Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 22 Matvøruburturkast endar í ovninum Í Føroyum er í løtuni hvørki biogassverk ella kommunal komposteringsskipan, og tískil endar alt matvøruburturkast, og sostatt eisini matoyðsl, í ovnunum í kommunalu brennistøðunum í Leirvík og á Hjalla. STEINAR PATURSSON T ann matur, sum end­ar sum matoyðsl, end­ar sum vanligt í rusk­ spann­ini, og haðani gong­ur leiðin antin til brenni­støð­ ina á Hjalla ella til brenni­støðina hjá IRF í Leirvík. Í IRF hava tey ikki nágreinilig hagtøl fyri, hvussu stórur partur av burturkastinum er matoyðsl og matvøruburturkast annars, men vísa til donsk hagtøl, tí at forbrúkaramynstrini eru ivaleyst nakað tað sama. Hagtølini hjá Miljø- & Føde­ vare­styrelsen vísa, at millum 23,5 og 25,5 prosent av øllum hús­ ar­haldsburturkasti er tað, sum verð­ur bólkað sum mat­oyðsl, með­an 17,8 og 22,7 pro­sent er mat­ vøru­burturkast yvir­høvur. Hetta merkir, at sam­anlangt stend­ur matvøra fyri 48,2 pro­sent­um av øllum húsar­halds­burt­ur­kasti. Hjá IRF eru tey eisini varug við trupulleikan við matoyðsli, og eisini IRF vil vera partur av arbeiðnum at tryggja, at so lítið av mati fer burtur sum møguligt. - Vit hava havt lýsing úti, ið skal minna fólk í at hugsa um matoyðsl. Vit hava eisini lagt okkara strategi eftir at fáa fólk at minka um nýtsluna og at endurnýta sum mest. Vit halda í øllum førum, at tað fer ov nógvur matur burtur, og vit eggja til, at fólk gera okkurt við tað matoyðsl, sum er, sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari og varastjóri í IRF. Matvøruburturkast endar í ovninum Tað matvøruburturkast, sum er, endar tó í ovninum saman við øll­um øðrum hús­ar­halds­burt­ur­ kasti og tí vinnu­burt­ur­kasti, ið skal brenn­ast. Tá vísast skal á, hvørjar avleiðingar matvøruburturkast hevur fyri forbrenningina í ovninum hjá IRF, gerst søgan eitt sindur meira samansett. Ovnurin er settur saman til at taka ímóti bæði matvøruburturkasti og øðrum burturkasti í senn. Burt­ ur­kast, sum til dømis plastikk, letur frá sør øgiligan hita, tá tað brenn­ir. Matvøruburturkast og annað húsarhaldsburturkast, hin­vegin, heldur hitanum niðri, og verður ovnurin ov heitur, so sløkn­ar hann. Tískil er ovnurin gjørd­ur til brenna eina blanding av ymsum burturkasti. Reint umhvørvisliga heldur Aslaug Gisladóttir tó, at tað hevði verið gott at fingið mat­vøru­burt­ urkast burtur úr restini av burt­ ur­kastinum, soleiðis at tað kundi verið gagnnýtt á onkran hátt. Ongar ítøkiligar ætlanir í løtuni IRF arbeiðir í løtuni ikki sjálvt við ítøkiligum ætl­an­um fyri endurnýtslu av mat­vøru­burt­ urkasti. Gognd hevur verið í nógvum verkætlanum hjá inter­ kommunala ren­ova­tións­felags­ skap­inum, og tí hevur mat­vøru­ part­urin verið noyddur at bíða. Kort­ini hevur IRF havt fingurin á puls­inum aðrastaðni fyri at vita, um loysnir eru, sum hóska seg til Føroysk viðurskifti. Millum annað verður eyga hildið við ætl­anum at gera biogassanlegg, um­framt at at kommunan í Vági er farin undir at kanna møgu­leik­arnar fyri kom­ pos­ering av mat­vøru­burt­urkasti. Har eru tó strang krøv og av­ bjóð­ingar annars til bæði bio­ gass­framleiðslu og kom­pos­ering, ið mugu møtast, áðrenn nakað ítøki­ligt kann henda frá IRF. STEINAR PATURSSON T að er fokus á matoyðsl hjá heilsølunum í Før­ oyum, og talan er um ein trend, sum hevur havt við sær, at heilsølur hava ein stoltleika av ikki at koyra mat burtur. Tað sigur Gunnar Mohr, sum er stjóri í Poul Michelsen heil­ sølu í Havn. Trupulleikin við mat­oyðsl er tó ikki í stóran mun at finna hjá heilsølunum, men held­ur hjá handlunum sjálvum. - Tað er ikki nógv matoyðsl í okkara liði. Tað er meira hjá detail-handlunum enn hjá okk­ um. Tað matoyðsl, sum er, er frukt og grønt, tí tað er ringt er stýra frukt og grønum. Ert tú niðri á fastlandinum, so kunnu heil­sølur og handlar fáa frukt hvønn dag. Vit fáa eina ferð um vik­una, og tað er tað. Tað skal so halda í eina heila viku, og tað er ein av­bjóðing bæði hjá okkum og hjá handlunum. Gunnar Mohr ivast í, um tað let­ur seg gera at fáa fleiri send­ ingar um vikuna upp til Føroyar, fyri soleiðis at hava frægari goymslustýring. Hann vísir á, at jú minni innfluttu nøgdirnar ger­ast, tess meira kostar vøran, og tað gongur í síðsta enda út yvir handlarnar og harvið eisini forbrúkaran. Tað hendir seg tó, at matvøra á goymsluni nærkast seinasta søludegi, uttan at verða seld. Fyri at sleppa undan, at tann maturin verður koyrdur burtur, verður hann sum oftast seldur á tilboði. - Vit royna at selja tað bíligt. Vit plaga at gera tilboð til handl­ ar og catering fyritøkur, tá vit hava vørur, ið nærkast seinasta søludato. Vit boða frá, at vit hava vøru við tí og tí dato og við tí og tí prísinum, so vit royna at skjóta tað av. Er vøran hinvegin farin um sein­asta søludag, ber ikki til at selja hana. Men har eru dømi um, at tær haldførisreglur, sum eru galdandi í Føroyum, hóska seg ikki til føroysk viðurskifti, og at góður matur verður koyrdur burtur, sum ikki nýtist at verða koyrdur burtur. Eitt gott dømi um hetta, heldur Gunnar Mohr, eru egg. - Spaniólar, franskmenn, itali­ enarar goyma ikki egg á køl, og tá hava egg bara haldbari á tríggjar vikur. So hevur ES skorið um ein kamb og sagt, at egg skulu hava hald­føri á tríggjar vikur. Men í Skandinavia, í Føroyum og aðra­ staðni goyma vit egg á køl, og har halda eggini seg í kanska tríggjar til fýra mánaðir. Har liggja vit í Før­oyum og tveita egg burtur í tonsa­vís hvørt ár. Tað er eingin loyna, tað gera allir. Tað er ein vøra, sum verður øgiliga nógv brúkt - tað er ein øgilig voluma. Tað er blivið ein trupulleiki í dag við eggunum, og tað er keðiligt. Tað er góð vøra, men tú kanst ikki selja hana, tí at seinasti sølu­ dag­ur er farin. - Men tað er fokus á matoyðsl, vit ansa øgiliga væl eftir ikki at koyra mat burtur, sigur Gunnar Mohr og leggur aftrat, at talan er eis­ini um spiltar pengar, hvørjar ferð matur verður koyrdur burt­ ur. Heilsølurnar gera sítt - men onkrar reglur kundu verðið broyttar TEMA: Matoysl