fríggjadagur 16. august 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
18
- Leif Erik er Móðir
Theresa fyri Føroyar
- Um hann ikki hevði verið har, so hevði tað verið
fíggjarliga trongligt hjá okkum. Nú bera onnur
ting til, sigur ein einlig mamma við fýra børnum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
V
it hava hitt eina einliga
mammu, sum við jøvn
um millumbilum fær
mat frá "Hjálpini"
við Leif Eriki Niclasen. Kvinnan
ynskir at vera dulnevnd, so her í
greinini kalla vit hana bara fyri
"Ingibjørg".
Ingibjørg hevur fýra børn, og
sum einlig mamma hevur tað
seinastu árini verið trupult hjá
henni at fingið endarnar at røkka
saman. Serliga stórt trýst hev
ur verið um høgtíðir, tí tá brúk
ar eitt vanligt húsarhald meira
pengar enn annars. Men fyri
nøkrum árum síðani fekk Ingi
bjørg samband við "Hjálpina",
sum gav familju hennara dunnu
og fleskasteik á jólum.
- Leif Erik fortaldi, at hann
plagdi eisini at hava mat aðrar
dagar á árinum, sum hann fekk frá
matvøruhandlum. Hann spurdi,
um eg var áhugað at fáa av og
á, og tað var eg sjálvandi, greiðir
Ingibjørg frá.
Børnini skulu uppliva ting
Tað hevur stóran týdning fyri
Ingibjørg og børn hennara at fáa
mat frá Hjálpini.
- Um Leif Erik ikki hevði verið
har, so hevði tað verið fíggjarliga
trongligt hjá okkum, sigur Ingi
bjørg og vísir á, hvussu hesin eyka
maturin gevur henni meira fíggj
arligt frælsi.
- So bera onnur ting til, tí nú
sleppa vit frá at brúka allar peng
arnar upp á mat. Eg vil hava, at
børn míni skulu uppliva ymisk
ting. Øll børn eiga at kunna sleppa
til barnatiltøk og legur, og tað klári
eg væl at gjalda nú, tí eg spari so
mikið nógv.
Maturin er góður
Ingibjørg sigur, at tað er fínur
matur, sum mann fær frá Hjálpini.
Hon leggur dent á, at tað sjálvandi
eru summar vørur, sum eru verri
enn aðrar, men tað er eingin um
skyldningur fyri ikki at eta matin.
- Hann koyrir ikki út til býttar
mammur. Um okkurt ikki kann
etast, so skerur mann jú bara
tað pettið vekk. Eg syrgi fyri, at
maturin er í ordan og gevi børn
unum líka góðan mat, sum tey
annars høvdu fingið aðrastaðni,
ger Ingibjørg greitt.
Hon dugir væl at brúka øll
kynstur og allar møguleikar í
køkini fyri at vera so effektiv sum
gjørligt við matinum.
- Mann kann væl gera suppu
og grýturætt burturúr tí grøn
metinum, sum ikki er heilt gott,
eins og kokkar gera. Tað geri eg
ofta. Eg gagnnýti til dømis eisini
súreplini til at gera súreplakakur
við, sigur hon.
- Tú verður noyddur at breyð
føða børnunum hjá tær hvønn
dag, og tí lærir tú eisini at skipa
teg betur. Eg brúki altíð Google
fyri at finna uppskriftir, sum
passa til tann matin, eg eigi inni.
Bomm og wienarbreyð
Umframt frukt og grønt er eisini
alt møguligt annað at fáa frá
"Hjálpini".
- Ofta fáa vit bomm og annað
søtt við, sum børnini annars ikki
plaga at fáa. Mann veit ongantíð,
hvat er í bilinum, og tað kann til
dømis vera Giflar, sum eg sjálv
absolutt ongantíð hevði kunnað
funnið uppá at keypt, flennir hon.
- Eg kundi heldur ikki droymt
um at brúkt mínar egnu pengar
uppá til dømis wienarbreyð, tí
tað kostar so nógv. Men tað fáa
vit ofta, og tað halda børnini vera
stuttligt, sigur Ingibjørg.
- Hann brúkar sína
orku uppá okkum
Einliga mamman hevur sera
stóran tokka til Leif Erik Niclasen
og tað, sum hann hevur gjørt.
- Hann er akkurát sum Móðir
Theresa. Hann hevur bara eitt so
sera stórt hjarta, og hann arbeiðir
bara út frá hjartanum. Hann er
Móðir Theresa fyri Føroyar, sigur
Ingibjørg.
- Hann ger eitt fantastiskt ar
beiði, tí hann brúkar alla sína orku
uppá okkum, sum treingja. Tað ger
hann. Hann er góður við øll og
hugsar um øll; enntá fuglarnar, tí
teimum gevur hann breyð, sigur
hon.
(*Kvinnan í hesari greinini er
dulnevnd, og Ingibjørg er sostatt
ikki veruliga navn hennara)
Einlig mamma við 4 børnum:
Tilvildarlig mynd
TEMA: Matoysl