fríggjadagur 16. august 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
19
•
Buffét er tað reina matoyðsl! Bílegg heldur einstakir rættir (a la carte).
•
Fá tær alt, sum tú megnar at eta - men minst til at eta alt, sum tú fært
tær.
•
Brúka minni tallerkar í buffétini - tað er hóast alt loyvi at fáa tær uppá
fleiri ferðir! Ivast tú, um tær dámar matin í buffétini, royn so smáar nøgdir
fyrst, áðrenn tú fært tær meira. Tað er eingin orsøk at lata koyra mat
frá buffétini í skrell.
•
Ivast tú, hvussu nógv tú klárar at eta (à la carte)? Bílegg tveir forrættir
í staðin fyri ein forrætt og ein høvuðsrætt. Spyr í øllum førum tænaran,
hvussu stórir rættirnir eru.
•
Spyr tænaran, um tú kanst taka restirnar við heim, um tú ikki klárar at
eta alt. Tað plagar ongantíð at vera nakar trupulleiki.
•
Um tú gjørdi ov nógvan mat, og har loypir av, set so matin í køliskápið
og et matin ein annan dag.
•
Fryst mat niður. Tá tú frystir, set so eina dagfesting á, so tú lættliga
sært, nær tað verður ov gamalt.
•
Ger mat burturúr restunum. Ver kreativ/ur í køkini - nógv kann endurnýtast!
Tomatsuppa kann blíva til lasagnu ella kjøtsós dagin eftir. Kjøtsós kann
brúkast sum pitsatopping. Kjøtrestir kunnu brúkast í tortilla. Skinkupálegg
og speigipylsa kann brúkast oman á pitsu.
•
Hav restir frá døgurðanum við í matpakkanum dagin eftir.
•
Koyr ikki frukt burtur, bara tí hon sær moðin út á einum stað. Sker tað
keðiliga av og brúka restina til antin at eta ella til at gera smoothie
burturúr. Hálvmoðið grønt kanst tú koyra í til dømis grýturættir, chili
con carne og kjøtsós.
•
Tað ber væl til at hita mat upp meira enn einaferð. Men tað kanst tú
bara, um maturin er niðurkøldur skjótt, goymdur við hægst 5 stigum og
hitaður upp til minst 75 stig.
•
Hav goymsluíløt í øllum støddum. Ogna tær gjøgnumskygd íløt, tí so
er lættari at síggja, hvat er í. Sjálvt smáar restir kunnu blíva til leskiliga
fyllu í einari tvíflís.
•
Lær teg at brúka kompost! Í staðin fyri at koyra matleivdir í skrell, kanst
tú grava tað niður í havan, so tað verður til mold. Tú kanst hava ein
kompostkassa til endamálið. Tað er sera burðardygt og uppi í tíðini.
•
Stilla tær elstu matvørurnar fremst í
køli- og køksskápunum. Minst til at brúka
hesar vørurnar fyrst. Tú kanst eisini gera
eina serliga hill, har tú stillar alt á, sum
skal etast skjótt.
•
Ger ikki meira mat enn neyðugt. Um
tað loypir av, køl so restirnar niður
stundisliga, so tær halda sær betur.
Minst til at lata matin køla av, um hann
er heitur, áðrenn tú koyrir matin á køl.
Koyr tað í íløt.
•
Tøm pakkan heilt, áðrenn tú blakar
pakkan vekk. Stilla jogurtpakkan á høvdið
og klipp tuburnar upp fyri at fáa síðstu
restirnar við út.
•
Skola grønmetið væl í staðin fyri at skera
teg inn til tað reina pettið av eitt nú
salathøvdinum ella kálhøvdinum.
•
Brúka minni tallerkar. Tess størri
tallerkurin er, tess størri vandi er fyri, at
tú fyllir ov nógvan mat á, sum so endar í
skrellispannini. Fá tær heldur fleiri lítlar
portiónir
•
Áðrenn tú fert til handils, ger tær so greitt, hvat tær tørvar, og hvat tú
skalt keypa. Keyp ikki meira, enn tú skalt brúka - uttan so tað lønar seg
uppá tann mátan, at maturin ikki spillis og fer vekk.
•
Hav altíð ein innkeypslista við tær til handils.
•
Ansa eftir tilboðum áljóðandi "Keyp 3 fyri 2". Slík tilboð fáa okkum at
keypa meira, enn okkum tørvar.
•
Um tú sært somu vøru við ymsum dagfestingum, keyp so ta vøruna, sum
gongur út fyrst. Um tú væl at merkja kortini skalt brúka vøruna sama dag.
•
Keyp vørur, sum eru niðursettar orsakað av dagfestingini.
•
Far ikki til handils, meðan tú ert svong/svangur! Tá hevur tú størri lyndi
til at lata teg freista av óneyðuga nógvum mati.
GÓÐ RÁÐ
til at minka um matoyðsl
Eini boð, sum omma og abbi tín ivaleyst hava givið tær, eru: "Et upp! Hugsa um øll børnini í Afrika, sum svølta!"
Jú, har eru nógvar góðar og skynsamar orsøkir til at avmarka títt matoyðsl. Tú sparir bæði pengar og tíð, samstundis sum tú ert umhvørvisvinarligur.
Vit hava savnað nøkur góð ráð til at minka um matoyðsl saman her. Ráðini taka støði í innkeypstúrinum, í køkini, í matstovuni og í endurnýtslu.
Tá tú keypir inn:
Í køkini:
Endurnýt og goym:
Í matstovuni: