fríggjadagur 16. august 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
17
fortaldi honum einaferð, hvussu
teirra broyttu matvanar ávirkaðu
lívið hjá familjuni.
- Tey søgdu: “Vit hava lært at
eta úr frystiboksini. Nú tvey ár
aftaná kunnu vit gjalda allar rokn
ingar okkara, og vit hava bæði
bjálvað og málað húsini.”
- So nógv hjálpti tað teimum,
og tey eru øgiliga takksom. Onnur
eru minni takksom og spyrja, hví
tey ikki fáa meir. Tá sigi eg, at tey
fáa tað sama, sum øll hini fáa, sig
ur Leif Erik Niclasen.
- Eg var eitt upplagt
happioffur
Vit fara líka aftur í 50’ini til barn
dómin hjá Leif Eriki Niclasen á
Tvøroyri fyri at finna út av, hvat
hevur myndað hann sum persón.
Í durunum í ganginum stendur
sjey ára gamli Leif Erik Niclasen.
Hann er plússaður, og oyruni
standa beint út í luftina. Lítli fitti
drongurin er í knæbuksum, og
sokkarnir fara heilt upp til knøini.
Hann er til reiðar at fara í skúla til
sín fyrsta skúladag.
- Mamma var so góð við meg,
og hon helt, eg var so fittur, tá eg
fór heimanífrá.
Orðini hjá 70 ára gamla Leif
Erik hanga eina løtu í luftini,
meðan hann minnist aftur á síni
barnaár.
- Eg var eitt upplagt happioffur,
tá eg kom í skúla. Hini børnini
dugdu ikki at lata meg fáa frið,
og soleiðis gekk alt skúlalívið hjá
mær. Eg havi altíð verið einsamall
ur og havi altíð gingið fyri meg
sjálvan, sigur hann.
Í staðin fyri at fylgjast við javn
aldrunum var Leif Erik øgiliga
ofta saman við eldri fólki. Har
fekk hann frið, og tey dugdu at
fortelja søgur. Frá teimum eldru
hevur hann fingið nøkur virðir,
sum hann hevur havt við sær
gjøgnum lívið.
Góðtekur ikki happing
Leif Erik minnist aftur á eina upp
living, tá hann í sínum vaksna lívi
kom framvið einari bensinstøð í
Havn.
- Ein eldri drongur var í ferð við
at plága ein yngri drong. Eingin av
teimum vaksnu í bensinstøðini
talaði at. Eg vendi mær við og
sá, at eldri drongurin hevði tikið
húgvuna hjá tí yngra og blakað
hana upp á køliskápið, so eingin
rakk eftir henni, fortelur hann.
- Eg fór yvir og segði við tann
eldra "fá hasa húgvuna niður
umgangandi!" Eg brúkti illbønir,
sum ongantíð fyrr. Eg segði við
happaran, at hann kundi lyfta
hin yngra upp eftir húgvuni. Tað
gjørdi hann so, og yngri drongurin
fekk húgvuna aftur. Aftaná flenti
hin eldri, men tann yngri takkaði
mær.
Leif Erik kundi ikki góðtaka
hesa støðuna.
- Eg hevði hug at sparka hurðina
upp í skúlanum, har dreingirnir
gingu, og givið lærarunum av
grovfílini. Teir hava skyldina í, at
børn vera happað. Hatta hendir
hvønn dag í føroysku skúlunum,
og happing kann hava stórar av
leiðingar.
Leif Erik, sum kennir alt til
happing, vil gera sítt fyri at steðga
happing millum børn.
- Um eg uppdagi sovorðið í dag,
so loypi eg á beinanvegin. Eg eri
bangin fyri nøkrum. Hetta er mítt
møguleiki at siga "nú er nokk",
sigur hann.
Gekk sínar egnu leiðir
Í 1971 fór Leif Erik Niclasen nið
ur at nema sær útbúgving í Dan
mark. Í 1987 flutti hann so til
Havnar at búgva, har hann hevur
havt gullsmiðjuna "Gullhornið" í
nógv ár.
Í Havn byrjaði hann skjótt at
leggja merki til, at handlar oyðsl
aðu við mati, tí hann sá fleiri ferðir,
at matur fleyt á handilsgólvinum.
- Eg var frá barnsbeini av vanur
at ganga støð, har eingin annar
av mínum javnaldrum gekk. Tí
legði eg merki til, hvat gekk fyri
seg ymsastaðni. Ein dagin sá eg,
at starvsfólk í einum handilslagri
blakaðu mat burtur. Eg spurdi tey
so “Kann eg ikki fáa hatta?”. Tey
søgdu gaman í, fortelur hann.
Við góðari hjálp og íblástri byrj
aði hann at lata ókeypis mat til
leguhúsið í Nesvík, har tey dugdu
væl at gagnnýta allan matin, sum
tey fingu. Hetta var umleið í 1990.
Uppgávurnar vundu uppá seg, og
hann koyrdi nógv tons av mati til
Frelsunarherðin, og so gav hann
eisini nógvan mat til russisku
skipini, sum ikki høvdu tey bestu
fíggjarligu viðurskiftini. Eftir
stutta tíð hevði Leif Erik fleiri enn
100 familjur, sum hann koyrdi mat
út til regluliga við sínum vørubili
um alt landið.
Ikki bara tosa - praktisera
Leif Erik Niclasen er trúgvandi
maður, og hetta er ein av stóru
drívmegunum til hansara sjálv
bodnu gerðir.
- Tá tú hoyrir eina prædiku frá
prædikustólinum um umsorgan,
so skalt tú praktisera tað og ikki
bara tosa um tað. Tá politikk
ararnir tosa um at gera alt møgu
ligt, skulu teir eisini fremja tað í
verki, sigur hann.
Sjálvur vil Leif Erik ikki taka
nakra æru fyri sítt sjálvbodna ar
beiði.
- Eg vil ikki siga, at eg eri stoltur
av, at tað eri eg, sum havi koyrt
mat út til familjur. Eg eri stoltur
av, at samfelagið hevur havt ein
persón, sum hevur offrað seg
fyri familjum og víst teimum
tann møguleikan, at samfelagið
kann vera við til at hjálpa. Tann,
sum eigur æruna, er Jesus, tí
hann hevur ført meg til ymiskar
mammur, sum hava biðið um mat,
sigur hann.
Hevur fingið nøgdsemi
Hóast hann ikki hevur fingið
eitt oyra fyri sítt arbeiði, kunnu
hansara nógvu tímar í vørubilin
um ikki gerast upp í krónum og
oyrum.
- Eg havi fingið nøgdsemi av,
at maturin ikki er endaður í rusk
spannini, sigur Leif Erik Niclasen.
Men skuldi mann gjørt tað upp
í krónur, kann mann royna at gera
eitt lítið roknistykki við at falda
eina vanliga mánaðarløn við øll
árini, Leif Erik hevur koyrt mat út.
- So hevði tað blivið til nógvar
milliónir. Hesar pengarnar hevði
mann heldur kunnað koyrt í ein
grunn, sum mann hevði kunnað
gjørt bygningar burturúr til ein
ligar mammur, so tær fingu betri
bústaðarviðurskifti. Um eg vann
nakrar milliónir í eydnuspæli, so
hevði eg bygt tað til tær, sigur Leif
Erik Niclasen.
Tá tú hoyrir eina prædiku um
umsorgan, so skalt tú praktisera
tað og ikki bara tosa um tað
GUM AT
RELL
Leif Erik Niclasen hevur fyri kortum fingið sær ein nýggjan vørubil at koyra mat út við