Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 TÍÐINDI Ókeypis – men kostar 3,5 milliónir krónur – Tað eru 65 fyritøkur, sum rinda fyri, at vit kunnu hava Sjómannadagin ókeypis. Uttan vælvild frá teimum og øllum teimum 500, ið arbeiða ókeypis, so hevði tiltakið ikki verið, sigur Karl Birgir Isaksen, ein av fyrireikarum av Sjómannadegnum Tað, sum eyðkennir tiltakið, er, at alt er ókeypis. – Vit hava nógvar stuðlar, sum gera, at hetta tiltakið er møguligt. Tað er fantastiskt at hava fleiri virki, sum bakka upp um tiltakið, millum annað JFK, Christian í Grótinum og Bakkafrost. Men eisini Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi og nógvar aðrar fyritøkur. Tær fíggja alt tiltakið. Tilsamans kostar alt umleið 3,5 milliónir krónur, sigur Karl Birgir Isaksen. Rúsfrítt familjutiltak – Sjómannadagar er eitt rúsfrítt familjutiltak. Í fyrstuni var tað fyri sjófólk, men nú er tað fyri alt Føroya fólk. Tað er fantastisk at síggja so nógv fólk, og at síggja so glað fólk. Tann sosiali parturin í einum rúsfríum umhvørvi, er nakað, ið vit ynskja skal eyðkenna tiltakið, sigur Karl Birgir Isaksen. Sjálvur ætlar hann at halda á at skipa fyri tiltakinum. – Vit ætla at halda á, so leingi fyritøkur vilja stuðla tiltakinum, og so leingi fólk vilja arbeiða ókeypis. Eg kann vera við, so leingi eg orki og tími. Men um ikki eg, so kann onkur annar gera tað, sigur Karl Birgir Isaksen. Frants Jensen frants@sosialurin.fo Sjómannadagar vóru í Klaks­ vík um vikuskiftið, og hetta stutt­liga, øðrvísi, rúsfría, ókeyp­is familjutiltakið savn­ aði aftur í ár sera nógv fólk – umleið 7-8000 Fríggjakvøldið var tað stóra vatnkríggið. Bæði børn og vaks­in, bátar, skip, sløkkilið og bjargingarfeløg ymsastaðni úr landinum tóku lut. Børn og vaksin stuttleikaðu sær óført at sproyta vatn á hvønn annað, og helst vóru nógvir karmar aft­aná. Fríggjakvøldið var eisini tann stóra fiskikappingini. Leygardagin var tann stóri dagurin við øðrvísi kapp­ing­ um, sum til dømis egnikapping, kapping í sjómanstaki, tog­ tugan, skipalista-kvissin, køku­ kapp­ing eins og fleiri aðrar kapp­ingar. Møguleiki var at vitja um­ borð á træseglskipunum eins og Hans á Bakka og á Brimli. Ymiskt undirhald var annars bæði fyri børn og vaksin. Smakkiroyndir vóru eisini av ymiskum, sum fiski- og ali­ fyritøkur hava at bjóða. Tað best umtókta millum fólk var at fáa ókeypis fish & chips frá JFK og Kósini. Fólk stóðu í tímar og bíðaðu. Sjómannadagar byrjaðu í 2005, og hetta er sostatt 15 ferð, at tiltakið er. Sjómanna­dagarnir savna nógv fólk