Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 TÍÐINDI Tað er ókeypis næstan allastaðni Tað verður mangan ført fram, at í øðrum londum er tað heilt vanligt at fólk mugu rinda fyri at sleppa út í náttúruna, og tó er tað einki undarligt, at bøndur í Føroyum eisini eru farnir at krevja gjald frá ferðafólki. Men en kanning hjá Visit Faroe Islands, vísir, at hetta er ikki rætt, tí tað er bara í heilt fáum førum, at tað kost­ar at fara í náttúruna. Sum heild kann sigast, at einki land tekur gjald fyri at ganga í náttúru, uttan so, at tal­an er um tjóðargarðar ella heilt serstøk støð. Kanningin hjá Visit Faroe Islands sigur, at ongastaðni í Norðurlondum verður gjald tikið frá fólki fyri at fara í náttúruna. Her er talan um Áland, Bornholm og Danmark sum heild, Finnland, Grønland, Ís­land, Noreg, Hetland og Svøríki, har tað er ókeypis. Í Fraklandi, Írlandi, Ong­ landi, Skotlandi, Slovakia, Sveis. Týsklandi og í Wales, verða ongi gjøld kravd, held­ ur ikki fyri at sleppa í tjóð­ ar­garðar. Í Italia, Pólandi og í Spania verður í onkrum før­ um tikið gjald fyri at sleppa í tjóðargarðar. Í USA og í Kanada verður goldið fyri at sleppa í tjóð­ argarðar, í Palau verður goldið fyri at sleppa til heilt serlig støð og oyggjar og í Gala­pos er tað í fleiri førum eitt krav at hava góðkendan ferðaleiðara við.       Ein roynd at fáa partarnar at nærkast Mikudagin skipaði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, fyri ráð­ stevnu í Norð­urlanda­hús­ inum um ferðavinnu í Før­ oyum, og serliga um rætt­in til at ganga í hag­an­um. Ferðavinnan, almenning­ urin og tey, sum umsita jørð­ina, hava øll síni serligu áhuga­mál og ráðstevnan var ein roynd at fáa part­ar­ n­ar at nærkast. Á fundinum var Jóhan Pauli Helgason, menn­ingar­ leiðari á Visit Faroe Islands, Magnus Gaard, næst­for­ mað­ur í Hagafelag Føroya, Poul Sundskarð, sum skipar fyri ferðum í fjøllunum kring alt landið við lokalum ferðaleiðarum. Og somu­ leið­is var Ulf Silvander, aðal­skrivari í felagsskapinun, Svensk Fri­ luftsliv við á ráðstevnuni. Umboð fyri tey, sum um­ sita jørðina, skuldu eisini vera umboðað á ráðstevnuni og bæði Bóndafelagið, Óðals­felagið, og Jarðir, høvdu játtað at verið við, men síðani góvu tey avboð aftur, upplýsti fyrireikarin. Jarðir er eitt felag, sum Bóndafelagið og Óðals­fel­ agið hava stovnað at røkja teirra áhugamál í sambandi við ferðavinnu og annað virksemið í haganum. Í blaðnum í dag, og í morg­in, fara vit at tríva í nakað av tí, sum varð ført fram á fundinum. bygda­gøturnar, men eisini gøt­ ur til ymisk sermerkt støð, har ferða­fólk vilja fara. Hann sigur eisini, at skal mun­ur gerast á føroyingum og út­lendingum, er lættasti mátin at leggja eitt avgjald á ferða­ seðl­ar, og tað ber eisini til at gera eina skipan, har før­oy­ing­ ar sleppa undan at rinda. –  Og tað hevur týdning, at hetta verður gjørt um alt landið, soleiðis at eingin kann bera seg undan. Hinvegin ásannar hann, at sam­stundis er tað eisini neyð­ ugt at friða serliga viðbrekin pláss, og mark eigur at verða sett fyri, hvussu nógv ferða­ fólk skulu sleppa til ávís øki, eitt nú smábygdir. – Tí hava mugu vit eisini fáa eina lóg um náttúruvernd - men tað eiga vit at fáa um vit hava ferðavinnu ella ikki. Eitt nú eiga vit at fáa reglur fyri koyring við lendisakførum, tí tey fara rættiliga illa við hag­ a­num. Kemur næstan ikki fyri Tað verður mangan ført fram, at tað er vanligt, at ferðafólk rinda fyri at ganga í náttúruna, so tað eiga vit eisini at hava í Føroyum. Men tað afturvísur menn­ inga­leiðarin á Visit Faroe Is­ lands. Tað er ikki rætt, at tað er van­ligt aðrastaðni at taka gjald frá fólki fyri at lata tey sleppa at ferðast í náttúruni. Vit hava spurt okkum fyri í nógv­um londum, og tað er onga­staðni at pengar verða tikn­ir frá fólki fyri sleppa út í nátt­úruna. Tað ber til at finna heilt ávís støð, har at­gongu­ merki verða kravd, eitt nú í tjóð­arlundum, men har tað verð­ur gjørt, er tað alofast smá­pengar, sigur hann. Triðstørsta útflutningsvinnan Menningarleiðarin á Visit Faroe Islands leggur dent á, at vit mugu heldur ikki gloyma, hvat vit fáa burtur úr ferða­ vinn­uni, tí missa vit hana á gólvið, verður tað eitt stórt bakk­ast fyri okkara samfelag. Útlendsk ferðafólk eru við til at tryggja okkum støðugt ferðasamband við umheimin við Norrønu og við Atlantsflog, og tey hava stóran týdning í strembanini eftir at halda prís­inum á ferðaseðlum niðri. –  Samstundis eru tað yvir 600 fólk í Føroyum, sum hava sína fullu ársinntøku úr ferða­ vinn­uni. Sostatt er hon ógvu­ liga arbeiðsskapandi og í fjør var umsetningurin í ferða­ vinn­uni yvir 700 milliónir krón­ur. Tað merkir, at nú er ferða­ vinn­an okkara triðstørsta út­ flutn­ingsvinna, sigur menn­ ing­arleiðarin. – Harafturat er ferðavinnan ein støðug vinna, og ein støðug inntøka, har aðrar tilfeingis­ vinn­ur kunnu vera skiftandi, legg­ur hann afturat. Vit eru við at koma í so ringt orð úti í heimi, at ferðafólk venda okkum bakið, og missa vit ferðavinnuna á gólvið, verður tað ein øgiliga stórur missur fyri føroyska samfelagið, sigur Johan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands Nú er ferða­ vinnan okkara triðstørsta út­ flutnings­vinna