Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 8. og seinasti partur V it byrja við dagbókini hjá Mikkjali: 1. mai var frídagur. Tað var eft­ir tí norsku kontraktini, sum sigur at 1. mai er fríheitsdagur ar­ beið­aranna, sum verður roknaður sum heilig­dagur. 2. mai gekk arbeiðið við sama lagi sum vant um alt skipið. 3. mai var arbeitt til kl. 3. Tá fingu vit frí. Tá var so heitt um dagin, at lítið var gjørt orsakað av hitanum. Um kvøldið fingu vit at vita, at um vit vóru nóg nógvir, skuldi reiðaríið senda okkum heim við flúgvimaskini. Nakrir ætlaðu sær heim yvir Danmark, men av tí, at teir blivu ov fáir endaði tað við, at allir føroyingarnir teknaðu seg fyri at fara heim við flúgvara. Sunnudagin 4. mai var einki gjørt umborð. Gott veður. Ljósbíløt vóru víst á dekkinum um kvøldið. 5. mai var frídagur umborð. Hetta var hátíðardagur fyri hollendarar, tí tann dagin vóru teir frígjørdir frá týskum valdi tvey ár frammanundan . Um kvøldið gekk toran og luftin var heilt upplýst av ljósum. Í gjárkvøldið komu vit norður um linjuna, ekvator. 9. mai gekk arbeiðið sum vant. Tað er væl av vindi ímóti. 10. mai var arbeitt til kl. 3 seinnapartin. Tá fingu vit frí. Nú sær skipið bæði reint og nossligt út. Ein pingvin er deyð. Sunnudagin 11. mai var sum vanligt frídagur umborð. Veðrið var av tí besta. Koma til Kanarisku Oyggjarnar 12. mai kl. 8 um morgunin komu vit til Kan­ arisku oyggjarnar. Kl. 10 lógu vit út fyri Las Palmas. Haðani kom ein av direktørunum fyri "Willem Barendsz” selskapið umborð, og so var farið at sigla vegin fram til Hollands. Las Palmas er ein stórur og vakur býur at síggja frá sjónum av. 13. mai gekk arbeiðið sum vant. Gott veður við regni av og á. 14. mai var lítið gjørt allan dagin. Skipið er at kallað liðugt at reinsa og mála. Um kvøldið fingu vit at vita, at vit skuldu sendast heim yvir Danmark. 15. mai var heiligdagur. Ein frídagur við góðum veðrið. 16. mai var lítið av arbeiði. Nú er liðugt at reinsa og mála skipið. Mesti partur av fólkinum var niðri á fabrikkini og ruddaði. 17. mai var frídagur umborð. Orsøkin var, at tað er norski grundlógardagurin. Sunnudagin 18. mai var einki arbeitt umborð á "Willem Barendsz". Um kvøldið sóu vit ljósini frá býunum inni á fronsku strondini. Vit sigldu tætt fram við ein stóran vita. 19. mai var síðsti arbeiðsdagur umborð á "Willem Barendsz" fyri føroyingarnar. Gott veður. Tað eru nógv skip at síggja uttan um okkum. Koma til Hollands 20. mai kl. 7 seinnapartin sóu vit land av Hollandi. Kl. 8 sóu vit Rotterdam. Kl. 10 ankraðu vit uttan fyri Imuiden. 21. mai komu vit inn gjøgnum slúsurnar við Imuiden. Har vóru nógv túsund menn­ iskju samlaði at síggja skipið Frá Imuiden líka inn til Amsterdam fekk "Willem Barendsz" fylgi av einum hópi av smábátum fullum av fólki. Harímillum var ein stór ferga full av fólki við hornorkestri umborð. Teir spældu allan vegin inn eftir. Tað sá út sum hesin dagur "Willem Barendsz" kom inn til Amsterdam var hildin sum ein nationalur heiligdagur. Børn og vaksin, tað vóru nógv túsund, só­ ust báðu megin á bakkanum allan vegin inn til Amsterdam. Allir hollendararnir fóru í land við pakk og sekk. Tað vóru bara før­oyingar eftir umborð. Tað var noktað okkum landloyvi. Vápnað politi stóð við landgangin og ansaði eftir, at forboðið var hildið. Hýrurin var ringur yvirhøvur. 