fríggjadagur 16. august 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
13
- Allir føroy
ingar skulu fáa
eitt borgarakort
Hetta kortið skal tryggja
føroyingum atgongd til
føroysku náttúruna
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
S
jálvstýri roknar við
einum stórum vøkstri
í ferðafólkatalinum
komandi árini. Tí ætlar
flokkurin at gera ítøkilig átøk
fyri at fokusera meira uppá at
tilrættisleggja ferðavinnuna
heldur enn at marknaðarføra
Føroyar sum ferðavinnumál.
Í hesum sambandi er ætl
anin at innføra eitt náttúru
verndargjald á 100 krónur fyri
hvørt ferðafólk. Hetta gjaldið
skal sambært flokkinum geva
8 milliónir í landskassan ár
liga, og hesir pengarnir skulu
brúkast til at verja náttúruna.
Sjálvstýri leggur serligan
dent á smáplássini og útoyggj,
tí hesi støðini eru undir serliga
stórum trýsti. Jógvan Skor
heim vísti á tíðindafundi í áðni
á, at hesi økini fáa nógv ferða
fólk hvørt ár, men økini fáa ikki
nakra serliga inntøku burturúr
ferðafólkunum. Tí er tað ein
sjálvfylgja, sambært Sjálvstýri,
at útlendingarnir skulu gjalda
fyri at uppliva oyggjarnar.
Gjaldið kann vera við til at
fíggja og betra um eitt nú
infrakervi, net, ljós, lendingar
og annað viðkomandi á smá
plássunum.
Fyri at skipa hetta ætlar
Sjálvstýri at geva øllum før
oyingum eitt sokallað borg
arakort, ið gevur føroyingum
serlig rættindi at ganga frítt í
haga og fjøru. Men hetta kortið
skal bara vera fyri føroyingar,
sum búgva og virka í Føroyum.
Tað vil siga, at um tú flytir til
Danmarkar í morgin, so skalt
tú gjalda fyri at koma í hagan
í næstu viku. Ætlanin er tó
at gera undantøk fyri eitt nú
lesandi uttanlands.
Eingin kvinna
stillar upp
Tað hevur ikki eydnast
Sjálvstýri at fáa nakra
kvinnu at stilla upp
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
H
igartil standa 11
fólk á vallistanum
hjá Sjálvstýri, sum
fyri løtu síðani
legði sína valskrá fram. Men
eingin kvinna stillar upp fyri
Sjálvstýri hesa ferð - bara
menn.
- Tað hevur verið ein øgiliga
stór avbjóðing at fáa kvinnulig
valevni. Vit hava roynt at
ringt til fleiri kvinnur og heitt
á tær um at stilla upp, men
tað hevur ikki eydnast, segði
Jógvan Skorheim, formaður í
Sjálvstýri.
Hann metti ikki, at orsøkin
var, at kvinnur ikki kendu
seg aftur í politikkinum hjá
Sjálvstýri. Her vísti hann á eina
veljarakanning, sum vísti, at
meginparturin av veljarunum
hjá Sjálvstýri eru kvinnur.
Jógvan Skorheim legði
aftrat, at øll valevnini ikki eru
kunngjørd enn, tí vallistin ikki
er heilt klárur enn. Hann segði,
at vit leygardagin kunnu rokna
við, at onkur nýggj valevni vera
á vallistanum.
fer at verða serliga dýrt, tí í fleiri
kommunum er normeringin í lagi.
Flokkurin sigur eisini, at tað
sama eigur at verða gjørt, tá ið
talan er um tey eldru, sum eru á
stovnum.
- Tað er avgerandi í báðum
endum, at vit hava nóg mikið av
fólki at taka sær av teimum, sum
samfelagið átekur sær at ansa, so
tað er neyðugt, at vit áseta, at í
minsta lagi so ella so nógv skulu til
at ansa fimm fólkum, sigur Jógvan
Skorheim.