fríggjadagur 16. august 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
23
Matstovur
koyra
nógvan
mat vekk
hvønn dag
Tað eru nøkur krøv, sum matstøð og matvøruhandlar skulu lúka.
Tí er tað teimum álagt at koyra onkran mat í skrell, meðan annar
matur væl kann latast til annað endamál. Men tað manglar eitt
størri kjak um hetta, meinar Heilsufrøðiliga Starvsstovan
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
V
it hava ringt til 25 av
teimum stóru matstøð
unum í Føroyum og
sett teimum sama
spurningin:
"Tá ið matur loypir av hjá tykk
um - koyra tit so matin í skrell, ella
fer hann til annað endamál?"
Felags fyri næstan øll matstøð
ini var, at maturin fór í skrell hvønn
dag. Munur er á, hvussu nógvan
mat talan er um dagliga, tí meðan
tað hjá summum matstøðum snýr
seg um heilt smáar restnøgdir, so
koyra onkrar matstovur meira
enn ein skrelliposa av mati vekk
um dagin.
Nøkur av matstøðunum plaga
at lata matrestirnar til annað
endamál, frættu vit. Í summum
førum plaga starvsfólk at taka
matrestir við sær heim, meðan
summi lata mat til eitt nú Her
bergið ella til bóndur at geva kría
túrum.
Buffétin er størsti syndarin
Tá talan er um matoyðsl hjá før
oysku matstøðunum, eru tað
serliga matstovurnar, sum hava
buffét, sum koyra nógvan mat í
skrell dagliga. Gjøgnumgangandi
svarið hjá spurdu matstovunum
var, at tað er teimum álagt at
koyra matin burtur.
- Leiðreglurnar eru soleiðis, at
avlop av mati, sum hevur verið
alment frammi, so fólk kunnu
koma at røra við matin, skal
burtur hvønn dag, sigur Malan
Nicolinudóttir Mikkelsen, leiðari
í matvørudeildini hjá Heilsufrøði
ligu Starvsstovuni.
Tað er Heilsufrøðiliga Starvs
stovan, sum umsitur lógir og
kunngerðir viðvíkjandi matvør
um.
- Vit sum matvørumyndugleiki
hava sum høvuðsendamál at
arbeiða fyri matvørutrygd. Vit
hava matvørulógina at halda
okkum til, og her eru tað serliga
rasktarreglurnar, sum vit nýta,
sigur deildarleiðarin.
- Vit mangla kjak um hetta
Í Danmark selja nógvar matstovur
bíligari mat gjøgnum appina
"TooGoodToGo". Maturin, sum
loypir av hvønn dag, verður seldur
bíliga har, og hetta er ein máti at
minka um matoyðsl. Hetta brúka
føroysku matstovurnar ikki, og
annars er tað teimum sum sagt
álagt at koyra buffét-matin í skrell
hvønn dag.
- Vit hava ikki fingið nakran
fyrispurning um tað, og vit mangla
samskifti við matstovurnar um
hetta. Eg haldi eisini, at vit mangla
kjakið um júst hetta, sigur Malan
Nicolinudóttir Mikkelsen, sum er
opin fyri hesum átakinum.
Tað er stórur munur á dagfestingunum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
T
að eru ikki bara mat
stovurnar, sum koyra
mat í skrell dagliga.
Matvøruhandlar koyra
eisini eina rúgvu av mati vekk, og
tað kann kanska vera trupult at
skilja, hví so er. Men tað er ein
orsøk til tað, og tað er, at heilsan
kemur í fremstu røð.
Tað eru greið krøv um, hvørjar
matvørur skulu í skrell, tá tær
ikki kunnu seljast longur.
Matvørur merktar við "sein
asti nýtsludagur" kunnu ikki
latast nøkrum eftir seinasta
nýtsludag.
- Hetta er tí, at talan er um
serliga viðbreknar matvørur,
sum spillast skjótt, og vandi
kann vera fyri, at fólk gerast
sjúk, sigur Malan Nicolinudóttir
Mikkelsen frá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
- Handlar og heilsølur, sum
hava áhuga í at lata hesar mat
vørur, og tey fólk/felagsskapir,
sum ynskja at lata hesar matvør
ur víðari, eru vælkomin at seta
seg í samband við Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna, sigur hon.
- Vit eru í gongd við eitt kann
ingararbeiði í mun til haldføri og
merking av matvørum. Ætlanin
er at gera greiðar mannagongdir,
hvussu handlarnir skulu merkja
vørurnar, sigur hon.
Krøv til at lata matvørur
Ein hópur av matvørum kunnu
latast til vælgerandi endamál, um
arbeiðsgevarin ynskir tað. Um
tær so vera tað, er ein heilt annar
spurningur. Men talan er í øllum
førum um ikki-datomerktar mat
vørur sum eitt nú heil frukt og
grønmeti, umframt matvørur
merktar við “heldur sær í minsta
lagi til”.
Hesar matvørur kunna latast
úr handlum, um:
- handilin tekur ábyrgd av, at
matvøran er í lagi, soleiðis at fólk
ikki verða sjúk.
- farið verður um matvøruna,
sum merkt er á pakninginum, t.d.
kølivøra á køl (5°C) og frostvøra á
frosti (-18°C).
- matvøran er vard móti dálk
ing.
- tann, sum innsavnar og letur
víðari, handfer matvørurnar, so
matvørutrygdin er í lagi.
Breyð og bakstur
Ein rúgva av breyði, kakum og
øðrum bakstri verður koyrt í
skrell hvønn dag, tá teir ymsu
matvøruhandlarnir
lukka.
Fleiri, sum hava arbeitt í mat
vøruhandli, hava undrast á, hví
tey hava sum uppgávu at koyra
hesar matvørurnar burtur. Men
hetta skulu tey, tí tað er krav frá
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Breyð er ein turrvøra og
spillist ikki skjótt. Um vøran er
ber, tað vil siga ikki innpakkað
og kann vera útsett fyri dálking,
skal hon beinast burtur. Men
er ein turrvøra innpakkað og
vard móti dálking, so er tað ikki
krav frá Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni, at hendan skal bein
ast burtur dagliga. Rómakøkur
eru viðbreknar vørur og spill
ast skjótt. Um hesar ikki eru
goymdar rætt, skulu tær bein
ast burtur, sigur Malan Nico
linudóttir Mikkelsen, deilarleið
ari í matdeildini.
Tað breyðið, sum ikki hevur
ligið alment frammi, nýtist ikki
at fara í skrell. Men tað fer tað
ofta allíkavæl, og tað má vera í
sambandi við ein góðskuspurn
ing hja handlunum.
- Vit mangla hatta kjakið.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
hevur áður lagt upp til, hvussu
hetta skal skipast í handlum,
men vit mangla at vita, hvar mat
urin fer, tá hann er ov gamal, sig
ur leiðarin í matvørudeildini.