22. mai kl. 6 um morgunin skuldu vit fara í land av skipinum. Tríggir mans høvdu sníkt seg í land um náttina. Tveir komu umborð um morgunin, áðrenn vit fóru í land. Hin triði var eftir. Kl. 7 komu vit gjøgnum tollin. Haðani fóru vit í bussi á statiónina. Kl. 9,30 fór tokið av stað. Tað fór gjøgnum fleiri býir á vegnum til markið harímillum Rotterdam. Kl. 2 komu vit til býin Bentheim, sum liggur innan fyri tað týska markið. Har komu tollarar og hugdu gjøgnum kuffertini og annað viðførið hjá okkum. Vit máttu skriva undir pappír, hvaðani vit komu, hvar vit skuldu o.s.fr. Kl. 4 fór tokið av stað víðari gjøgnum Týskland. So skjótt sum vit komu um markið, sóu vit merkini eftir, hvussu illani Týskland var bumbað undir krígnum. Bremen var heilt illani viðfarin, men Hamburg var ræðuligur at síggja. Har lá al í sorli. Tað einasta, sum var heilt, var ein brúgv yvir Elben ánna. Á midnátt komu vit til Kiel. Hugni í Keypmannahavn 23. mai um náttina koyrdu vit eftir brúnni yvir Kieler-kanalina og hagani komu vit til Flensburg, sum liggur við danska markið. Har komu vit gjøgnum tollin á sama máta sum við týska markið. Hagani fóru vit norður gjøgnum Jylland yvir Lítlabeltsbrúnna. Til Fyn gjøgnum Odense og víðari frá Fyn við ferguni til Sjælland. Vit koyrdu so víðari fram gjøgnum Roskilde til København. Kl. 9,30 vóru vit á banagarðinum. Haðani koyrdu vit í bussi til hotell, har vit skuldu búgva, til vit fingu skip til Føroyar. Eg kom at búgva á Hotel Norden. Á hotellinum skuldi eg fáa morgundrekka. Døgurða skuldu allir eta í KFUM. Har skuldu vit eisini fáa ein matpakka við nátturða í. Tað vísti seg at vera mest pálegg. Breyðið var tann minsti parturin!! Um kvøldið vóru vit nakrir á eini restaurant, Skandia, og hugdu at, hvussu náttarlívið sá út í Kongens København. 24. mai vóru vit á hotellinum til tað var døgurðatíð. Aftaná spjaddust vit runt um býin. Kvøldið fyri høvdu fleiri føroyingar verið niðri í Nyhavnini og tatoverað seg. 25. mai. Sunnudagin vóru vit heima á hotellinum í friði. Tað var allar staðni yvirfylt av fólki henda dagin. 26. mai - annan hvítusunnudag gekk tað á sama máta. Um kvøldið vóru vit í Tivoli. Har slepst onga staðni fram at fyri fólki. Alt fólkið helt hvítusunnu í Tivoli. 27. mai var nakað av regni. Tað gjørdi, at tað var sitið inni næstan allan dagin. 28. mai var mest gingið og malið rundan um hotellið, har sum vit búðu. 29. mai var heldur einki serligur. Um kvøldið vóru vit í Tivoli. Har hittu vit løg­ tings­mann og formann fyri Fólka­flokkin, banka­stjóran Thorstein Petersen. Hann bjóðaði okkum fyrst eina øl og aftaná til døgurða við sær inni í Tivoli. Um dagin keypti eg mær eitt minni um Kristian tíggjunda. Tað var ein statua av marmor av konginum á .rossabaki. 30. mai vóru vit í friði á hotellinum. 31. mai kl. 7,30 kom ein bussur á hotellið eftir okkum og koyrdi okkum om­an á brúnna, har "Tjaldrið" lá. Kl. 10 fór "Tjaldrið" frá kaiuni á veg til Føroyar. Kl. 12,30 passeraðu vit Kronborg, tá var loggið koyrt út. Veðrið var av tí allar besta. 1. juni var veðrið av tí besta. Kl. 7,45 steðgaði maskinan knappliga. Hon gekk heit, men hon fór í gongd aftur eitt korter seinni, so tað seinkaði einki. 2. juni var sjógvurin heldur tvassutur. Fleiri høvdu sjóverk. Á middegi fóru vit framvið Shetlandsoyggjarnar, og kósin var so sett beint á Føroyar. Um kvøldið var sjógvurin slætnaður aftur, og hýrurin var betri á øllum umborð. 3. juni kl. 6 legði Tjaldrið at kaiuni í Tórs­ havn. Har var væl av fólki at taka ímóti, har­ímillum fleiri nólsoyingar. "Rommel" kom til Havnar eftir okk­um, Hetta hevur verið ein hendingarík ferð, og tað var gott at sleppa heim. Ein av manningini kom at starvast í fregnartænastuni SIÐSØGA Stórhvalaveiðan í Suðuríshavinum: ENDILIGA HEIMA AFTUR F.v. Hans Jacob Berg, Sandvík, Aksel Petersen, Norðdepli, Herlon Jacobsen, Miðvágur og Mikkjal Gulklett, Nólsoy. Frá vinstru: Theodor Samuelsen og Absalon Jensen