Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Í 2015 vinnur føroyska U21-landsliðið kappingina, IHF Trophy í Bulgaria. Á hesum liði eru millum annað Rói Berg Hansen, Jónas Gunnarsson Djurhuus, Eirikur Simonsen og Tóraldur Kollsker. Í dag spæla allir í danska felagnum FIF saman við Niklasi Højgaard Hanusarson Sjúrður Hildarson Hoydal Frederiksberg IF- van­liga rópt FIF – er eitt hitt søgu­ rík­asta hondbólts­felagið í Dan­mark. Síðani 1935 hava tey spælt hondbólt í FIF, og felagið hevur vunnið flestu Dan­marks­meistaraheitini í kvinnu­hondbólti. Í mans­ hond­bólti hava úrslitini ver­ið slakari, men felagið hev­ur kortini uppalt fleiri víða­gitnar leikarar. Nú venja fimm før­oyskir leikarar við besta mans­lið­num hjá FIF. Teir eru Rói Berg Hansen, Tóraldur Kollsker, Jónas Gunnars­son Djurhuus, Eirikur Simonsen og Niklas Højgaard Hanusar­son. Rói hevur ment seg nógv Rói Berg Hansen ger seg til reiðar til triðja kappingarárið í FIF. Neistamaðurin hevur bitið seg púra fastan á vinstra vongin bæði í FIF og á lands­liðnum og hann kennir seg framvegis sera væl í felagnum. Fyrsta árið hjá føroyska landsliðsleikaranum bar ikki bestu úrslitini við sær, og felagið endaði aftast í donsku 1. deild, ið er næstfremsta deild­in. Føroyingurin segði við Sosialin seinasta summ­ ar, at hann fór at taka ferð­ ina niður í 2. deild og fáa fel­ agið upp aftur sum skjót­ast. Saman við Tóraldi Kollsker, hann so gjørdi, og FIF vann hvønn einasta dyst og er aftur í 1. deild. – Eg haldi eg lærdi ótrú­ liga nógv tað fyrsta árið í 1. deild, har serliga tann harða mót­støðan vit fingu í hvørj­ um dysti var ein stór avbjóð­ ing. Eisini skuldi eg venja meg við at tað vóru nakrir langir útivalladystir, har eg skuldi klára at sita í bussi í fleiri tímar og síðani vera 100 pro­sent til reiðar at spæla dyst sama dag, sigur kviki vong­urin, ið minnist gleðiliga aftur á kappingarárið í fjør: – Àrið í fjør var so nakað heilt annað, har vit vunnu allar dystirnar sannførandi. Vit bygdu eitt stórt sjálvsálit sum lið, ið vónandi sæst aftur hetta kappingarárið. Eis­ini slapp eg at spæla 60 min­uttir hvønn dyst og harvið fekk eg ein størri leik­ lut á liðnum, greiðir Rói Berg Hansen frá. Landsliðsvongurin greiðir frá, at hann hevur ikki so nógv at gera við at hinir fýra før­oy­ingarnir eru komnir, men er fegin um at hava fing­ið teir á liðið, áðrenn hann skemtar, at nú eru teir vorðnir so nógvir. at danirnir á lið­num mugu tillaga seg før­oysku mentanina. Tóraldur vil leggja skaðarnar afturum seg Tóraldur Kollsker hevur verið eitt kappingarár í FIF. Mál­verjin hevur verið á fleiri ungdómslandsliðum og eisini í hitanum til lands­ liðs­venjingar, og hann dylur ikki fyri, at hann vónar at gera tað so mikið væl, at hann kemur upp á tal aftur í lands­liðshøpi. – Tey seinastu árini hjá mær hava verið merkt av skað­um. Fyrst varð eg skadd­ ur í meniskuni og í lið­bond­ unum í øðrum knæ­num í 2015. Í februar 2017 datt eg, á eini skíferiu, og sleit kross­ bandið í hinum knæ­num. Hesin skaðin gjørdist heldur drúgvur, tí at tað gekk long tíð áðrenn tað var staðfest, hvat var galið. Tí varð eg ikki skurðviðgjørdur fyrr enn í september, greiðir málverjin frá. Í torføra tíðarskeiðnum ásann­aði Tóraldur Kollsker, at hond­bólturin