Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... So er enn ein klumma um VAR. Video Assistant Referee er har romantikkurin møtir skrivstovuveldinum í fótbólti. Nú tráar ráðandi umhvørvið í fótbóltinum so nógv eftir røttu avgerðini, at spontanitetur og gleðisrúsur verður settur til síðis, tí hvørt málið skal kannast. VAR er í sær sjálvum einfalt. Dómarin fær hjálp at síggja tað, sum hann ikki sá við sínum egnu eygum, men hvar gongur markið. Bretskir miðlar hava nú víst á, at VAR kann ikki staðfesta at Raheem Sterling var 2,8 sentimetrar rangstaddur, tá hann gjørdi fysti spælarin í Premier League at fáa eitt mál kolldømt av VAR. Tólini taka ein brotmynd (frame) fyri hvørt 0.02 sekund. Rennur ein spælari við fullari ferð, so hevur Dailymail roknað seg til, at Raheem Sterling rennur 13.8 sentimetrar fyri hvørja brotmynd. Tað merkir, at tað er ómøguligt at staðfesta hundrað pro­sent, at Raheem Sterling var rangstaddur. Hartil kemur spurn­ing­ urin um hvørja brotmynd dómararnir velja at brúka, í mun til nær avlevering fellur. Her eru eisini avbjóðingar, tí nær – upp á millisekundi – fellur avleveringini. Valdi dómararnir brot­ myndina 0.02 sekund fyrr, so var Raheem Sterling ikki rang­ staddur. Um vikuskiftið var aftur rok. Manchester City skorar í yvir­ tíðini til 3-2 móti Tottenham, men upptøkurnar staðfest, at bólt­ urin rakti armin á miðverja hjá City. Nýggja reglugerðin sigur, at um bólturin rakar hondina á einum áleypandi spælari – tilvita ella ótilvita – og tað føri til mál, so skal dømast fríspark til liðið í verjustøðu. Fair nokk, men sjálvt spælararnir hjá Tottenham halda, at tað er ov nógv av tí góða. Tí hetta snýr seg ikki um at fáa fyrimun eina ferð, men um at verja fótbóltin sum vit kenna hann. Reglugerðin sigur eisini, at um bóltin fór í hondina á verjuspælaranum, so var ikki brotsspark. Men hvat um verjuspælarin eftirfylgjandi gúppaði bóltin fram til Harry Kane, sum so skorar? Skal VAR so staðfesta at bólturin fór í hondina á verjuspælaranum hjá Tottenham í egnum brotsteigi – og SO er brotsspark til Man­ chester City? Nei, eg veit ikki. Eg skilji væl at dómararnir skulu hava hjálp, men nær er tað ov nógv av tí góða? Argjamenn høvdu hvørtfall verið glaðir fyri VAR í gjár. Teir fingu eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, men myndirnar vísa, at tað var ikki rangstøða. Men nú er munur á Premier League og føroyskum fótbólti. Ein ferð var tað sjarman við fótbólti – treytirnar vóru líka fyri øll. trondur@sosialurin.fo VAR aftur í and­glettinum FÓTBÓLTUR Skála stendur sterkast Liðið hesa vikuna er nógv merkt av, at fýra av teimum stóru vunnu lættar sigrar á fýra av teimum lítlu. Einasta undantakið var í Klaksvík, har Skála fekk javnleik móti KÍ Tróndur Arge Tað er dagar, har tað er ein frá­ veljing, tá tú skal seta liðið. Og so eru tað dagar, tá tú mást leita eftir góð­um umboðum til liðið hesa vik­ una. Tað er meiri tað seinna, sum ger seg galdandi hesaferð. NSÍ, B36, HB og Víkingur vunnu øll sínar dyst­ir, men tað var væntað. ÍF og TB góvu lítla mótstøðu í Gundadali, har heimaliðini hava fingið hvørsítt umboð á liðið. NSÍ vann stórsigur á AB, sum er í við­ gongd. Her eru Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen bestu boðini, meðan Peder Nersveen er hevur verið sann­førandi í fleiri dystum. Hann var ikki beinleiðis avgerandi á Argjum, men góðu avrikini geva honum munin hesaferð. Víkingur vann 2-1 á EB/Streymi, sum var væl við í dystinum í Sarpu­gerði. Her gjørdist Gunnar Vatnhamar stóra hetjan við tveimum málum. Skuldi liðið havt ein út­skiftara, so hevði tað verið Arnbjørn Hansen, sum bleiv skiftur inn og skoraði – sum ikki eina ferð. Fleiri skálamenn á liðnum Skála fekk einasta óvæntaða úrs­ litið. Tað myndar eisini liðið hesa vikuna. Karstin Hansen hevur spælt betri dystir enn tann í Klaks­ vík, men hann stendur sterkast í mynd­ini. Dagsins maður hatta um­ farið er Fróði Benjaminsen. Mið­ verjin hjá Skála spældi sum ein brandur og tveitti seg í vegin fyri alt. Hann hevur eisini ein framúr egin­leika at taka rættu avgerð, tá hann verður settur undir trýst. Hartil fekk hann góða hjálp frá Peturi Paula Mikkelsen og Ara Olsen, sum spældi á framrættaða mið­vøll­inum í fyrra hálvleiki. Eisini spældi Heðin Klakstein ein brand­ dyst á vinstra vongi. Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála, er eisini einasti venjari sum megnar at fáa eitt óvæntað stig í hes­um umfarinum. trondur@sosialurin.fo Liðið hesa vikuna KARSTIN HANSEN (Skála) ALEX MELLEMGAARD (B36) HEÐIN KLAKSTEIN (Skála) PETUR PAULI MIKKELSEN (Skála) PEDER NERSVEEN (NSÍ) ARI M. OLSEN (HB) FRÓÐI BENJAMINSEN (Skála) GUNNAR VATNHAMAR (Víkingur) KLÆMINT A. OLSEN (NSÍ) ARI OLSEN (Skála) VENJARI: EYÐUN KLAKSTEIN (Skála) PETUR KNUDSEN (NSÍ) Dagsins maður hatta um­farið er Fróði Benjaminsen Mynd: Álvur Haralsen