Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 TÍÐINDI Verkið hevur langa livitíð hóast tíðaravmarking Gøtulistin hjá Bárði á Post­hús­ kjall­aranum er partur av gøtu­ listsverkætlanini “Listarbrøgd”, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Fýra listafólk vórðu boðin at gera uppskot til at prýða veggin, og uppskotið hjá Bárði Dahl Christi­ansen varð valt út sum tað fyrsta í "Listarbrøgd". Talan er um fyribilslist í mið­ ­býnum, sum merkir, at lista­ verkið bara verður at síggja í eitt avmarkað tíðar­skeið - all­ ar­helst eini tvey ár. Júst hesa avmarking hevur Bárð­ur havt í huganum, tá hann hevur gjørt hetta. - Nokkso nógv av verkinum er træskurður, sum er skrúvað fast. Tað vil siga tað, at tú kanst væl taka tað av, flyta tað og koyra tað onkra aðrastaðni. So fært tú kanska eina nýggja søgu í staðin fyri tað, sum júst hetta verkið snýr seg um. Uppá hendan mátan fær verkið fær eina longri livitíð og eitt annað lív, tá hetta verð­ ur tikið niður og koyrt upp aft­ ur, fortelur Bárður Dahl Christi­ansen. - So kundi mann gjørt fleiri elementir og møguliga droppað onkur elementir. Mann kann eisini býta tey runt og brúka tey í heilt øðrum og ymsum sambondum, sigur hann. NAHÆDD VIÐ FÓLKIÐ Her er ein endurtulking av eyðkenda bátinum hjá Janusi Kamban - ein persónur við einari selfiestong Eitt tyssi av fortíðini, nútíðini og framtíðini Listamaðurin Bárður Dahl Christiansen vann kappingina um at prýða veggin á Posthúskjallaranum