hevði nógv at siga fyri seg, og hann gjørdi av at royna seg í FIF í sam­ráð við eitt nú Sonna Larsen, landsliðsvenjara. – Fyri mítt viðkomandi gekk tað munandi betri enn eg hevði væntað. Eg trúði, at tað fór at taka longri tíð at koma fyri meg eftir kross­ bands­skaðan, men eg kom longu á fyrsta­liðið til fyrsta dystin í kappingar­árinum, sum eg als ikki hevði væntað. Vit vóru tveir málmenn, sum býttu spælitíðina ímillum okkum. Í ár hevur felagið fingið tveir málverjar afturat, og før­oyski málverjin vónar í fyrstu atløgu at bíta seg fastan á liðnum. Har er gott lag í hópinum, og Tóraldur Kollsker heldur at tað er ser­liga stuttligt at teir allir kenn­ast væl frammanundan. – Liðfelagarnir eru eisini longu farnir at grenja um at tað verður tosað ov nógv før­ oyskt, tekur málverjin til. Jónas vil bíta seg fastan á liðið Jónas Gunnarsson Djurhuus hevur seinastu tvey árini havt tað heldur tungt í HØJ í donsku fyrstu deild, har tað var synd at siga at hann fekk nógv álit. Seinasta hálva árið spældi hann saman við tveimum føroyingum í Stavanger, og nú skal hann so hava fýra føroyskar fel­ agar í FIF. – Vit kennast allir væl, og hava leikt nógvar dystir saman. Vit hava tað eisini gott uttanfyri vøllin, og tað er eis­ini við til at styrkja um saman­haldi, ið er ímillum okk­um, sigur spælskiparin. Føroyski spælskiparin hev­ur fingið ans úr hond­ bólts­heiminum eftir sínar lands­dystir seinastu árini. Tilboð hava verið úr fleiri lond­um, og tá ið Sosialurin herfyri spurdi víðagitna danska venjaran, Peter Bredsdorff Larsen, hvat hann helt um føroyingin, var svarið at spælskiparan fór ger­ast ein stórur profilur í næst­fremstu donsku deild­ ini. Landsliðsleikarin sjálvur er eyðmjúkur, og svarar at hann í øllum førum fer at gera tað, ið hann er mentur at hjálpa sínum nýggja liðið. Per­són­liga snýr tað seg fyrst og fremst um at menna seg og fáa leiktíð í fyrstu atløgu ger Jónas Gunnarsson Djur­ huus greitt. Niklas raðfestir menningina Hin yngsti av FIF-føroy­ing­ unum er Niklas Højgaard Hanusarson. Sterki striku­ leik­arin beit seg fastan á lið­num hjá H71 farna kapp­ ingar­ár, og hevði ætlað sær at hildið fram í felagnum, áðrenn hann brádliga fekk ein møgu­leika í FIF, ið hann var skjótur at taka av. – Eg havi eitt gott tíðar­ skeið í løtuni og royni bara at njóta tað, sigur yngsti før­oy­ingurin í FIF,ið kennir seg væl móttiknan av bæði føroy­ingunum og restini av hóp­inum. – At eg eri yngst hugsi eg ikki so nógv um, men hinir hava sjálvandi hjálpt mær nakað, sigur strikuleikarin, ið eisini leggur dent á at felagið dugir væl at taka ímóti nýggjum leikarum. Hesa fyrstu tíðina í donsk­um hondbólti raðfestir før­oy­ingurin fyrst og fremst menn­ingina ímóti harðari mót­støðu. – Leikararnir her eru væl betur fyri enn teir eru í Føroyum og botnstøðið er eis­ini væl hægri, tí er kapp­ ingin eisini betur, greiðir Niklas Højgaard Hanusarson frá. Kappingarárið hjá nýggja føroy­ingafelagnum, FIF, byrjar 1. september, tá ið liðið spælir ímóti Roskilde. Sam­røða við Eirik Simonsen kann lesast á www.in.fo mána­dag seinnapart. sjurdur@sosialurin.fo FIMM FØROYINGAR Á FREDERIKSBERG Rói Berg Hansen (nr. 9) Og Tóraldur Kollsker (nr. 12) hava fingið tríggj­ar føroyskar lið­ felagar afturat í FIF