fríggjadagur 16. august 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
30
TRÓNDUR ARGE
Landskappingin hjá monnum fer
nú í gongd við seinasta triðingin
av kappingini. Øll liðini eru
ikki komin upp á 18 dystir, men
formliga er hetta byrjanin upp á
seinasta triðingin. Tað byrjar við
einum umfari, har fimm tey stóru
møta fimm teimum smærru.
Longu leygardagin eru tveir
dystir. B36 fær vitjan av TB í
Gundadali, meðan KÍ á sjómanna
degnum spælir móti Skála klokk
an 19.45. Júst KÍ og B36 spæla
longu aftur mikukvøldið í útsetta
landskappingardystinum frá í
summar.
Tað kundi sæð út til, at oddaliðið
hevur torførastu uppgávuna. NSÍ
spælir sunnudagin triðja dystin
upp á eina viku, tá teir vitja á
Argjum. AB hevur fingið vind í
seglini og hevur fingið sjey av
teimum seinastu níggju møguligu
stigunum. Dysturin verður á Argj
um klokkan 15.
Somuleiðis spælir HB móti ÍF,
og Víkingur móti EB/Streymi.
ÍF-NSÍ 2-4
NSÍ er fyribils oddalið í Betri
deildini hjá monnum. Tað blivu
teir við at vinna á ÍF mikukvøldið
í Fløtugerði. Máltalvan vísir 2-4.
Hálvleiksstøðan var 2-1 til ÍF.
Peder Nersveen legði NSÍ
framum beinanvegin eftir horna
úr vinstru. ÍF svaraði væl aftur.
Spælið hekk væl saman, og tá
ið stórur hálvur tími var farin
javnaði Gundur E. Petersen eftir
innkast úr vinstru, og eftir at Jan
Ó. Ellingsgaard snittaði bóltin inn
undir málið. Ætlanin var ikki, at
Gundur skuldi vera millum teir
fyrstu ellivu. At hann var tað
komst av, at Høgni Zachariassen
varð skaddur undir upphitingini.
Í tíðini, sum dómarin legði
aftrat fyrra hálvleiki, legði ÍF seg
framum 2-1 við brotssparki, sum
Jan Ó. Ellingsgaard tók sær av.
Dómarin peikaði á ellivumetra
blettin, tí hann metti, at Betuel
Hansen, sum var høgri vongverji
hjá NSÍ, gjørdi brosspark ímóti
Sámali Joensen.
Stóð nóv á
ÍF helt tørn, og tað leikaði javnt á
stóra løtu av seinna hálvleiki. So
við og við kendist tað sum um, at
NSÍ hevði størri kropsliga tyngd
og orku, og tað vóru fleiri spentar
støður í ÍF brotsteiginum.
Tað var um reppið, at Klæmint
A. Olsen var noyddur at fara av
vøllinum lítla løtu undan steðg
inum. Hann treiskaðist og fekk
avgerandi leiklut í seinna hálv
leiki. Hann javnaði til 2-2, tá ið
tað restaðu átjan minuttir, tá ið
hann stýrdi bóltin í málið, eftir at
Pól Jóhannus Justinussen hevði
roynt seg við skoti eitt sindur úr
vinstru.
Seytjan minuttir undan leik
loki sá ÍF vongverjin David Lang
gaard gult fyri seinnu ferð, og
harvið varð ÍF undirmannað.
Í 90. minutti stútaði Pól
J ó h a n n u s
J u s t i n u s s e n
NSÍ framum
eftir innlegg
úr vinstru frá
Jann Benja
minsen, og í
síðsta min
utti staðfesti
K l æ m i n t
A. Olsen 4-2
NSÍ sigurin,
eftir at Peder
Nersveen hevði
roynt seg við skoti
úr høgru.
Rós til ÍF
Fyri ÍF er talan nærmast um
eina uppreisn, eftir at liðið tapti
heili 3-0 móti AB á Argjum.
-Hetta var uppreisn frá
sunnudegnum. Vit fingu vátan
vøtt beinanvegin, men vit reistu
okkum væl, vístu fínan hugburð
og spældu væl, men tíverri
eydnaðist tað ikki at vinna úrtøku,
og tað eru vit vónbrotnir um. Tað
var óheppið, at vit mistu David
Langgaard, men vit fokusera á,
at vit fyrstu løtuna eftir steðgin
spældu eins væl, sum vit gjørdu
undan steðginum. Henda dystin
kunnu vit brúka. Vit vóru leingi
eins góðir sum NSÍ, ið nú er topp
lið, sigur ÍF liðformaðurin Jan Ó.
Ellingsgaard.
Málverjin hjá NSÍ, Tórður
Thomsen, hevur eisini virðing fyri
avrikinum hjá ÍF, men avsanar
at NSÍ á nakran hátt hevur
undirmett ÍF.
- Eg havi samkenslu við ÍF
spælarunum í løtuni, tí teir vóru
raskir. Onkur kanska heldur, at
vit undirmettu mótstøðuliðið,
men tað var ikki tilvitað. Vit
løgdu okkum framum beinan
vegin, men vit mistu takið og vóru
alt ov seinir í øllum tí, sum vit
royndu at gera. Í steðginum vóru
venjararnir ikki nøgdir, men vit
vistu, at tað fór at koppa okkara
veg, sum seinni hálvleikur leið, tí
vit venja meiri og orka betri, og
soleiðis varð tað, sigur NSÍ mál
verjin Tórður Thomsen.
NSÍ er topplið við 39 stigum. KÍ
og B36 hava 38 stig. KÍ hevur spælt
16 dystir, og NSÍ og B36 hava spælt
17 dystir. ÍF er aftast við 5 stigum.
B36-TB (Beinleiðis
á FM1)
Leygardagin klokkan
15.00
DÓMARI: KÁRI Á
HØVDANUM
B36 er í holt við eitt
gott kappingarár. Liðið
hevur 36 stig fyri 17
dystir og liggur í løtuni
á øðrum plássi. Liðið er
nakað skert til dystin móti
TB. Erling Dávidsson er aftur
uttanfyri við lærinum, meðan
Brian Jakobsen, Gilli Samuelsen
og Hugin Samuelsen er ivasamir.
Jákup á Borg setti seinast
Lukasz Cieslewicz uttanfyri.
Tað tykist sum at B36 leitar
eftir eini loysn í álopinum.
Liði skorar væl færri mál enn
kappingarneytarnar.
Gestirnir eru illa fyri á
manningarsíðuni. Poul Ingason
og Ndende Adama Guéye hava
leikbann, meðan Rógvi Joensen
og Ivan Ivanovic eru skaddir.
TB tapti í farna umfari móti
Skála, men er als ikki í vanda í
niðurflytingarstríðnum. Higartil
hevur B36 vunnið 1-0 í báðum
innanhýsis uppgerðunum. Tað
kundi sæð út til, at tað verður
nakað líknandi hesaferð.
SOSIALURIN TIPPAR 1-1
Ikki við: Eli S. Christiansson
(fluttur av landinum), Høður
Tórsson (økslin, mánaðir), Jógvan
Jóhannesarson (knæið, restina
av árinum), Jobin Drangastein
(pína) Ivasamur: Rógvi Poulsen
(fóturin) Við aftur: Heðin
Stenberg (knæið), Jákup Pauli
Breckmann (lærkrikin), Leivur H.
Joensen (knæið)
Ikki við: Erling Dávidsson
(Lærskaði, 1 vika), Erlendur
Magnusson (Slitið krossband,
langtíðarskaddur),
Róaldur Jakobsen (Fótlið,
langtíðarskaddur)
Ivasamir: Brian Jacobsen, Hugin
Samuelsen, Gilli Samuelsen
Ikki við: Andras Olsen
(krossband, langtíðarskaddur),
Jóhannes Hansen (krossband,
langtíðarskaddur), Leif Niclasen
(fótur, langtíðarskaddur), Sveinur
Lava Olsen (liðband, vikur),
Magnus Jarnskor (leikbann)
Ivasamur: Arnbjørn Hansen
(fipur)
Við aftur: Ragnar Samuelsen
Ivasamur - Símun Samuelsen
(lærið)
Við aftur: Andreas Breimyr
(skaði), Brynjar Hlöðversson
(leikbann)
Ikki við: Deni Pavlovic
(leikbannaður), Óli Eyðsteinsson
Poulsen (langtíðarskaddur) og
Ólavur Niclasen (skaddur)
Ivasamir: Simen Sandmæl
(skaddur í rygginum), Torbjørn
Grytten (skaddur í lærinum) og
Magnus Stamnestrø
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
AB
EB/STREYMUR
KÍ
ÍTRÓTTUR
Upptakt 19. umfar:
ÍF var leingi væl við mikukvøldið, men at enda vann NSÍ, sum nú er
topplið. Um vikuskiftið verður fult umfar, har tað eru fimm favorittar
NÚ ER NSÍ ODDALIÐ –
FIMM FAVORITTAR UM
VIKUSKIFTIÐ