Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór NSÍ sleppur við hvøkkinum og vendir 1-2 til 4-2-sigur á botnliðnum ÍF í útsettum dysti. Brandur Hendriksson er við máli og uppleggi við til at spæla FH í íslendsku steypa­ finaluna eftir 3-1-sigur á KR. Jóannes Bjartalíð leingir um sáttmálan við barndóms­ felagið KÍ, har hann nú er knýttur fram til og við 2021. Liverpool vinnur evrope­iska Super Cup eftir brots­sparks­ kapping ímóti Chelsea. Tað endar 1-1 í vanligari leiktíð. B36 leingir sáttmálan við Árna Frederiksberg, sum eisini verður at síggja á havna­liðnum komandi kapp­ingarár. HB og EB/Streymur/Skála spæla seg í steypafinaluna hjá kvinnum eftir sigrar á ávikavist KÍ og B36. NSÍ er nýtt oddalið í Betri­ deildini eftir øll toppliðini vinna undantikið KÍ, ið spælir 2-2 ímóti Skála og missir oddasessin. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Stefan Radosavljevic Aldur: 18 Ítróttur: Fótbóltsspælari (B36) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. 1987 2. Elin Heðinsdóttir Joensen og Petur Mittún 3. Athletic Bilbao 4. 18 5. Súni Olsen 6. 21 7. Sigfríður S. Clementsen 8. Hávard Vatnhamar Hvussu var at skjóta mál ímóti sínum gamla felagi? – Tað var ein ræðuliga løgin kensla at skora ímóti liðnum, sum eg altíð havi spælt við. Men hinvegin, so var hatta eitt týdningarmikið mál fyri B36 og sjálvandi at vit fingu trý stig. Hvussu hevur byrjanin hjá tær annars verið í B36? – Byrjanin hevur verið rættiliga góð. Leikarar, venjarar og øll, sum eru rundan um felagið, havi tikið sera væl ímóti mær, sum eg eri ómetaliga glaður fyri. Hví valdi tú at skifta TB út við B36? – Eg valdi at skifta til B36 av tí at teir liggja har uppi á stigatalvuni, sum tað er stuttligt at vera. Eg haldi eisini at B36 hóskar væl til mín spælistíl. Hvussu sært tú upp á kappingina um FM-gullið? – Eg síggi rættiliga positivt uppá at vinna FM. Tað sær ræðuliga gott út hjá okkum í løtuni, men vit skulu taka ein dyst á gangin og royna at fáa so nógv stig sum til­ ber fyri at vit skulu vinna FM-gull­ ið. Tað er sera tætt í toppinum, so tað kemur at verða ein hørð kapp­ ing um gullið. Hvørjar málsetningar hevur tú við fótbóltinum? – Líka síðan eg havi verið heilt ungur, so havi eg altíð havt dreym­in um at blíva pro­ fessio­nellur fót­bólts­spæl­ ari. Tað er eisini ein av grund­unum til at eg havi skift til B36. Eg haldi tað er eitt stig á leið­ini at røkka dreyminum hjá mær. „Eg eri forelskaður í VAR.“ Mauricio Pochettino (Tottenham-venjari) eftir 2-2-javnleiki ímóti Manchester City „Summi halda at Phil Collins er góður trummu­ spælari, og onnur halda at Lars Ulrich er góður. Eg haldi at Brandur Olsen er góður fótbólts­ spælari.“ Ólafur Kristjánsson (FH-venjari) um at tað altíð eru ymiskar meiningar 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir. 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast. 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við. 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Stavivillur kunnu koma fyri allastaðni. Eisini í Premier League, har JORGINHO hjá Chelsea ikki fekk sítt navn stavað rætt á leik­ blusuna í Super Cup-finaluni ímóti Liverpool. Myndin hesa vikuna: 1. Nær vann TB seinast føroyameistaraheitið í fremstu mansdeildini í fótbólti? 2. Hvørji eru ávikavíst ÍSF-forseti og ÍSF-aðalskrivari? 3. Hvat lið vann fríggjakvøldið 1-0 á FC Barcelona í ársins fyrsta dysti í La Liga? 4. Hvussu nógv hol eru vanliga á einum golfvølli í fullari stødd? 5. Hvør tiltikin frísparkssnillingur er venjari hjá B36-kvinnum? 6. Hvussu nógv stig skalt tú í minsta lagi vinna fyri at vinna eitt sett í badminton? 7. Hvør navnframur venjari er høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy í 2. deild hjá monnum? 8. Hvussu eitur føroyski triathleturin á myndini?