Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Arminia Bielefeld vann leyg­ ar­dagin 3-1 á FC Erzgebirge Aue í 2. Bundes­liguni. Jóan Símun Edmundsson spældi 74 minuttir. Tá var støðan 2-0. Stutt seinni minkaði FC Erzgebirge Aue um munin, áðrenn Andreas Voglsammer sendi brotsspark í kassan til 3-1. Arminia Bielefeld hevur nú fimm stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar, og eru á sætta plássi. Í nýggjum leikluti Til dystin móti FC Erzgebirge Aue spældi Jóan Símun Edmundsson á høgra kanti. Hann hevur tveir teir fyrstu dystir­nar spælt á mið­vøll­ inum. Á landsliðnum er hann fremsti maður, so tað eru fjøl­broyttar uppgávur, ið tofta­maðurin hevur. – Leikluturin er eitt sind­ ur ymiskur. Eg havi spælt fyri tað mesta mitt á miðjuni teir fyrstu dystirnar. Vit hava vart í eini 4-4-2 spæliskipan, og spælt 4-3-3 tá ið vit hava bóltin. So eg spæli sum eitt slag av 6-ara uttan bólt og sum 8-ari við bólti, sigur Jóan Símun. Hugtakið „6-ari“ merkir ein meiri verjukendur leik­ lutur á miðjuni, meðan hug­ takið „8-ari“ merkir ein meiri fram­rættaður leiklutur, har spælarin luttekur aktivt í álops­spælarinum. Tá Jóan Símun verður fluttur longur aftur á vøllin, so merkir tað eisini at tað er langt til málið. – Eg síggi bæði fyrimunir og vansar við at spæla longri afturi á vøllinum. Tað er sjálvandi eitt sindur øðr­vísi enn tað, sum eg eri vanur við. Tað gevur nakrar av­bjóð­ ingar, men tað er kanska ein av mínum styrkjum, at eg kann spæla á fleiri pláss­um, sigur Jóan Símun Edmunds­ son úr Bielefeld. Á landsliðnum hevur Jóan Símun Edmundsson at kalla bara spælt í álopinum, men hevur fleiri ferðir verið nevnd, at hann hevur egin­ leik­arnar at spæla á fleiri pláss­um. Nú er hann í holt við at prógva tað í Arminia Bielefeld. Góðkend byrjan Arminia Bielefeld vann leyg­ ar­dagin 3-1 á FC Erzgebirge Aue, og hevur fimm stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar. Før­oyski landsliðsspælarin átti uppleggið til 1-0 málið. Jóan Símun Edmundsson sendi eitt frálíkt hornaspark inn­fyri úr høgru. Nakað aftar­liga kom svenski Joakim Nilsson rennandi og kundi ódekkaður stúta bóltin í málið. „Norður­ lendskt saman­spæl“ kallar heima­síðan hjá Arminia Bielefeld málið til 1-0. – Við sigrinum í dag haldi eg, at tú kann siga at tað hev­ ur verið ein góðkend byrjan hjá okkum. Tað var eisini um­ráð­andi at koma víðari í steypa­kappingini, sigur tofta­maðurin. Hann hevur ikki spælt á lands­liðnum síðani 14. oktober 2018, tá Føroyar spældu javn­leik móti Kosovo á Tórs­vølli í Nations League. Hann bleiv skaddur undan sein­astu tveir dystirnar í Nations League, og er ikki komin fyri seg fyrr enn eftir summar­steðgin. Nú røkist fyri, at Jóan Símun Edmundsson verður aftur á landsliðnum. – Vit royna at leggja venj­ ingarnar til rættis soleiðis, at eg eri hundrað prosent klár­ur til dystirnar her. Sum heild føli eg meg væl, sigur Jóan Símun Edmundsson. Brandur skoraði bæði málini í 2-1 sigri hjá FH Brandur Hendrikson Olsen var aftur sera eyðsýndur, tá FH á heimavølli vann 2-1 á Fylkir í bestu íslendsku fót­ bólts­deildini Í vikuni skoraði hann eitt mál, og átti lut í tveim­um øðrum málum tá lið hansara, FH vann 3-1 á KR í hálv­final­ uni í steypa­kapp­ingini. Í gjár gjørdi Brandur Hendriksson Olsen aftur gjørt ein vørr, tá FH vann 2-1 á Fylkir. Ólafur Ingi Skúlason legði Fylkir á odda á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnar­firði tá fimm minuttir vóru spældir av seinna hálv­ leiki. Men so fór Brandur Hendriks­son Olsen í gongd. Tá 61 minuttir vóru farnir javn­aði Brandur fyri FH við einum góðum skoti uttan­ fyri brotsteigarmarkið, og júst tá vanliga leiktíðin var farin skoraði Brandur sigurs­ málið til 2-1 við enn einum góðum skoti frá brots­teigar­ markinum. Gunnar Nielsen sat aftur á beinkinum hjá FH. Komandi sunnudag tekur FH móti Breiðablik á heima­ vølli, sum er ein avgerandi dystur í kappingini um Europa League plássini. FH spælir steypafinalu móti Víkingi Reykjavík á Laugar­dals­vøllinum í Reykja­vík, leygardagin 14. sep­tember. Liðið hjá Kaj Leo í Bartals­ stovu, Valur, spælir móti Breiða­blik á útivølli í kvøld klokkan 20.15. JÓAN SÍMUN Í NÝGGJUM LEIKLUTI Føroyski landsliðsspælarin hevur fingið eina góða byrjan upp á nýggja kappingarárið í Arminia Bielefeld, men leikluturin er broyttur. Jóan Símun Edmundsson er nú miðvallari. – Tað eru bæði fyrimunir og vansar við at spæla longur afturi á vøllinum, men tað er kanska ein av mínum styrkjum, at eg kann spæla á fleiri plássum, sigur toftamaðurin FÓTBÓLTUR Útisetar