Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 12 LØGTINGSVAL Orkuskiiftið skal gerast lættari og bíligari fyri føroyska borgaran ÁRNI GREGERSEN S um hinir flokkarnir, sum hava lagt valskráirnar fram, so fyllir grøna orka eisini nógv hjá Sjálvstýri. So nógv at flokkurin fer at seta 400 milljónir krónu av til orkuskiftið og tað skal koma føroysku borgarunum til góðar. - Vit havva tosað nógv um SEV og tær stóru umleggingarnar, men tað er alneyðugt at vit fáa orkuskiftið rótfest hjá føroyska borgaranum. Tað er avgerandi fyri, at hettta skiftið eydnast, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri. Sjálvstýri hevur eisini í síni valskrá ætlanir um at seta eitt orkumálaráð á stovn, sum kann taka sær av at gera Føroyar til reiðar til eina grøna leið. -Um hetta skal vera eitt nýtt ráð ella um hetta skal leggjast afturat einum av teimum vit hava, hava vit ikki tikið støðu til, men vit halda ikki at hetta skal liggja saman við einum so tungum ráð, sum heilsuverkinum, sigur Jóvan Skorheim. Í sínari framløgu í gjár vísti hann á, at nógv kann gerast, so orkunýtslan á landi minkar. Tað kann gerast við at hús verða hitað uppá annan máta enn í dag, men tað kann eisini gerast við, at nógv av okkara gomlu húsum verða bjálvað betur enn tey eru nú. Viðvíkjandi flutningi, so heldur Sjálvstýri ikki, at vit ikki skulu hava bensin ella dieselbilar í Føroyum eftir 2030. Flokkurin heldur eisini, at landið skal seta krøv til skip, bæði tá ið tað smýr seg um útlát og um óljoð ella gang. Fiskivinnan Sjálvstýrisflokkurin vísir í val­ skránni á, at alivinnan hevur blóma seinnu árini og sigur, at orsøkin er fyrst og fremst, at hendan vinnan hevur havt trygg­ ar og góðar karmar at arbeit undir. Viðvíkjandi fiskivinnuni sigur flokkurin, at nýggjar íløgur ikki eru gjørdar í fiskivinnuna seinnu árini og hetta er eftir floksins meining, tí at viðurskiftini hava verið ótryggari í fiskivinnuni. Tá ið hugsað verður um, hvønn flokkurin møguliga fer í sam­ gongu við eftir eitt val, so sig­ur formaðurin, at tað vil hann ikki leggja seg fastan uppá nú. Hinvegin sigur hann, a t skal flokkurin við í eina samgongu, so skulu fleiri broytingar gerast í fiskivinnuni. - Og tað sær í hvussu so er soleiðis út, at tað verður tor­ført at flyta flokkarnar, sum gjøgn­ um­førdu lógina um fyrisiting av sjófeingi, so tað er meira nær­ liggj­andi at hugsa, at flokkurin fer at tosa við teir flokkar, sum hava sitið í andstøðu í seinasta val­skeiðið, sigur Jógvan Skorheim. Hann leggur afturat, at menn­ ing­arkvoturnar skulu burt­ur og tað sama skulu upp­boðssølurnar av fiski­rætt­indum, sum hava verið hesi seinastu árini. Flokkurin sigur eisini, at talan skal vera um átta til 12 ára loyvir og einum hóskandi ásettum til­ feingisgjaldi. Minimalnormering Flokkurin kemur eisini í val­ skránni inn á tey bleytaru virðini. Flokkurin heldur, at í an­sing­ar­ stovnum fyri børn, skal ásetast ein minimumsnormering, so tað altíð eru í minsta lagi so ella so nógvi vaksin at ansa teimum ungu. Flokkurin heldur ikki, at hetta Sjálvstýrisflokkurin: ORKUMÁLARÁÐ OG UMHVØRVIÐ Á BREDDANUM HJÁ SJÁLVSTÝRI