbeiðsvikuna hjá teimum, sum starvast í vakttungum størvum. 6 Eitt sterkt vinnulív er bul­urin:  Føroyar skulu ger­ast munandi meira sjálvveitandi við mat­ vør­um sum mjólkaúrdrátti, grøn­meti, kjøti og sjómati, og vilja vit í hesum sambandi skapa eina nútímans jarðar- og land­ bún­aðarlóggávu. 7 Vit skulu virka og liva allastaðni í Før­oy­ um:  Tjóðveldi vil, at vit seta Suðuroyartunnilin á skrá eins og fleiri aðrir tunlar. Broddurin tikin av loysingar­ retorikkinum Loysingarretorikkurin var munandi niðurtónaður í mun til fólkatingsvalið, tá ið Tjóðveldi týsdagin legði fram valskránna til komandi løgtingsval STEINAR PATURSSON   L oysingin í sjálvum sær fær ikki innivist millum tey sjey tjóðarmálini, sum eru í valskránni, men víst verður til, at arbeiðast skal framhaldandi fram móti einum meira sjálvstøðugum og sjálvbjargnum samfelag. Høgni Hoydal vildi vera við, at "einar sjálvstøðugar Føroyar við somu rættindum til øll er okkara høvuðsmál". Undir fólkatingsvalstríðnum æt herrópið "Um ikki nú, nær?" og "um ikki vit, hvør?", og hóast hesi herrópini ongastaðni eru at síggja, hvørki til framløguna ella í valskránni sjálvari, so legði Høgni Hoydal fleiri ferðir dent á, at Føroyar hava ongantíð verið so sjálvbjargnar, sum tær eru í dag, og at væl er á veg móti einum "sjálvbjargnum og sjálvberandi Føroyum". Ítøkiliga vísti Høgni Hoydal á, at í komandi valskeiði skal ábyrgd takast av teimum málsøkjum, ið framvegis ikki eru komin undir føroyskar hendur, og at lestrarstuðul skal veitast teimum, ið eisini lesa uttan fyri Føroyar. Samstundis skuldi ríkisveitingin lækkast, nú tíðirnar eru góðar. Fullveldissáttmáli við Danmark Eisini segði Høgni Hoydal, at í tilgongdini móti føroyskum fullveldi skal gerast ein fullveldissáttmáli í samráð við danskar myndugleikar, har samstarv skal ásetast um gjaldoyra, rættindini hjá borgarum í báðum londunum, hægstarætt og annað, ið síðani skal leggjast til fólkaatkvøðu í Føroyum. Føroyska stjórnarskipanin er eisini sloppin á baksetrið í valskránni, har hon er nevnd bert eina ferð: "Vit samtykkja okkara egnu føroysku stjórnarskipan á fólkaatkvøðu." Tá ið hann varð spurdur um hetta, segði Høgni Hoydal, at ein føroysk stjórnarskipan er framvegis týdningarmikil, men at stjórnarskipanin er eitt felagsmál, ið krevur undirtøku frá fleiri flokkum. Skatta­ lætti til lág- og miðal­lønt Eitt av nýggju valevnunum hjá Tjóðveldi er kenda tíðindakvinnan Beinta Løwe. Verður hon vald, vil hon arbeiða fyri skattalætta til lág- og miðallønt FRANTS JENSEN B einta Løwe er kend sum vertur í Degi & Viku – serliga tá ið kjak er millum politikarar. Hon er ein, ið ofta hevur roynt at kroyst politikarar í ein krók, tá ið teir eru ógreiðir í sínum svarum. Hon var millum annað vert­ ur í valsendingunum í sjón­ varp­inum til fólka­tings­valið 5. juni. Beinta Løwe hevur nú fingið starv á Glasi, har hon undirvísir í samfelagsfrøði. Fyrr í summar gjørdist tað greitt, at hon stillaði upp til løgtingsvalið. – Eg stilli upp, tí eg haldi, at tað er umráðandi, at ger­andis­ dagurin hjá fólki sæst aftur í ar­ beiðinum í løgtinginum, sigur Beinta Løwe. Hvussu verður tað, nú at vera hinumegin mikrofonina? – Tað er sjálvandi nakað heilt annað. Áðrenn skuldi eg seta spurningarnar, men nú skal eg hava svarini, so tað er ein øðrvísi, men eisini spennandi leiklutur. Tað er undarligt, at eg nú brádliga sleppi at siga mína meining. Tað slapp eg jú ikki frammandundan. Tað má eg venja meg við, sigur Beinta Løwe. Hvørji eru tíni hjartamál? – Føroyar skulu vera fyri øll, og ikki bert fyri tey útvaldu. Tað má bera til at liva av einari vanligari løn. Eg vil arbeiða fyri at fáa gerandisdagin hjá vanligum fólki inn í polit­ ikkin. Tað er gjørt alt ov lítið fyri miðal- og láglønt, til dømis sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsurøktarar og hjálparar, tímalønt og onnur. Eg hoyri sjálv til hendan fakbólkin. Eg havi fylgt sera væl við í politikki, og eg haldi, at tey síðstu 10 árini er sera lítið gjørt fyri hesar bólkarnar. Eg fari at arbeiða fyri, at hesi skulu fáa meira burturúr við at vera á arbeiðsmarknaðinum, millum annað við at geva ein skattalætta til hendan fak­ bólkin.