fríggjadagur 16. august 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
15
Fara ikki í samgongu
sum luktar av fullveldi
Sambandsflokkurin er opin fyri
øllum samgongumøguleikum, tá ið
valúrslitið er klárt 31. august
– Vit eru ikki útihýstir av nøkr
um og vit ætla okkum ikki
at útihýsa nakran. Vit fara í
ta samgongu, har vit fáa ført
okkara politikk, segði Bárður
Nielsen.
Hann vildi ikki siga, hvørt
honum dámdi betur at sam
starva tann reyða ella bláa veg
in, men hann váttaði kortini, at
tað ikki kemur upp á tal at fara
í eina samgongu, ið ynskir full
veldi.
– Vit eru opnir fyri øllum
møguleikum, men vit fara ikki í
eina samgongu, ið luktar av full
veldi, segði formaðurin, Bárður
Nielsen.
Hann vísti eisini á, at tað
er týdningarmikið at fáa eina
meirilutasamgongu, sum er
arbeiðsfør.
Sambandsflokkurin stillar
við einum liði á 29 valevnum. 19
menn og 10 kvinnur.
Tunnilsgjald skal
ikki vara ævigt
Borgarstjórin í
Vága kommunu,
Eyðdis
Hartmann
Niclasen,
vil arbeiða
fyri at fáa
tunnilsgjaldið
avtikið og at
fáa skipað
ferðavinnuna
FRANTS JENSEN
– Eg varð spurd um at stilla upp
fyri flokkin. Nú eg havi sitið
sum borgarstjóri í góð tvey ár,
kenni eg eitt sindur meira til
politiska spælið, so helt eg, tað
vera upplagt at royna hetta
eisini, sigur Eyðdis Hartmann
Niclasen.
Hvørji eru tíni hjartamál?
– Tað er millum annað
samferðslukervið. Vit mugu
arbeiða víðari við viðlíkahaldi
av vegakervinum og tunlum.
Tað hevur verið nakað av kjaki
av niðurgjaldi av Vága- og
Norðoyatunlunum. Eg haldi ikki,
at vit skulu hava eitt ævigt gjald
á teir undirsjóvartunlar, ið hava
verið boraðir og verða boraðir.
Eg haldi, at vit skulu hyggja
eftir norska modellinum, har
tað var greitt, at útjaðarin hevði
eina trupla farleið, og at landið
visti, at tað ikki hevði ráð til at
gera hesar tunlarnar. Avtalað
varð so gjørd um, at til bar at
fáa ein tunnil, um staðbundna
økið við tunnilsgjaldi var við til
at gjalda lánið niður í mesta lagi
yvir 15 ár. Hetta eigur eisini at
verið galdandi í Føroyum. Nú
er landið rættiliga væl útbygt,
men tunnilsgjald skal ikki vera
ein nýggj inntøkukelda hjá
landinum. Borgararnir skulu
hinvegin fáa loyvi at búseta
seg har, sum teir vilja, og arbeiða
har, teir vilja, uttan at tílíkar
forðingar sum eitt ævigt gjald
verður hangandi, sigur valevni
hjá Sambandsflokkinum.
Hevur tú onnur
hjartamál?
– Tað er ferðavinnan. Tað er ikki
minst, tí at eg havi arbeitt innan
ferðavinnuna í nógv ár. Nú vit
fáa so nógv ferðafólk til landið
og út í náttúruna, mugu vit fáa
viðurskiftini við at ferðast í
náttúruni upp á pláss. Eg haldi,
at Trælanípan og skipanin har
er eitt fyridømi, hvussu hetta
kann gerast. Her hevur verið eitt
samstarv millum kommunur,
jarðareigarar, Visit Faroe
Islands, ferðavinnuaktørar og
onnur, og nú veita Nípufólkini
góða tænastu til ferðafólk. Eg
veit ikki, um vit skulu fara inn
við lóg at skipa ferðavinnuøkið.
Eg haldi, at vit mugu hava eitt
samstarv við allar partar og
við góðum samskifti ber til at
fáa loysnir. Tað hevur riggað í
okkara kommunu, og eg rokni
við, at tað eigur at bera til
aðrastaðni eisini, sigur Eyðdis
Hartmann Niclasen, valevni hjá
Sambandsflokkinum.
Fiskivinnunýskipanin
Viðvíkjandi fiskivinnunýskipanini
so ynskir Sambandsflokkurin, at
fleiri tillagingar verða gjørdar.
– Vit løgdu eitt uppskot fram,
sum hevði eina uppsagnartíð upp
á átta ár, at tað skuldi vera eitt
yvirskotsbaserað tilfeingisgjald á
vinnuni. Tað er nógv eftir at seta í
verk av tí, sum verandi samgonga
hevur gjørt á fiskivinnuøkinum.
Men tað skulu nógvar tillagingar
gerast, segði Bárður Nielsen.
Hann helt millum annað, at
verandi útluting við eini óheftari
nevnd var alt annað enn óheft.
– Talan hevur verið um pol
itiska útlutan. Til dømis vórðu
Eysturoy og Norðoyggjar útihýst
ar politiskt. Tað er ikki nøktandi,
segði Bárður Nielsen.
Hann vísti eisini á, at av tí at tað
eru ótryggir karmar, vera nýíløgur
ikki gjørdar.
– Vit síggja, at vinnan ongar
íløgur hevur gjørt síðstu 12 árini
í nýggj skip. Tað er bara tað eina
skipið, ið er komið, men tær
ætlanirnar vóru lagdar framm
anundan. Tað kunnu vit sum
politisk skipan ikki standa modell
til. Tí mugu vit fáa eina skipan
við tryggum kørmum, soleiðis
at nýíløgur aftur verða gjørdar í
fiskivinnuna, so at vit ikki sigla
afturút og missa kappingarføri.
Nýíløgur betra eisini um um
hvørvi, segði Bárður Nielsen.
Cpr-nummar
Sambandsflokkurin hevði eisini
nógv annað á valskránni, millum
annað at fáa fjølbroyttari bústað
armøguleikar kring alt landið,
at leigubústaðir verða bygdir
kring landið, at vinnan fær kapp
ingarførar karmar at virka undir,
at KT-økið verður raðfest, at tað
skal vera javnstøða á arbeiðs
marknaðinum, at Talgildu Før
oyar verður stuðlað, at vit fáa
fleiri útbúgvingar á Setrinum,
at heilsuverkið verður dagført
og ment, at likam- og sálarheilsa
skal líkastillast, at diabetessentur
skal stovnast, at vit fáa fleiri ser
læknar, at vit fáa fría atgongd til
ES-marknaðin, at vit fáa betraða
atgongd til sendistovukervið
um allan heim, at mótrokningin
fyri arbeiðsinntøku hjá pen
sjónistum skal avtakast, at vit
fáa eina skipaða ferðavinnu, at
vit taka undir við teimum burð
ardyggu heimsmálunum hjá ST,
at Tjóðsavnið fær betri hølisum
støður og at mentanar- og ítrótt
arøkini verða raðfest.
– Vit skulu eisini hava cpr-
nummar til allar føroyingar. Eg
hoyrdi eina søgu ein dagin, at
ein føroyingur ikki kundi keypa
sær einar brillur á Strøgnum
í Keypmannahavn, tí at hann
ikki hevði nakað danskt cpr-
nummar. Tað ber ikki til. Við cpr-
nummari renna vit okkum ikki
inn í líknandi trupulleikar, og vit
fáa eisini nógvar aðrar fyrimunir,
segði Bárður Nielsen, formaður í
Sambandsflokkinum.
Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Eyðdis Hartmann Niclasen, valevni hjá Sambandsflokkinum
Mynd: Álvur Haraldsen