fríggjadagur 16. august 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
16
TEMA: Matoysl
- Samfelagið skuldi havt ein
persón ella fleiri, sum standa á
odda fyri at tryggja, at eingin
matur fer burtur. Tað sigur 70
ára gamli Leif Erik Niclasen,
sum í nógv ár hevur koyrt
mat út til barnafamiljur,
sum hava trupult við at fáa
endarnar at røkka saman
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
S
einastu 25 árini hevur
tvøramaðurin Leif Erik
Niclasen koyrt mat út
til einligar mammur og
barnafamiljur í fátækraváða. Mat
in fær hann frá matvøruhandlum,
sum annars høvdu koyrt matvør
urnar burtur.
- Samfelagið burdi havt ein
jólamann, letur úr Leif Eriki, sum
við álvarsligum eygum peikar á
seg sjálvan og sítt kritahvíta skegg.
Eins og jólamaðurin gleðir
barnafamiljur, so gleðir Leif Erik
barnafamiljur árið runt við at geva
teimum mat á borðið. Men Leif
Erik er ikki í starvi hjá tí almenna
- hann hevur av sínum eintingum
koyrt mat út við vørubili sínum
púra sjálvboðið undir navninum
"Hjálpin".
Hann greiðir víðari frá, hvat
hann meinar við, tá hann sigur,
at samfelagið átti at havt ein jóla
mann.
- Tað líkist ongum at koyra
mat vekk. Samfelagið skuldi havt
ein persón ella fleiri, sum standa
á odda fyri at tryggja, at eingin
matur fer burtur. Mann kundi
sett eitt kipp á matvørur, soleiðis
at mann kann finna vørurnar
aftur í ruskspannini hjá matvøru
handlunum. So kann mann seta
handlarnar til svars fyri at blaka
góðan mat burtur í staðin fyri at
geva matin víðari, sigur ein eld
hugaður Leif Erik Niclasen, sum
millum annað ikki skilir, hví vit í
Føroyum ikki gera djóramat burt
urúr matrestum.
Alt skal brúkast
Leif Erik Niclasen veit um nakar, at
tað saktans ber til at eta mat, sum
sambært dagfestingini er “ov gamal”.
- Eg havi etið hvíta, sum var
21 dagar yvir síðsta søludag. Tað
smakkaði fínt, sigur hann við
einum brosi, og leggur skemtandi
aftrat, at hin 22'inda dagin kundi
hvítin ikki brúkast.
Leif Erik skilir ikki, hví øll ikki
royna at brúka matin fornuftigt.
- Í staðin fyri at koyra mat í
skrell, eigur tú heldur at royna at
blanda ávísu matvøruna saman
við øðrum mati. Um tú dugir at
gagnnýta allar møguleikar, so
kanst tú jagstra tilboð í øllum
handlum og keypa eina rúgvu inn
undir teg, greiðir Leif Erik Nicla
sen frá og vísir á nøkur dømi.
- Til dømis kanst tú saktans eta
banan við speigipylsu. Og um tú
keypir tríggjar piparfruktir fyri
10 krónur, beint áðrenn handilin
koyrir tær burtur, so kanst tú
brúka tær til nógv ymiskt. Tú
kanst fínfordeila tær, skera tær
og frysta tær, soleiðis at tær eru
klárar at brúka til ein grýturætt
ella okkurt annað, sigur hann og
leggur aftrat, at eitt gott hugskot
er at frysta matvørur eisini.
- Tað ber væl til at frysta mjólk,
smør, breyð og pálegg. Fleiri halda,
at tað ikki ber til, men tað kann
mann sjálvandi.
Summi duga betur
enn onnur
Fyri Leif Erik hevur tað stóran
týdning, at familjurnar, sum hann
koyrir mat út til, duga at blanda
tær ymsu matvørurnar saman,
soleiðis at einki fer til spillis.
- Summi duga, og summi koma
at læra tað. Onnur duga ikki og
koma ongantíð at læra tað, sigur
hann avgjørdur og greiðir frá.
- Eg havi verið ótrúliga heppin
hesi 25 árini og funnið menniskju,
sum duga við mati. Summi kunnu
fáa nokk av mati til alla vikuna og
vikuna eftir, tí tey duga at skipa
seg. Tá mann byrjar at duga, so fær
mann eisini meira av mati. Men eg
plagi at býta tað soleiðis, at øll fáa
burturav, fortelur Leif Erik Nicla
sen. Hann vísir á, hvussu tørvur
og effektivitetur ganga upp í eina
hægri eind.
- Tá eg veit um nakrar familjur,
sum einki blaka vekk, so kann eg
koyra nakað av tí nýggjasta og
besta matinum út til onkran, sum
eg ikki eri hjá so ofta.
- Eg gevi ongum
rotnan mat
Familjurnar gera við matin, sum
tey vilja.
- Onkuntíð eri eg komin fram
við hjá onkrum, sum eg havi givið
mat, og so havi eg sæð, at maturin
liggur uttan fyri við ruskspannina.
Tá sigi eg við tey, at tey fáa ikki
meira frá mær. Tey kunnu kanska
halda, at maturin er rotin, men eg
fari ikki at geva nøkrum rotnan
mat, sigur Leif Erik Niclasen.
Hjá fíggjarliga sperdum familj
um loysir tað seg ikki at vera
kræsin, heldur Leif Erik, sum er
vælvitandi um, at tað ikki eru øll,
sum tíma at skipa sínar máltíðir
uppá hendan mátan.
- Einligar mammur og einligir
pápar hava ikki ráð at keypa frá
matstovum. Tey noyðast at brúka
teir møguleikar, sum eru, sigur
hann.
Familja fekk fíggjarligt
frælsi av frystiboksini
Ein familja, sum hevði trupult við
at fáa endarnar at røkka saman,
Leif Erik Niclasen:
Eg havi altíð verið einsamallur og
havi altíð gingið fyri meg sjálvan.
Eg var eitt upplagt happioffur
- TAÐ LÍKIST ONG
KOYRA MAT Í SKR
Nógvar føroyskar familjur hava fingið mat á borðið orsakað av hesum manninum seinastu 25 árini