Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 21 Einki føroyskt umboð fyri Too Good To Go STEINAR PATURSSON Á -handlarnir hava nú verið partur av Too Good To Go app­ uni síðani 2017, men eing­ir aðrir handlar ella mat­ stov­ur í Føroyum eru løgd aftrat síð­an tá. Orsøkin til hetta er sera ein­ føld. Einki umboð fyri Too Good To Go er í Føroyum meira, og av tí sama hevur einki arbeiðið verið gjørt fyri at fáa fleiri í mat­ vøruvinnuni at leggjast aftrat. - Vit hava fyrr havt eitt umboð í Føroyum. Hann setti seg sjálvur í samband við okkum um at bera kunnleika um Too Good To Go út í Føroyum, og hann fekk samskifti í lag við teir samstarvspartnararnar, ið vit hava har uppi. Tíverri starv­ast hann ikki longur hjá okkum, og eftirsum at vit ikki hava skriv­ stovu í Føroyum, verður í løt­uni ikki arbeitt við økja um virk­ semið har, sigur Tanja Møller And­ersen, kunningaleiðari í Too Good To Go. Áhugi hevur annars verið frá onkrum matvøruhandlum og matstovum um at gerast part­ ur av Too Good To Go, og tey í Too Good To Go avvísa ikki møgu­leikarnar fyri at økja um virk­semið, men í løtuni verður einki gjørt við tað. - Har hevur verið áhugi frá ein­støkum handlum og mat­ stov­um, men av tí at vit ikki hava umboð til stað­ar, gera vit heldur ikki virkis­markn­að­ar­før­ ing, og sostatt fáa vit held­ur ikki nógv­ar umsóknir. Upp á stutt skygt hava vit ikki ætlanir um at økja um virksemið í Føroyum, men vit vaksa so við og við í Evropa og hava fingið fýra nýggj­ar marknaðir bara í 2019, so vit eru altíð opin fyri teimum røttu møguleikunum. Í Too Good To Go eru tey greið yvir, at skal virksemið økj­ast í Føroyum, so er neyðugt við umboði her uppi. Hóast tey í løtuni ikki aktivt arbeiða fyri at vaksa um marknaðin í Føroyum, so eru opin fyri møguleikum, skuldi rætta umboðið bjóðað seg fram. - Vit høvdu avgjørt verið opin fyri tí, um tann rætti persónurin bjóðaði seg fram. Tað umboðið, sum vit høvdu har uppi, setti seg sjálvt í samband við okkum, og tað kundi sjálvandi hent aftur, sigur Tanja Møller Andersen. Føroyska umboðið, sum var fyri Too Good To Go, er ikki long­ur í Føroyum, men hóast hetta gongur arbeiðið væl, og app­an riggar sum ætlað. - Vit bjargaðu 175 máltíðum bara við Á-handlunum í juli mán­aði. Hetta svarar til umleið 445kg av CO2 útláti, sum er tað sama sum tvey flogfør úr París til Keypmannahavnar. Tað er rætti­liga væl klárað, sig­ur Tanja Møller Andersen, kunn­ingar­ ráðgevi í Too Good To Go. hálvt­annað ár við at minka um mat­oyðsl, áðrenn Too Good To Go kom fram. Vit høvdu gjøgnum Facebook og tilboðsblaðið eggjað til ymiskt, sum minkaði um mat­ oyðsl. Til dømis upp til jólar eggj­ aðu vit fólki til at keypa skilagott inn og at endurnýta restir. Men tað var ikki so skipað, sum tá vit eina­ferð gjørdu heimasíðuna. Heimasíðan Matoyðsl kom stutt undan, at farið varð upp í Too Good To Go, og endamálið var tað sama: at at fremja hug­burðs­ broyting millum før­oyingar til at steðga matoyðsl. Á heimasíðuni eru góð ráð, um hvussu tú á best­ an hátt goymir matvørur, so tær ikki spillast, góðar uppskriftir til endurnýtslu av mati og døg­urða­ restum, umframt ráð um hvussu tú kanst fáa urtir og grønmeti at vaksa av nýggjum, tá tú hevur skorið tað mesta av tí. Haraftrat hevur heimasíðan eis­ini úrslit frá einari spyr.fo kann­ing um matoyðsl, har 500 fólk vórðu spurd um, hvussu ofta tey koyra mat burtur, og hvat mest vanliga matburturkastið er. Hóast tað krevur eitt sindur av matvøruveitarum at vera partur av tílíkum átøkum, so hevur arbeiðið hjá Á-handlunum givið úrslit, tí í 2017 fekk handilssamtakið Grønu virðislønina á umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu - júst fyri átøkini Matoyðsl og Too Good To Go. pplagdur sl