hósdagur 9. desember 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 • hósdagur • 9. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
StÍF-Neistin 17-26 (9-11):
Einsamallar á odda
Við sigrinum á StÍF
hevur Neistin lagt seg
einsamallar á odda í
bestu kvinnudeildini
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Í øllum førum fram til
leygardagin eru Neista-
kvinnurnar einsamallar á
odda í bestu kvinnudeildini
í hondbólti.
Hetta stóð greitt, tá tær
týskvøldið vunnu útidystin
á StÍF í sannførandi stíli.
Longu fyri steðgin hevði
Neistin hug at leggja sjógv
niður til mótstøðuliðið,
men í løtunum undan
steðginum tók munurin
aftur at minka.
StÍF royndi eisini eftir
steðgin at halda fast í
Neistanum, og ta einu ferð-
ina vunnu tær seg eisini
upp á javnt, men so var
liðugt.
Seinastu 20 minuttirnar
settu tær bláu av álvara ferð
á. Eftir at hava strítt seg upp
á 14-14, skoraðu tær á
heimaliðnum bara tríggjar
ferðir afturat, og tá mót-
støðan samstundis sendi 12
bóltar í kassan, var ikki
stórvegis at tosa um.
Einsamallar á odda
Og úrslitið hevur so við
sær, at Neistin nú eru einsa-
mallar á odda í kvinnu-
deildini. Her hava tær so
leikt tveir dystir fleiri enn
VB og tríggjar dystir fleiri
enn
Stjørnan,
so
enn
munnu tær ikki kenna tað
soleiðis, at tær eru slopnar
nakran veg avstað.
Leygardagin
verður
meira álvara aftan fyri í so
máta. Tá kemur VB á vitjan
í Havn, og tann dysturin
líkist í øllum førum eini
veruligari styrkisroynd, har
Neistin skal vísa, hvørt tær
veruliga ætla at leggja seg
út í oddastríðið, ella um tal-
an fyrst og fremst skal
verða um tvídyst við Sølj-
una um bronsuna.
StÍF
tykist
hinvegin
hugsa meira um, hvussu
tær skulu sleppa nakran veg
úr tunga endanum av
talvuni. Her hevur tað fyrst
og fremst verið Kyndil,
sum tær hava stríðst við.
Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 17-26 (9-11)
Málskjúttar
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen
10(3), Rebekka Justinussen
4, Malan Petersen 1, Rosa
Johannesen 1, Poula D.
Olsen 1
Neistin:
Marjun
Tróndarson 10(5), Simona
Petersen 9, Ása Dam á
Neystabø 3, Kára á Dunga
2, Lív Sørensen 1, Annika
Thomsen 1
Brotskøst: StÍF 3, Neistin 6
Útvísingar: StÍF 1, Neistin
1
Dómarar:
Eyðun
Samuelsen & Andreas F.
Hansen
Eina løtu fylgdu tær á heimaliðnum væl við, men seinastu løtuna skrædnaði av álvara
v.
t.
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur stig
1 Neistin
9
7 - 0 - 2
277
191
86
14
2 VB
7
6 - 0 - 1
214
142
72
12
3 Stjørnan
6
6 - 0 - 0
163
123
40
12
4 Søljan
8
4 - 0 - 4
223
198
25
8
5 VÍF
8
4 - 0 - 4
187
186
1
8
6 StÍF
8
1 - 1 - 6
167
212
-45
3
7 Kyndil
7
1 - 1 - 5
131
192
-61
3
8 Tjaldur
7
0 - 0 - 7
135
253
-118
0
MB-SÍF
leygardagin
Nú er greitt, nær seinni
dysturin millum MB og
SÍF skal spælast. Ein dyst-
ur, sum skal gera av, hvørt
av liðunum skal halda
plássinum hjá FSV í aðru
deild, men sum av undir
givnu umstøðunum hevur
drigið út nakað leingi.
Í farnu viku gjørdi
Dómsnevndin hjá FSF so
av, at seinni dysturin skal
spælast sum skjótast, og
nú er ein dagfesting so
eisini ásett.
Leygardagin kl. 14.00
fer Birgir Sondum so at
blása í floytuna, soleiðis at
seinastu 90 – ella kanska
120 – minuttirnir av kapp-
ingarárinum kunnu spæl-
ast. Og hesaferð kunnu
liðini so bíða til hálvan
tíma undan dystarbyrjan,
áðrenn dómaraseðil verður
latin dómaranum.
-jm
Nocko
vrakaður í
Randers
Fyrrverandi HB-leikarin
Nocko Jokovic er vrakað-
ur í Superligafelagnum
Randers.
Tað er venjarin hjá
Randers, Lars Olsen, sum
hevur gjørt av, at super-
ligahópurin hjá felagnum
skal skerjast úr 32 leikar-
um niður í 25 á nýggj-
árinum. Hetta verður gjørt
fyri at hækka støðið til
venjing, sigur Lars Olsen.
Millum teir sjey leikarar-
nar, ið eru vrakaðir, er
altso Nocko Jokovic, sum
í seinnu hálvu av kapp-
ingarárinum 2002 leikti
við HB, sum vann føroya-
meistaraheitið tað árið.
-tn
Holst
heiðraður
Á árligu fótbóltsgalla-
veitsluni hjá donskum fót-
bólti, sum varð hildin um
vikuskiftið, varð Christian
Holst Lamhauge heiðrað-
ur sum »årets profil« í
donsku aðru deild.
Christian Holst Lam-
hauge er hálvur føroying-
ur, og í fjør var hann eitt
skifti kring landsliðið.
Hann varð skiftur inn i
útidystinum móti Skot-
landi, fyri síðani at sita
beinkinum í samfullar 90
minuttir í seinasta EM-
undankappingardystinum
móti Litava. Síðani hava
ikki verið boð eftir Lyng-
by-framherjanum,
men
møguliga kann heiðranin
um vikuskiftið hjálpa
honum í so máta.
Tað vóru spælarar úr
donsku fyrstu og aðru
deild, sum høvdu greitt
atkvøðu til »årets profil«.
-jm
Venjaraskifti í Neistanum
Tað hevur ikki hepnast nakað serliga væl hjá besta mans-
liðnum hjá Neistanum í ár. Hóast liðið telir nakrar av
størstu profilunum í landinum, so hava úrslitini higartil
verið nakað nógv lakari, enn nevnd og viðhaldsfólk
høvdu roknað við. Serliga seinastu dystirnir hava víst, at
liðið als ikki hevur megnað at lyft seg upp til tað, sum
roknast kann við, og nú hevur nevndin so tikið stig til at
loysa hesar trupulleikar.
– Vit hava gjørt av, at rokera eitt sindur við manningini.
Framyvir verður tað Sámal Tróndur Finsson Johansen,
sum skal standa fyri venjingini. Damir Oros, sum hig-
artil hevur verið leikandi venjari, verður framyvir bara
leikari, sigur Jón Kragesteen, formaður í Neistanum.
Júst leikluturin hjá Damir Oros hevur av fleiri verið
mettur sum ein av orsøkunum til laku úrslitini. Tað hevur
í øllum førum verið ein sannroynd, at ársins leikari í fjør
bert hevur verið ein skuggi av sær sjálvum hetta
kappingarárið. