mánadagur 19. august 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94
Streymurin fer at batna,
og veðrið verður gott. Tí
verður roknað við nógvum
útróðri hesa vikuna.
Teir endaðu á ovastu rók
Á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík um vikuskiftið varð avdúkað,
hvørji bestu skip og bátar vóru í 2018 – í nøgd og veiðivirði
Vilmund Jacobsen
Í fleiri førum eru somu skip og
bátar best, bæði í nøgd og
veiðivirði, men tað eru undan
tøk, har eitt skip ella bátur
hevur størstu nøgd, og eitt
annað skip í sama bólki hevur
størsta veiðivirði.
Soleiðis gekk eitt nú millum
trolararnar í bólki 2. Her var
Skoraberg (KG 380) bestur í
nøgd - og Brestir (VA 705) best
ur í veiðivirði.
Í stuttum kann sigast, at
Skoraberg telist millum teir
seks ísfiskatrolararnar, sum
vanliga eru á gulllaksaveiði frá
apríl til nakað út á heystið.
Brestir er fyri nøkrum árum
síðan umbygdur, soleiðis at
teir kunnu frysta veiðina um
borð.
Av línuskipunum, sum eru
størri enn 110 tons, bólkur 3,
gjørdist Klakkur (KG 9) bestur,
bæði í nøgd og veiðivirði.
Útróðrarbáturin
Brandur
(KG 557) gjørdist bestur bæði í
nøgd og veiðivirði millum út
róðrarbátar í bólki 4A, sum eru
bátar millum 15 og 40 tons.
Brandur hevur einar átta
ferðir seinastu árini – tó ikki
øll árini fylgjandi – verið best
ur í sínum bólki.
Millum teir størru útróðrar
bátarnar ella smáu línubátar
nar í bólki 4B, sum eru bátar úr
40 til 110 tons, gjørdist Vol
unteer bestur, bæði í nøgd og
veiðivirði.
Volunteer (FD 387) fiskar
væl, og teir hava eisini fleiri
ferðir ligið í oddinum.
Í 2018 hevði trolbáturin Jens
Leon (FD 830) størstu nøgd og
størsta veiðivirði í sínum bólki,
4T, og garnaskipið Thor (VN
87) endaði ovast í sínum bólki,
bæði í nøgd og veiðivirði.
Hyggja vit at enda eftir
teimum smáu útróðrarbátun
um í bólkunum 5A og 5B, sum
eru bátar smærri enn 15 tons,
gjørdist Falkurin (FD 660) best
ur í nøgd og veiðivirði í bólki
5A, sum eru fullriknir bátar.
Í bólki 5B gjørdist Katrin
(FD 771) best í nøgd – og út
róðrarbáturin, Anna Maria (VA
369), best í veiðivirði.
Katrin er báturin í Søldar
firði, sum eisini plagar at fiska
brisling og sild.
Tríggir
garpar
Vilmund Jacobsen
Leygardagin var sonevnd
ur stuttleikadagur á Norð
aravatni í Skopun, tey rópa,
og tað vóru hjúnini, Krist
vør og Eivind Kolden, sum
skipaðu fyri.
Ein av kappingunum var
sonevnd súkklubátakapp
ing, og henda stóð millum
tríggjar bátar, Sambands
flokkin, Tjóðveldi og Fólka
flokkin.
Á sínari politisku Face
book-síðu
sigur
Sámal
Hanni Lognberg, at tað var
Sambandsflokkurin, sum
vann við sínari góðu mann
ing.
- Hetta var ein sera
hugnaligur stuttleikadag
ur á Norðaravatni, verður
sagt úr Skopun.
KOMANDI VIKUSKIFTIÐ,
23.-25. august, verða
seinsummardagar hildnir á
Sandi, og her verður nógv
ymiskt á skrá, bæði fyri
børnum og vaksnum.
Fáa hýsu og skøtu
Sandshavið hevur aftur í heyst gjørt línuroyndir á Føroyabanka
Vilmund Jacobsen
Seinastu tíðina hevur lítil
línufiskiskapur verið undir
Føroyum, og bert tvey ísfiska
línuskip hava verið til fiski
skap seinastu dagarnar. Annað
skipið hevur fiskað tosk og
hýsu og hitt, sum er Sands
havið, hevur gjørt royndir á
Føroyabanka.
Sambært
Fiskamarknaði
Føroya landar Sandshavið í
dag og hitt línuskipið, sum
eisini
er
undir
Føroyum,
landar væntandi miðskeiðis í
vikuni. Veiðan hjá Sandshav
inum á Føroyabanka hevur
verið mest hýsa og skøta.
Eitt ísfiskalínuskip er á Ís
landsrygginum, og tað kemur
eisini inn at landa í dag. Veið
an á Íslandsrygginum er
mest toskur og svartkalvi.
Haraftrat er eitt ísfiskalínu
skip í íslendskum sjógvi.
Um frystilínuskipini er at
siga, at eitt er á Flemish Kap,
tvey eru í grønlendskum
sjógvi, og eitt frystilínuskip
tekur ímóti fiski í Grønlandi.
hóskandi vallarljós sett upp
við Margáir, siga tey í Sunda
kommunu.
Sjúrður Joensen á Skála eigur útróðrarbátin Falkin, sum gjørdist besti bátur í bólki 5A í fjør