Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 25 Komandi partur Í komandi parti byrjar ein frásøgn hjá tí skjótt 92 ára gamla Evaldi Johannesen í Fuglafirði. Hann hevur havt eitt hendingaríkt lív. men tá teir skuldu fara út aftur til Nóls­ oy­ar, brutu teir krumtapsaksilin so teir noyddust at lata seg sleipað til Nólsoyar av stórabáti. ... Kl. 5 seinnapartin fóru vit við stórabáti til Nólsoyar, og har var ferðin endað hjá okk­ um fyri hesa ferð. Hetta var endin á hesi áhugaverdu dag­ bókini hjá Mikkjali. Um hann kann leggjast afturat, at hann var framburðmaður á fleiri økjum. Hann var við til at stovna ar­ beiðsmannafelag í Nólsoy í 1940 og gjørdist eisini formaður. Trupulleikin var bara tann, at fremsti arbeiðsgevari í bygdini var mammubeiggi hansara, Edvard Hansen. Tíðindi úr Hollandi Ein av manningini var Theodor Samuelsen, seinni kendur sum kongaligur loðsur. Hann var blivin so mikið væl við ein hollendara, at hann í september 1948 fekk eitt bræv frá einum av manningini, Hente van der Lee. Hann var læknalesandi og skriv­aði heilt væl norskt. Hann lat sera væl at føroyingunum, hann hevði verið sam­an við og lat heilsa fleiri teirra, m.a. Pollux, Villa, Nikkel, sum var úr Leirvík og Absalon. Serliga lat hann heilsa Juleiv Jacobsen úr Havn. Juleiv greiddi annars frá í eini útvarpssending, at hann í Cape Town var farin niður í maskinrúmið á ein­ um skipi sum lá har, at síggja, hvussu har sá út. Tá rennir hann seg í ein annan mann. Teir koma í prát, tá vísir tað seg, at maðurin er av Skála! Hollendarin greiddi frá í brævinum, at hann var blivin narraður av gentuni. Men tað var kanska líka frægt ikki at vera forlovaður, tá ið ein hevði fimm ár eftir at lesa! Theodor bleiv losur Um Theodor Samuelsen kann annars sigast, at hann var klaksvíkingur men kom á ungum árum til Havnar, her hann tók skip­araprógv. Tíðliga var hann farin til skips, og hans­ ara lívsstarv var á sjónum. Tá ið norðmenn høvdu hvalabátar við Áir var Theodor flaggskipari hjá teimum, og hann gjørdist síðani kendur sum loðsur. Sagt varð, at fáur var sum hann kendur við Føroya strendur, og sum loðsur og sup­ er­cargo hevur hann væl og virðiliga ført mong fremmanda skip millum havnirnar í Føroyum. Hann fekk eisini virðing frá hægsta staði, tá ið hann frá kongi fekk enn tá tvær “fortjenstmedaljur”. Theodor var sjálvsagdi maðurin, sum kongaskipið hevði við sær, tá ið vitjað var í Føroyum. Theodor var eisini ein dyggur stuðul hjá Sambandsflokkinum, og var hann javnan valevni. Theodor doyði í sínum starvi í 1961. Hann var loðsur á einum hollendskum skipi. Meðan teir lógu á Klaksvík datt lossi­bummurin niður og rakti Theodor so meint, at hann doyði. Hann bleiv bara 66 ára gamal. Av stórhvalaveiðu í fregnartænastu Sum áður nevnt var ein av manningini Tór­bjørn Joensen, sonur tann kenda skó­ mak­aran í Havn, Jóan Jakku, ættaður av Við­areiði. Poul Kamban greiðir frá, at Tórbjørn flutti seinni til Danmarkar, har hann fekk útbúgving sum fjarritari. Hann giftist við danskari kvinnu. Sum fjarritari arbeiddi hann í Grønlandi, og hann sigldi hjá DFDS í sigling m.a. til Onglands og Suðuramerika. Torbjørn var bæði musikalskur og hevði gott “gehør”, hetta hevur uttan iva verið ein fyrimunur sum fjarritari. Hann hevði eisini góð evni fyri máli. Hetta gjørdi, at hann kom at virka innan fregn­ar­tænastuna. Hann fekk útbúgving í russ­iskum og polskum í Danmark og í Washington. Tey flestu árini virkaði hann í fregn­ar­ tæn­astuni hjá løgregluni, men eitt skifti und­ir kalda krígnum arbeiddi hann eisini í fregnartænastuni hjá verjuni. Tíverri kundi Tórbjørn ikki greiða frá hesum sínum arbeiði, tí hann hevði fullkomna tagnarskyldu. Men hann kundi fortelja um síni upplivilsi í Suð­ur­ís­ hav­inum. Tað dugdi hann so væl, at hann seinni vann 3. premiu í eini skrivikapping. Hann og Marius Kamban hildu fram við sínum vinskapi á Willem Barendsz og teir sóust ofta. Um Willem Barendsz Willem Barendsz helt fram sum hvala­ móð­ur­skip fram til 1955, tá ið bygt varð eitt nýtt og størri skip til endamálið. Hann varð seinni seldur til japanska hvalaídnaðin og varð upphøgdur í 1966. Hetta var søgan um hesa minniligu hvalaveiðuferð. Takkað verður øllum sum hava givið sítt íkast til, at henda frásøgn bleiv sum umfatandi, sum hon bleiv. Á manningarmyndini i 2. parti stendur nr. 19 at vera Hans Zachariassen í Hesti. Tað skal vera Johan. Hvalabátarnir hava skotið hesar hvalir frá 17. desember 1946 til 8. apríl 1947: "Am.1" 55 bláhvalir, 45 finnhvalir, 2 spermar "Am.2" 53 bláhvalir, 52 finnhvalir, 0 spermar "Am.3" 79 bláhvalir, 84 finnhvalir, 8 spermar "Am.4" 79 bláhvalir, 59 finnhvalir, 2 spermar "Am.5" 30 bláhvalir, 26 finnhvalir, 0 spermar "Am.6" 49 bláhvalir, 48 finnhvalir, 2 spermar "Am 7" 15 bláhvalir, 18 finnhvalir, 1 spermar "Am.8" 41 bláhvalir, 22 finnhvalir, 0 spermar 401 bláhvalir, 354 finnhvalir, 15 spermar Tilsamans 770 hvalir. Hartil koma 9 hvalir, sum eru slitnaðir frá skipinum av óveðri og soknir ella horvnir í myrkri ella kavaroki. Tilsamans 779 hvalir. Í minsta lagi 80.000 føt av lýsi. Á veg inn í Amsterdam, togaðir avsleipibáti. Nógv fólk tók ímóti teimum í Amsterdam Nú eru teir í Keypmannahavn. V.f. Aksel Tórgarð, sum las til prest, Viljálmur Joensen, Johannes Heinesen, Martin Tórgarð og Óli Kristian Jacobsen.