Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 TÍÐINDI Veggurin á Posthúskjallaranum í Havn hevur fingið nýtt lív, nú Bárður Dahl Christiansen hevur prýtt hann við einum listaverki av máling og træskurði. Vit hittu hann, meðan hann var í gongd Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Uttan fyri Posthúskjallaran í Tórsgøtu stendur listamaðurin Bárður Dahl Christiansen við sínum pensli. Veggurin, sum í eitt mannaminni hevur verið kritahvítur og óáhugaverdur, er nú eitt spennandi og livandi listaverk. Bárður byrjaði at mála veggin síðst í juli, men legg­ur nú síðstu hond á enda­ liga verkið. - Feitt! Hatta riggar ótrúliga væl, letur úr einaru ungari kvinnu, sum gongur framvið. Tað var eisini nakað av tí fyrsta, eg segði, tá eg kom framvið. Og líknandi viðmerk­ ingar hevur Bárður fingið allan dag frá fólki, ið hava varn­ast hansara arbeiði. Tí nú er veggurin veruliga blivin til nakað, sum mann leggur merki til og beundrar - og ikki bara gongur forbí. Snýr seg um tíðina Listaverkið tekur støði í nøkr­ um linoliumskurðum, sum Bárð­ur hevur gjørt. Millum skurð­irnar hevur hann við máling sambundið verkið, sum í høvuðsheitum er av tveimum kvinnum í sjónum. Í verkinum eru fleiri ymisk elementir, sum listamaðurin hevur arbeitt við í sambandi við eitt hugskot at gera nakrar søgur um føroysku tíðina. Lista­verkið kallar hann: “Tíðin – Ein ferð úr fortíðini til eina­ ferð”. Her hugleiðir hann um ess­ ens­in av tíð sum ein ítøkilig áhald­andi gongd, men eisini sum eitt abstrakt og hugtoykt fyribrigdi. - Tann eina kvinnan hyggur fram eftir, og hin kvinnan hygg­ur eftir støðuni, sigur Bárð­ur Dahl Christiansen og peik­ar eftir kvinnuni høgru­ meg­in. - Hon sær eitt sindur ør­ kymlað út. “Eru vit við at missa okkum sjálvi? Eru vit við at blíva líka sum restin av verð­ ini?” spyr hon. William Heinesen og Janus Kamban Kvinnan vinstrumegin hevur eitt serligt tyssi í hondini. - Í veruleikanum er hatta eitt tyssi av fortíðini, nútíðini og framtíðini, sigur Bárður og vísir á tey ymsu tingini í tyss­ inum. Har eru eitt nú elementir frá William Heinesen, og so er ein snildfon eisini mitt í rok­ anum. Hondin, sum heldur tyss­in­ um, er ikki bara ein tilvildarlig hond. Bárður sendir eyguni beint niður á kloakklokið á vegnum, har eyðkenda ham­ ara-búmerkið hjá Tórshavnar kommunu er graverað í. - Hondin er eitt feminint boð uppá búmerkið. Eg havi altíð hugsað, at tað var Tór, sum helt hamarinum. Tí havi eg heldur gjørt tað soleiðis, at tað er ein genta, sum heldur í einum tyssi, og eg havi brúkt nøkunlunda sama form sum í vanliga búmerkinum, greiðir Bárður frá. Vit flyta okkum nakrar metr­ar til høgru og koma yvir til hina helvtina av vegginum, sum er prýddur við høgum ald­um. Á aldunum er ein týði­ lig tilsiping til kenda bátin hjá listamanninum Janusi Kamb­ an, sála. - Her síggja vit ein persón, sum stendur við einari selfie­ stong í bátinum. Og tað er jú ein onnur søga, enn tann søg­ an, Janus Kamban fortaldi, sig­ ur Bárður Dahl Christiansen. Øll fara ikki til listaframsýningar Enn ein persónur kemur gang­ andi framvið, meðan Bárður hug­tikin greiðir frá sínum hugs­anum um listina á vegg­ inum. - Kul! sigur maðurin, sum skjótt fer víðari. Sjálvur heldur Bárður Dahl Christiansen, at gøtulist hevur stóran týdning í býarrúminum í Føroyum, og hann fegnast um, at hetta slagið av list hev­ ur fingið størri raðfesting sein­ astu árini. - Vanlig list kann ofta blíva nokkso ekskluderandi, tí tað eru fleiri fólk, ið kanska ikki skilja alt slag av list. Tað eru heldur ikki øll, sum ganga á listasavn, sigur hann og vísir á munin millum vanliga list og gøtulist. - Gøtulist er ikki yvirdrivin akademisk list. Men hetta er í eygnahædd við tað vanliga fólkið. Hetta er í størri mun dekoratión, sum mann kann hyggja at, meðan mann ferðast í býnum. Fólk skilja tað og virðismeta tað. Tað er í øllum førum feitari enn ein hvítur veggur, og tað er tí, at fólk eru so við uppá gøtulist, sigur Bárð­ur Dahl Christiansen. Tilvildin bjóðaði honum við á risastóran festival Á kaiini liggur eitt ferða­ manna­skip, sum av røttum skuldi verið í Íslandi beint nú. Men tað var ov ringt veður at sigla til Íslands, so tað kom á Havn­ina í staðin fyri. - Vilt tú hoyra nakað crazy? spyr Bárður spentur. - Beint í áðni sat eg og tosaði í telefon, og so steðgaði ein kvinna, sum var komin við has­um ferðamannaskipinum. Hon spyr meg, um eg veit, hvør hevur málað hendan veggin. Eg sigi so, at eg akkurát eri í ferð við at mála hann, greiðir hann frá. Tað vísti seg, at hendan kvinnan stendur á odda fyri ein­um av heimsins størstu street-art festivalum, nevni­ liga Wide Open Walls. - Hon spurdi meg, um eg ikki hevði hug at vera við næsta ár. Eg segði sjálvandi ja, sigur Bárður, sum er púra ov­ far­in av tilvildini. - Hon átti jú ikki at vera í Før­oyum! Hon átti at vera í Ís­ landi, sigur hann og samanber hesa støðuna við fót­bólts­ heim­in. - Tað er akkurát sum, um tú spælir fótbólt í túninum, og so kemur landsliðsvenjarin hjá Brasilien framvið og spyr, um tú hevur hug at spæla við landsliðnum til VM. So stórur er hasin festivalurin. Kvinnan gav Bárði sítt visit­ kort og bað hann seta seg í sam­band við hana. - GØTULIST ER Í EYGN Bárður Dahl Christiansen: