Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 Kirkjur Sunnudagin 25. august 2019 Argja kirkja kl. 11.00: Lestur. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Christianskirkjan kl.11 Lestur Havnar kirkja kl. 11.00 Uni Næs - altargongd - skriftarmál kl. 10.40 Húsar kl.11 Henning Bøgesvang altarg. Tvøroyrar kirkja kl. 11 Jónsvein Bech. Vestmanna kirkja Kl. 11.00 Deknaguðstænasta Kl. 18.00 Maria Summers við Skipá verður sett inn í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi. Eftir guðstænastuna verður bjóðað til kalt borð í Missiónshúsinum. Vesturkirkjan kl. 11.00: Lestur. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Ebenezer Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo KFUK Mánadagin 19. augusat kl. 15.00: Vit byrja aftur eftir summarferiuna. Seinnapartsamkoman við Petur Jacob Sigvardsen. Hósdagin 22. august kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Hósdagin 22. til 25. august: Bíbilskeið í Nesvík. Tilmelding neyðug. Ring til Nesvíkar. Mánadagin 26. august kl. 15.00: Seinnapartsamkoman við Sonju Klein. Hósdagin 29. august kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Missiónshúsið í Skopun Mikudagin 21.aug. Kl. 19.30 bønarløta. Kl. 20.00 bíbliutími v/Havstein Klein, presti. Sunnudagin 25. aug. Kl. 17.30 bøn-& lovsangur Kl. 18.00 møti v/Niclas Leo. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Týsdagin 20. aug. kl. 19:30 Bøn og bíbliutími Fríggjadagin 23. aug. kl. 21:00 Opið hús Sunnudagin 25. aug. kl. 17:00 Møti við vitnisburðum Veri hjartaliga vælkomin www.glyvra.fo Reyða Kross Vitjunartænasta er nú eisini í hesum kommunum. Um fólk vilja gerðast vitjunarvinir ella fáa vitjunarvin, kunnu tey ringja til viðkomandi kontaktpersónar. Tórshavn Eyrith tlf. 513784 ella Marin tlf. 284333 vitjunartanastan@ redcross.fo Sørvágs Kommuna, fyrisitari Anna.S. tlf. 332705/272142 Vága Kommuna, fyrisitari Hansia tlf. 229705 Tvøroyra Kommuna, fyrisitarir Marit tlf. 611087/281339 og Eileen tlf. 289563 og Bergljót tlf. 294216. Kommununar í Sandoynni, fyrisitarir Óløf tlf.561348 og Kristbjørg tlf. 281708 Norðoya Øki, fyrisitarir Maria Olsen tlf. 282171 og Gerda Absalonsen tlf. 215174 Soli Deo Gloria. Hósdagin kl. 20.00 ungdómsmøti við Hallgerð Akurstein Sunnudagin kl. 18.00 møti við Hallgerð Akurstein Amboð Grindaknívasett.(knívur og gaffil) Sera vakurt grindaknívasett til sølu til hægstbjóðandi. 370517 LÝSINGARTORG Gullbrúdleyp 31. aug. hava vit, Jórun og Sverri Joensen, Norđskáli, veriđ gift í 50 ár. Tađ fara vit at hátíđarhalda í Eydnuni 21. sep. kl 17.00. Tit, sum ynskja at hátíđarhalda dagin saman viđ okkum, verđa biđin um at siga frá áđrenn 20. aug. á tlf. 228440 (Jórun), ella 774703 (Kirstin). Brúdleyp Leygardagin 24. august 2019 giftast Lena Bergarsdóttir Poulsen og Petur Sigurd Úr Fugloy Justesen. Vígslan verður í Hvannasunds kirkju kl. 14.00. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00 Brúdleyp 24. august giftast Maria Wenningstedt, Hvalvík og Karstin Vang, Kvívík. Vígslan verður í Kvívíkar kirkju kl 14. Vælkomst verður í Glæmuni, í Kvívík, frá kl 17. Øll eru hjartaliga vælkomin .Heilsan Maria og Karstin 75 ára føðingardagur Mikudagin 21. august verður Oda Andreasen, zonuterap. 75 ár. Hon verður at hitta í Hornahúsinum frá kl. 16.00. Øll eru vælkomin. 70 ára føðingardagur Tann 12. september verður Kristina Høgnesen 70 ár. Dagurin verður hildin í bygdarhúsum í Leirvík klokkan 18, leygardagin 14. september. Vinarliga sigi frá á tlf. 443395 ella 283395 70 ára føðingardagur Leygardagin 5. oktober heldur Sigrid Hammer 70 ára føðingardag. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Dugna á Hjalla. Verið hjartaliga vælkomin frá kl. 17 og úteftir. Vinarliga boða frá luttøku áðrenn 20. september á tlf. 261638. 70 ára føðingardagur Hósdagin 12 Septembur fylli eg 70 ár. Dagurin verður hildin í Garðslon í Vági, leygardagin 14 Septembur frá kl. 14.00 til 20.00. Øll er hjartaliga vælkomin. Doreta Kærbech 75 ára føðingardagur Mikudagin 21. august verður Petur Christian Rasmussen, Skála, 75 ár. Dagurin verður hildin í Bygdasalinum í Ítróttarhøllini á Skála fríggjakvøldið 23. August frá kl. 19.00. 80 ár Líradagin 26. august 2019 verði eg 80 ár, og í tí sambandi hevði tað glett meg at sæð ætt, vinir og kenningar til eina hugnaløtu saman við mær. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum frá kl. 18.00 har ein nátturabiti og okkurt gott omaná verður at fáa Øll eru hjartaliga vælkomin. Heilsan, Oddbjørg Jacobsen 95 ár Daniel Jacob Olsen (Dalli) úr Vestmanna búsitandi í Havn verður 95 ár leygardagin 24. august. Opið hús verður á Lágargarði, Stoffalág 84 leygardagin 24. august 2019 frá klokkan 16:00. MERKISDAGAR TILTØK Havi ikki hoyrt so skapt Eingin ivi um, at ferða­ vinnan er og kann ger­ ast eitt týðandi íkast til føroyska bú­skapin – og hevur Visit Faroe Is­ land í so máta megna upp­gávuna sera væl at marknaðarføra Føroy­ ar. Tá tað er sagt, so skal undirstrikast, at ferða­ vinnan má og skal skip­ ast eftir FØR­OYSKUM fortreytum! Hoyrid í útvarpinum í dag, at aðalskrivarin í ”Svensk friluftsliv”, varð endurgivin fyri at siga, ”at um føroyskir polit­ ikarar ikki finna eina loysn uppá teir ruðu­ leikar, sum eru í ferða­ vinnuni, so loysist trup­ u­lleikin av sær sjálv­um, við tað, at ferða­fólk gev­ast við at koma til Før­oyar.” Havi ikki hoyrt so skapt! Ognarar og festarar hava ikki skapt henda trupuleikan, hann sip­ ar til. Um nakar hevur skapt henda trupul­ leikan, so er tað før­ oyskir politikarar, sum hava sovið í tímanum og tey sum hava staðið á odda fyri at fáa út­ lendsk ferðafólk til Før­oyar. Og sum ein skila­ mað­ur segði við meg fyri stuttum: ”Hvat líkist tað, at ferða­skriv­ stovur uttanlanda selja ferðir til Føroyar, har írkonað prísin eru ferð­ ir (gongurtúrar) til ym­ isk støð kring landið, uttan at ognarin ella fest­arin er vitandi um hetta og ei heldur fær eina krónu aftur fyri!” ? Er tað rætt og rímu­ ligt, at útlendskar ferða­ skrivstovur skulu skúma fløtan og tey,ið eiga/ um­sita ognina í Før­ oyum, skulu sita við sviði so? Eg haldi at tað líkist ongum! Føroyar eru vornar eitt satt eldoradu fyri útlendsk ferðafólk, so einki trúgvi eg, at tey nógvu fara at setast aftur orsakað umtal­ aðu gjøldum, ið ogn­ar­ ar ella festarar leggja á. Gjøld, sum eru ”smá­ peng­ar” í mun til tað, ið mong fegin gjalda fyri at koma til Føroyar. Men sjálvandi er tað óheppi, um hesi longu á ferðaskrivstovuni utt­an­landa, hava fingið at vita at, ”alt er íroknað” og so koma á støð í Føroyum, har gjald­ast skal einaferð enn! Tá kunnu tey royna at fáa endurgjald frá ferðaskrivstovuni, sum hevur selt undir skeivum fortreytum, soleiðis, at ognarar ella festarar í Føroyum ikki gerast syndabukkar í hesum leiki. Kanka hetta var ein uppgáva hjá Visit Far­ oe Islands at kunna út­ lendakar ferða­skriv­ stov­ur um nevndu við­urskifti. Eitt er vist, at tað eiga ikki at verða út­ lendskar ferða­skriv­ stov­ur - ei heldur aðrir aktørar í ferðavinnunu, ið skulu dríva vinnu á annanmans ogn og sleppa at skúma fløtan uppá ognararans ella festarans rokning í hes­um landi. Eiði, tann 17. august 2018 Tordur J. Niclasen Listi H