fríggjadagur 16. august 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
14
LØGTINGSVAL
Trý av teimum ítøkiligu vallyftunum,
sum Sambandsflokkurin fer til val uppá,
er viðgerðartrygd til øll innan 30 dagar, at
grundupphæddin hjá pensjónistum skal hækkast
við 580 krónum, og at barnafrádrátturin skal
hækka við 2000 krónum fyri hvørt barnið
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
T
að var Bárður Nielsen,
formaður í Sambands
flokkinum, sum legði
valskránna hjá flokk
inum fram í Smæruni í Havn
mikudagin.
Vallyfti á sosialu síðuni
Tað er serliga innan tey meira sosi
alu økini, at flokkurin roynir at
dyrgja eftir atkvøðum. Valtilfarið
var heldur ikki bara í tí vanliga bláa
litinum, men tann reyði liturin, ið
vinstraflokkarnir ofta nýta, var
eisini at síggja í valtilfarinum
– Sambandsflokkurin hevur
altíð verið ein sosialliberalur
flokkur, har vit eisini leggja dent
á tey sosialu økini, segði Bárð
ur Nielsen, tá ið hann svaraði
upp á fyrispurning, um Sam
bandsflokkurin var vorðin meira
vinstrahallur.
– Øll skulu koma í viðgerð.
Ongin skal bíða í longur enn 30
dagar fyri at koma í viðgerð. At fáa
viðgerðartrygd er eitt tað fyrsta,
vit skulu gera, um vit koma til
valdið, segði Bárður Nielsen.
Hann vísti á, at tað er tann
læknaligi førleikin, ið má avgera,
hvør fær viðgerð í Føroyum, og
hvør skal hava viðgerð uttanlands;
tað vil flokkurin ikki blanda seg
uppí. Hann segði seg eisini vita,
at systirflokkurin hjá Sambands
flokkinum, Vinstri, gongur inn
fyri, at føroyingar kunnu fáa við
gerðartrygd, og hann helt ikki, at
danski Javnaðarflokkurin fór at
siga nei.
Sambandsflokkurin hevði ikki
nakrar neyvar útrokningar, hvat
tað fer at kosta at seta viðgerð
artrygd í verk.
– Eg veit ikki prísin. Mítt besta
boð er tað, sum formaðurin í
læknafelagnum kom við, og tað er
300 milliónir krónur, segði Bárður
Nielsen.
Prísur á vallyftum
Sambandsflokkurin vil eisini
hækka barnafrádráttin við 2000
krónum fyri hvørt barnið og
grundupphæddina hjá pensjón
istum við 580 krónum.
Roknistykkið fyri vallyftini
sær soleiðis út:
– Viðgerðartrygdin fer at kosta
30 milliónir krónur um árið,
barnafrádrátturin 25 milliónir
krónur og grundupphæddin 55
milliónir krónur, segði Bárður
Nielsen.
Í sambandi við inntøkur til
landskassan ynskir Sambands
flokkurin, at eitt prosent av
rakstrinum, sum svarar á leið til
60 milliónir krónur um árið, fara
til raðfestingar.
Hóast vit hava havt sera
góðar tíðir í Føroyum síðstu
árini, so heldur Bárður Nielsen
ikki, at tíðin er komin at lækka
ríkisveitingina.
– Tilsamans fáa vit 1 milliard
krónur í ríkisveiting. Men yvir
skotið í fíggjarætlanini er ikki
nærnámind tí. Tað er bara 1,5 pro
sent av BTÚ. Tíðin er ikki búgvin
at lækka ríkisveitingina, segði
Bárður Nielsen.
Tað privata skal sleppa
til á orkuøkinum
Tað vóru eisini onnur vallyfti,
men tey helt formaðurin ikki fara
at kosta landskassanum nakað
serligt. Her sipaði hann millum
annað til, at um tað privata sleppur
til á tí grøna økinum, so skulu tey
eisini koma við íløgunum.
– Vit skulu liberalisera elveit
ingarøkið, so at vit skilja netið
frá. Privatir aktørar sleppa ikki
til í dag, men teir skulu hava
møguleika at sleppa til og fram
leiða inn á netið hjá SEV. Tað gevur
kapping. Tey privatu feløgini hava
fult av hugskotum, og tey vilja
eisini gjalda fyri tað. Tað síggja
vit, nú prísurin er farin niður í
helvt í mun til fyri 10 árum síðani
og er lækkaður um 20-30 prosent
í mun til fyri trimum árum
síðani. Føroyar skal vera grønari,
og vit mugu seta ferð á at fáa
grøna orku. Tað er heilt vist, at
samfelagið fer at spara milliardir
við tí grøna politikkinum, segði
Bárður Nielsen.
Tað eru kommunurnar, ið eiga
SEV, og tað er ikki vist, at tær eru
so sinnaðar at lova teimum privatu
inn á netið. Bárður Nielsen heldur,
at tosast má við kommunurnar,
men hann er tó ikki sinnaður, at
landið ognartekur SEV, fyri at
fáa sín vilja ígjøgnum á hesum
økinum.
Tvinga ikki
kommunur saman
Í sambandi við tað kommunala
økið, so hevur Johan Dahl, val
evni hjá Sambandsflokkinum,
róð fram undir, at neyðugt er at
tvinga kommunur saman, so vit
fáa størri og sterkari kommunal
økir, sum megna størri uppgávur.
Bárður Nielsen vil tó ikki tvinga
kommunur saman við lóg.
– Vit ganga ikki inn fyri at
tvinga kommunur saman. Men
tað er ynskiligt, um tað vóru fleiri
sjálvbodnar kommunusaman
leggingar. Tað er tíverri ikki hent,
segði Bárður Nielsen.
– Í dag er munur á kommunum.
Til dømis nú eldraøkið varð lagt út.
Um vit skulu leggja fleiri uppgávur
út á kommunurnar, so er tað ein
fortreyt, at vit skulu hava størri
kommunalar eindir ella størri
kommunal samstarvsøki. Tað
skal ikki vera so, at tænasturnar
eru ymiskar í miðstaðarøkinum
í mun til kring landið. Tað skulu
vera eins tænastu kring alt landið,
segði Bárður Nielsen.
Samríkisflokkur
Formaðurin í Sambandsflokk
inum nýtti annars føgur orð, tá
ið hann lýsti, hvat høvuðsmálið
í valskránni hjá Sambandsflokk
inum er:
– Vit skulu hava eitt samfelag
í serflokki skilt á tann hátt, at vit
skulu skapa framtíðarmøguleikar,
soleiðis at vit fáa ment og útbygt
og tryggjað føroyska búskapar
vøksturin komandi árini, fyri at
tryggja ta føroysku vælferðina
og hava ráð til at varðveita og út
byggja vælferðina, segði Bárður
Nielsen.
Hann legði eisini dent á tað,
sum Sambandsflokkurin millum
annað er kendur fyri og skilir
seg út í mun til aðrar flokkar,
nevniliga eitt tætt tilknýti til
Danmark.
– Sum tann einasti samríkis
flokkurin vilja vit útbyggja og
menna ríkisfelagsskapin, taka
av marknaforðingar, so at møgu
leikar hjá føroyingum verða
víðkaðir til dømis innan útbúgv
ing, arbeiði og bústað. Við ríkis
felagsskapinum kanst tú røkka
heilt frá Miðalhavinum og norður
til Norðpólin, segði Bárður Niel
sen.
– Vit eru einasti flokkur, sum
vil varðveita og útbyggja ríkis
felagsskapin, tí vit meta, at hetta
gevur Føroyum og føroyingum
møguleikar. Tí eiga vit at hjúkla
um felagsskapin, segði Bárður
Nielsen.
Sambandsflokkurin:
Viðgerðartrygd,
hægri pensjón og
barnafrádrátt