Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 KJAK Hjartaliga tillukku til Nýggja musikkskúlan í Havn Í dag lat Klovni Kletturin upp. Og vit vóru ikki vónsvikin. Javnaðarflokkurin og sam­ bands­flokkurin í Tórshavnar Býráði ynskir Musikk­skúl­an­ um hjartaliga tillukku við nýggja musikkskúlanum, sum varð tikin í nýtslu í dag. Vit ynskja næmingum, musikk­ skúla­lærarum, leiðsl­uni og øllum borgarum í Tórshavnar Kommunu góða eydnu við hesum týdningarmikla ment­ an­arvarða. Her koma uml. túsund ung­lingar at hava sína dag­ ligu gongd, og sleppa at kaga inn í tann óendaliga heim av upplivingum, sum tónleika­ heim­urin hevur at bjóða. Á skúladeplinum í Markna­ gili ganga út við 1300 ung­ dómar í skúla hvønn dag. Og næsta ár flytur eisini Skúlin á Fløtum inn í nýggjan fram­ komn­an skúla í nærmasta grannalagi hjá Musikk­skúl­ an­um, Rundan um nýggja musikk­ skúlan er sostatt eitt yðj­andi ungdómslív. Vit síggja fyri okkum eitt fantastiskt um­ hvørvi, har ungdómur og tón­ leikur fer at blóma og menn­ ast. Undanfarna býráðs­sam­ gonga legði stóran dent á at fyri­reika hesa verkætlan so væl sum møguligt. So væl, at skúlin var útboðin, og sátt­ mál­arnir gjørdir, tá ið nýggja býráðssamgongan tók við. Vit fegnast um, at nýggja býráðssamgongan valdi at halda fast við hesa raðfesting hjá okkum, at byggja nýggjan musikkskúla beinan vegin. Vit syrgdu fyri at at Tórs­ havnar Kommuna hevði neyva fíggjarstýring og var at kalla skuldarfrí, tá ið nýggja samgongan tók við, so­leiðis at rúm var fyri at byggja bæði skúlan á Fløtum og Musikkskúlan. Vit bjóðaðu musikkskúlan út, og høvdu eisini eina greiða ætlan fyri, hvussu musikkskúlin skuldi fíggjast. Í dag klipti Annika Olsen snórin – men alt tað fyrireikandi arbeiðið var gjørt frammanundan. Kanska hevði tað sømt seg, at býráðssamgongan og borg­ arstjórin við hvørt umboðaði alt býráðið – og ikki einans sam­gonguna. Bæði musikkskúlin og ork­ esturhøllin liva upp til øll krøv. Vit hava í góðum samstarvi í býráðnum og í samstarvi við musikkskúlan tryggjað, at skúl­in er nóg stórur til bæði næm­ingar, lærarar og til fram­førslur. Í allari til­gongd­ ini løgdu vit í farna valskeiði dent á, at skúlin skuldi lúka øll krøv. Vit valdu at broyta staðsetingina og at vaksa um skúlan. Vit øktu fermetratalið á skúlanum upp í 1.970 fer­metr­ ar, og orkesturhøllin, sum hev­ur fingið navnið Hátún, er 553 fermetrar og kann hýsa upp í 348 áskoðarum. So­statt kann bæði skúli og ork­esturhøll bjóða framtíðini av. Dagurin í dag er ein stórur dag­ur. Orkesturhøllin stóð sanni­liga sína roynd, nýggj tónleikaverk vóru framførd – og tað er eitt stórt upplivilsi at koma inn í henda heilt ser­ staka bygning. Vit fara vegna minnilutan í Tórshavnar Kommunu at ynskja øllum eina hepna hond og góða eydnu, og vit vóna, at tað fer at eydnast at finna fígging fyri tí vaksandi virk­semi, sum sjálvandi eigur at fara fram á nýggja musikk­ skúl­anum í Havn. Bestu heilsanir til Musikk­ skúlan Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, Tróndur Sigurðson, Javnaðarflokk­ur­in, Bjørghild Djurhuus, Javn­ aðarflokkurin, Halla Samuel­ sen, Javnað­arflokk­ur­in, Bjørg Dam, Javnaðarflokkurin, Heðin Mortensen, Javnaðar­ flokk­urin og Annfinn Brekk­ stein, Sambandsflokkurin. Seyður í Porkeri kastar burtur Kári Thomsen Seyður í Porkeri kastar burt­ ur... men tá talan er um so stóran part av seyðinum, ið allur hevur gingið í økinum við víkina í Porkeri, og verið í mølini og eti tara - og at lomb aðrar staðir í Porkeri ikki vísa óvanligan atburð, er einki at ivast í hvør orsøkin er. Og hon skal finnast í al­ing­ ini, ið liggur úr fyri víkina í Porkeri. Staðfest er í óteljandi gransk­ingarverkætlanum at fost­ur fáa skaða av pyrotroid­ um og organofosfatum. Tá váravlúsingin er uppá sítt besta í mars og april mánaða, verða stórar nøgdir av nerva­ eiturevnum sum Deltametrin og Cypermetrin latið á sjógv, afturat organifosfatinum Aza­methifos. Kombiviðgerð við Deltametrin og Aza­ methi­fos er ein óugnaliga sterk­ur nervaeiturløgur, ið ikki hvørvur fyri tað at hesin verð­ur latin á sjógv - bein­ leiðis gjøgnum opnu nótina ella dumpaður frá brunn­ bátinum. Evnini spjæðast í sjónum og enda við rákinum inni í vikini í Porkeri har seyðurin fær sær tara at eta - ið er dálkaður við hesum evnum. Prógvað er í Noreg, at tari fær álvarsligan skaða frá lúsa­basingarevnum, so ikki skal nógv servitan til fyri at leggja tvey og tvey saman til fýra. Enn ein álvarslig avleiðing á okkara tilverugrundarlag - ikki bara at firðir og sund verða eitrað og løgd í oyði, men nú at okkara seyður held­ur ikki sleppur undan óhugna­ligu avleiðingunum frá einari milt sagt sjúkari vinnu­grein. Burðardygg menning... møsna politikkarnir, ið opin­ bart ikki hugsa longur enn til egn­an maga og stuttskygda væl­veru. Vita politikk­ arar alt ? Tordur J. Niclasen Tað kann tykist so, tá teir verða spurdir um eitt hvørt – nógvir tykjast at hava svar uppá alt mill­ um himmal og jørð – ja, at teir vita alt. Eg telist millum teir, ið ikki veit ella havi svar upp á alt – so langt frá tí!! Tí ert júst tú vælkomin at senda mær huskot, mein­ingar, uppskot ella viðmerkingar, sum møgu­liga koma at vinna frama á tingi – um eg verði valdur. Tað hevði glett meg at frætt frá tær og skal eg lova tær, at hetta er í trúnaði, um tú ynskir tað! Tú kanst senda mær uppskot v.m. til mín mail: Tordurjn@gmail.com, ella á boð á míni FB síðu.