fríggjadagur 16. august 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
20
Sum partur av átakinum hjá
Á-handlunum at minka um
matoyðsl fór handilssamtakið
í 2017 undir at nýta donsku
appuna Too Good To Go.
Hóast tað krevur eitt sindur
frá handlunum at vera partur
av tílíkum átaki, so vísa
royndirnar hjá Á-handlunum,
at tað hevur eydnast væl
STEINAR PATURSSON
STEINAR@SOSIALURIN.FO
Í
Danmark hevur ein appa
seinastu árini vunnið seg
fram, hvørs endamál er at
fyribyrgja matoyðsl. Appan
eitur Too Good To Go, og neyvan
kunnu vera nógv ung í Danmark,
ið eftirhondini ikki kenna til app
una.
Appan virkar á tann hátt, at
handlar og matstovur leggja til
síðis tann mat, ið annars skuldi
verið koyrdur burtur. Hesin "av
lopsmatur", um tað kann kallast
so, verður síðani pakkaður í posar
við einum sindri av hvørjum í
hvørjum posa. Tað vil siga, at um
ein handil skal koyra skinkupá
legg, wienarbreyð, egg og bananir
burtur, tí at tey fara um seinasta
søludag, so inniheldur hvør posi
eitt sindur av júst hesum.
Tú sum brúkari fert síðani inn
á appuna og leggur tær til síðis ein
posa, sum tú síðani kanst heinta í
handlinum. Posin, sum kostar 29
krónur, verður samstundis eisini
goldin, tá tú leggur hann til síðis,
so tað er bert at heinta pakkan - og
síðani hugsa um, hvussu tú á besta
hátt fært gagnnýtt ta vøruna, ið tú
hevur fingið til høldar.
Á-handlarnir í Føroyum gjørd
ust partar av appuni í 2016, og eru
teir framvegis einastu handlar, ið
eru at finna á appuni. Á-handlarnir
høvdu frammanundan arbeitt við
matoyðsl síðan 2015, og eftirsum
at temaið matoyðsl longu var
stungið út í kortið, og arbeitt
hevði verið við tí í næstan tvey
ár, var upplagt hjá Á-handlunum
at gerast partur av Too Good To
Go appuni.
- Tað var upplagt at fara upp
í Too Good To Go átakið. Tað
var eitt átak, sum brúsaði fram
niðri, og tað er eingin ivi um,
at tey rákini, sum gera um seg
niðri, koma eisini hendan veg.
Too Good To Go var á netinum,
og tað virkaði sum ein løtt appa
at brúka hjá øllum brúkarum. Tí
fóru vit uppí. At steðga matoyðsl
var eitt átak, sum vit longu høvdu
implementerað og høvdu gongd á,
sigur Berghild B. Mittún, sum ar
beiðir við verkætlanarleiðslu og
samskifti hjá PH-samtakinum.
- Eitt ella annað stað er nógv
spill í einum handli, tað vita vit jú.
Og hvat gera vit so við hetta? Vit
vilja gjarna gagnnýta vøru og mat
sum best, og at fáa at gagnnýta
tað, sum annars hevði verið koyrt
burtur. So Too Good To Go var eitt
upplagt átak at fara í holt við og
soleiðis at fáa selt matin fyri ein
góðan og lágan prís.
At hava eina eykauppgávu
sum at fáast við Too Good To Go
setir sjálvsagt eisini krøv til teir
einstaku handlarnar, ásannar
Berghild B. Mittún, og hetta ger
serliga um seg, tá kappingin mill
um handlarnar er so stór, sum hon
er í hesum døgum.
- Tað skal ikki vera nøkur
loyna, at tað krevur eisini nakað
frá handlunum at gera hesar
posarnar klárar og at seta teir
til sølu. Summir hava frá byrjan
tikið øgiliga væl ímóti tí, meðan
aðrir eftirhondini so smátt eru
komnir uppí. Tað er eisini nakað,
sum skal innarbeiðast, bæði í
handlunum, hjá starvsfólkunum
og í lokalsamfelagnum, so at fólk
eru varug við, at hetta finst.
Tað er ein áhaldandi innsatsur
at vísa á, at hetta er til og at hetta
er ein tænasta, ið kann brúkast.
Men tað er eisini ein áhaldandi
innsatsur at vísa á týdningin at
endurnýta og gagnnýta sum mest.
Ikki bara hjá handlunum, men
hjá forbrúkaranum eisini, vísir
Berghild Mittún á.
- Tað er eitt rák, sum er alla
staðni nú. Tað skal kortini allatíð
hjúklast eitt sindur um og haldast
við líka.
Áðrenn Á-handlarnir fóru
upp í Too Good To Go, høvdu teir
frammanundan gjørt nógv burt
urúr at vísa á trupulleikan við
matoyðsl og at vísa á, hvat kundi
gerast betri.
- Vit høvdu longu arbeitt í
VISTI TÚ,
AT:
94% av føroyingum siga seg koyra mat burtur
7,7% siga seg koyra mat burtur hvønn dag
29,4% siga seg koyra mat burtur
fleiri ferðir um vikuna
48% koyra mat burtur, tí vøran er
farin um seinasta søludag
Breyð, viðskeri og døgurðarestir er
tað, ið flest fólk koyra burtur
Kvinnur gera meira enn menn, og aldursbólkurin
45 ár og eldri ger mest fyri at steðga matoyðsli
Fólk harmast mest um at koyra døgurðarestir burtur
Kelda: spyr.fo
Too Good To Go var u
partnari móti matoyð
TEMA: Matoysl