Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 TÍÐINDI HVØRS MANS RÆTTUR Ferðafólk eru vónbrotin og ill, um hetta nýggja rákið, sum hevur tikið seg upp í Føroyum, sigur menningarstjórin í ferðavinnuni, Jóhan Pauli Helgason Áki Bertholdsen Vit eru nú komin í ein veru­lig­ an vanda fyri, at útlendsk ferða­fólk fara at boykotta Før­ oyar - og vit hava eisini dømi um, at tað longu er hent. Tað staðfesti Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um hvørs mans rætt til at ganga í haganum í Føroyum. Tað er ikki heilt ókent, at út­ lendsk ferðafólk boykotta okk­ um, men hesa ferð er tað ikki grindadráp, sum fær út­lendsk ferðafólk at venda okk­um bakið. Tað, sum ger ferðafólk so ill eru øll gjøldini, sum bøndur kring landið eru farnir at áleggja fólki fyri at sleppa út í náttúruna á ávísum støðum. Gjøldini eru ikki samskipa og hvør einstakur bóndi setir sítt gjald á, alt eftir hvat hvat hann heldur vera hóskandi. Gjøldini eru eisini tilvild­ar­ lig upp á aðrar mátar, tí summa­staðni skulu øll rinda, men aðrastaðni eru tað bara útlend­ingar, sum skulu gjalda ímeðan føroyingar sleppa frá. Ruðuleiki valdar Johan Pauli Helgason stað­ fest­ir, at í løtuni er tað ruðu­ leiki, sum valdar, har hvør í sín­um lagi setir ger tilvild­ar­lig­ ar gjaldsskipanir. Men hann heldur, at í minsta lagi er so tað góða komið burtur úr, at nú ásanna allir partar, at hendan støðan kann ikki halda fram, og at okk­urt má gerast fyri at fáa við­urskiftini í eina trygga og fasta legu. Men hann heldur, at tað verð­ur neyðugt at vit fáa eina politiska loysn, tí talan er um grundleggjandi spurningar, sum ognarrætt mótvegis fræls­ inum hjá fólki at ferðast í nátt­ úruni, og tað snýr seg eis­ini um umhvørvisvernd. –  So leingi eingin politisk loysn verður funnin, verða tað bønd­ur og festarar, sum einsa­ mall­ir gera av, hvørjar treyt­ir­ nar skulu vera, tí tað eru teir, sum hava allan avgerðarrættin í haganum teir umsita. – Avleiðingin er, at vit hava fingið skipanir við fleiri yms­ um gjøldum, og í summum før­ um eru gjøldini eisini órímiliga høg. – Og nógva staðni er ikki tal­ an um fólk at fáa nakra sum helst tænastu fyri tað, tey hava goldið. Og summastaðni verð­ur eisini munur gjørdur á før­oy­ingum og útlendingum. Styggja ferðafólk burtur Sum heild er endamálið at krevja hesi gjøldini at tálma ferðafólkastreymin fyri at verja náttúruna, sigur hann. Men Menningarleiðarin stað­ festir samstundis, at gjald styggir fólk burtur. Og gjøldini loysa heldur ongan trupul­ leika, tí hann verður bara flutt­ ur onkra aðrastaðni, og tað er ikki til at vita, hvat endin verð­ ur. –  Men tað kann henda seg, at vit eina ferð koma har til, at tað ikki longur ber til at flyta trupulleikan, tí gjøld eru alla­ staðni Jóhan Pauli Helgason sigur, at avleiðingin av tí kann vera, at ferðafólk so fara at boykotta Føroyar. – Tað er ein veruligur vandi, tí ferðafólk hava ta fatan, at tað er ov dýrt og óunniligt at vera ferðafólk her, leggur hann afturat. Hann sigur á, at vit eru longu í teirri støðu, at ferðafólk eru farin at føla seg óynskt í Føroyum. Hann vísir á, at kemur ein familja við tveimum vaksnum og tveimum børnum til Før­ oya, er skjótt at tey mugu gjalda einar 4.000 krónur aft­ ur­at øllum øðrum, fyri at síggja eini trý, fýra ferðamál, sum tey vilja síggja. Og í summ­um førum fáa tey onga tæn­astu afturfyri, heldur ikki ferða­leiðara. – Hetta eru útreiðslur, sum tey ikki høvdu væntað, tí tey vistu einki um gjøldini framm­ an undan, og tað elvir til stóra misnøgd. – Og í summum førum kann nátturuvernd ikki vera orsøkin til gjøldini, tí gingið verður eftir gøtum allan vegin, uttan at stíga fótin á gras, sigur menn­ingarleiðarin. Okkara umdømi syndrast Hann sigur, at tíðindini um øll hesi nýggju gjøldini, sum nú er í Føroyum, eru farin at breiða seg kring heimin, og á Visit Faroe Islands fáa tey dagliga boð frá vónbrotnum ferða­ fólki, sum føla seg so dyggiliga snýtt av gjøldunum, sum nú eru ásett. Onkur av teimum halda eis­ ini, at gjaldið tey hava goldið, er burtur úr vón og viti fyri tæn­astuna tey fingu aftur fyri. Og ferðafólk hava skrivað til okkum har tey siga, at tey eru fegin um, at tey frættu um hesi gjøldini, áðrenn tey høvdu keypt ferðaseðlin til Føroya, tí nú fara tey heldur onkra aðra­ staðni. Menningarleiðarin sigur, at okkara umdømi sum eitt land, ið er vert at vitja, er við at syndr­ast, og heldur hendan gongd­in fram, heldur ruðu­leik­ in eisini bara fram. – Og vit fáa heldur ikki eina skipaða ferðavinnu fyrr enn eisini vit fáa eina skipan fyri, hvussu ferðavinnan kann brúka náttúruna. Hann vísir eisini á, at tey hava havt nógvar fundir við bøndur og festarar, men tað er ógjørligt at gera serligar av­tal­ ur við hvønn einstakan av teim­um yvir 470 bøndrum og fest­arum kring landið. – Tí mugu vit hava eina felags skipan fyri alt landið, sig­ur Jóhan Pauli Helgason Hann sigur, at ein loysn kann vera, at ferðafólk rinda eitt umhvørvisgjald, sum síð­ ani verður býtt sundur í trý, har bøndurnir fáa ein triðing, har ein triðingur fer til nát­t­ úru­vernd, og har tann síðsti trið­ingur fer til at seta fólk í starv til at gera gongugøtur og annað í náttúruni. Tey halda nevniliga, at tað er neyðugt at gera gøtur at ganga eftir, ikki bara gomlu FERÐAFÓLK ERU FARIN AT BOYKOTTA FØROYAR Ferðafólk eru farin at føla seg óynskt í Føroyum