Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 31 KÍ-Skála (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan 19.45 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ KÍ hevur í løtuni góð kort á hondini í FM-stríðnum, men hendan vikan kann fáa avgerandi týdning fyri lagið í Klaksvík. KÍ spælir leygarkvøldið móti Skála og mikukvøldið móti B36. Arbeitt verður við at fáa Simen Sandmæl kláran aftur. Hann sat yvir á Summar Festivalinum við ringum ryggi. Gestirnir av Skála stríðast við at finna týdningin av at stríðast í ongamannalandi. Skála tapti eitt sindur óvæntað móti AB, fyri síðani at vinna á TB í Trongisvági. KÍ hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar, sum báðir hava verið á Skála. Tí er KÍ favorittur at vinna, men eisini tí liðið tykist væl fyri og hevur hildið Evropa-formin. SOSIALURIN TIPPAR: 2-0 AB-NSÍ Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: ALEX TROLEIS Tað eru tvey lið í viðvindi, sum møtast á Argjum sunnudagin. NSÍ er oddalið og er formsterkasta liðið í løtuni. Klæmint A. Olsen heldur fram við at skjóta mál, meðan aðrir spælarar eisini eru farnir at traðka til. Eitt nú Øssur Dalbúð, sum er komin seg eftir skaða. Á Argjum er lagið gott, eftir at liðið hevur fingið sjey av níggju møguligum stigum eftir summarsteðgin. Fyrst við javnleiki móti EB/Streymi, síðani við sigrum á Skála og ÍF. Stóri munurin á Argjum er, at Tobias Larsen og Lukas Giessing eru komnir til felagið. Fyrrnevndi hevur verið ein brandur í málinum, meðan Lukas Giessing hevur skorað og lagt upp til mál í hvørjum dysti. NSÍ er tó favorittur at vinna, men tað kann blíva torført, tí liðið hevur spælt mikukvøldið. SOSIALURIN TIPPAR 1-2 HB-ÍF Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: EILER RASMUSSEN HB hevur at kalla allar mans tøkar til dystin móti ÍF. Norski miðvallarin, Andreas Breimyr, er tøkur er longri skaðasteðg, men tað er meir enn ivasamt um hann kemur at spæla. Símun Samuelsen er ivasamur, eftir at hann sat uttanfyri móti NSÍ. Brynjar Hlöðversson er eisini tøkur aftur. Hann hevði leikbann móti NSÍ. Tí verður tað eitt HB-lið í toppform, sum skal spæla móti ÍF. Fuglfirðingar reistu seg partvís móti NSÍ mikukvøldið, men fingu einki stig. Hópurin er tunnur og spælarar sum 36 ára gamli Høgni Zachariassen og 38 ára gamli Alex José dos Santos eru við aftur. HB er stórfavoritur og hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar í hesum kappingarárinum. SOSIALURIN TIPPAR 4-0 Víkingur-EB/Streymur Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Víkingur skal slikka sárini, eftir tríggjar ósigrar upp í slag. Víkingur hevði summarferiu á 1. plássi, men síðani hevur liðið tapt móti B36, NSÍ og KÍ. Nú skal Víkingur reisa seg móti EB/Streymi, sum er komið í trupulleikar, eftir eina annars góðkenda byrjan upp á kappingarárið. Gestirnir hava Ragnar Samue­ lsen við aftur, men Magnus Jan­ skor sleppur ikki at royna seg móti barndómsfelagnum, tí hann hevur framvegis leikbann. Arn­bjørn Hansen er sum altíð ivasamur. Seinast liðini spældu í Sarpugerði endaði tað við javn­ leiki, men Víkingur vann 4-1 á Eiði. SOSIALURIN TIPPAR. 3-0 Ikki við: Pætur Hentze (fótskaði, langtíðarskaddur) Við aftur: Petur Knudsen (leikbann, 4 gul), Bárður J. Hansen (leikbann) Ikki við: Dávid Langgaard (leikbann), Jóhan Petersen (skaddur, óvist), Poul N. Mikkelsen (knæið, langtíðarskaddur), Henry Heinesen (ryggurin, langtíðarskaddur) Ivasamur: Holgar Durhuus Við aftur: Pól Jákup Lundsbjerg (leikbann) Ikki við: Edvin Jakobsen (knæið, óvist) Ivasamir: Fróði Benjaminsen (lærið), Pætur Dam Jacobsen (knæið), Niels Pauli Danielsen (fóturin) Ikki við: Poul Ingason (leikbann, 7 gul), Ndende Adama Guéye (leikbann, 4 gul), Rógvi Joensen (fipurskaði, 1-2 vikur), Ivan Ivanovic (fótskaði, 1-2 vikur), Regin í Lágabø (knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Arthur Poulsen (hælskaði, 4 vikur) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ikki við: Vukasin Tomic (leikbann, 4 gul), Arnbjørn Svensson (mjødnin, óvist) TB Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. NSÍ 17 12 3 2 44-18 (+26) 39 2. KÍ 16 12 2 2 38-11 (+27) 38 3. B36 17 12 2 3 28-14 (+14) 38 4. HB 18 10 5 3 42-18 (+24) 35 5. Víkingur 18 11 2 5 38-24 (+14) 35 6. SKÁLA 18 8 0 10 20-21 (-1) 24 7. TB 18 5 3 10 15-33 (-18) 18 8. AB 18 3 2 13 19-47 (-28) 11 9. EB/Streymur 18 2 3 13 17-43 (-26) 9 10. ÍF 18 1 2 15 14-46 (-32) 5 Betri deildin menn 19. umfar LEYGARDAGIN: B36-TB (15.00) KÍ-SKÁLA (19.45) BEINLEIÐIS Á FM1 SUNNUDAGIN: AB-NSÍ (15.00) HB-ÍF (15.00) VÍKINGUR-EB/STREYMUR (15.00) ÍF - NSÍ 2-4 (2-1) 0-1: Peder Nersveen 2. 1-1: Gundur E. Petersen 32. 2-1: Jan Ó. Ellingsgaard br 45. 2-2: Klæmint A. Olsen 75. 2-3: Pól Jóhannus Justinussen 90. 2-4: Klæmint A. Olsen 97. Dómari: Eiler Rasmussen ÍF: Petur Minhard Magnussen - David Langgaard, Høgni Madsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen - Hans Jákup Lervig, Sámal Joensen (Alex José dos Santos, 92.), Karl Løkin, Gundur E. Petersen, Ari Ó. Ellingsgaard - Sverri Ellingsgaard Reytt kort: David Langgaard 76. (2 gul) Venjari: Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim NSÍ: Tórður Thomsen - Betuel Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Einar Tróndargjógv - Búi Egilsson (Andri Benjaminsen, 78.), Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Benjaminsen - Øssur Dalbúð (Jann Martin Mortensen, 55.), Klæmint A. Olsen Gult kort: Búi Egilsson, Einar Tróndargjógv Venjari: Guðjón þórdarson ÍF Fimm favorittar Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Kringvarpið, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. LEIVUR FREDERIKSEN: B36-TB 1 KÍ-SKÁLA 1 AB-NSÍ 2 HB-ÍF 1 VÍKINGUR-EB/STREYMUR 1 JÁKUP ÓSÁ: B36-TB 1 KÍ-SKÁLA 1 AB-NSÍ 2 HB-ÍF 1 VÍKINGUR-EB/STREYMUR 1 TRÓNDUR ARGE B36-TB 1 KÍ-SKÁLA 1 AB-NSÍ 2 HB-ÍF 1 VÍKINGUR-EB/STREYMUR 1 STIGATALVAN: 1. LEIVUR FREDERIKSEN 58 STIG 2. JÁKUP ÓSÁ 55 STIG 3.TRÓNDUR ARGE 55 STIG Tipping: Tipping 19. umfar: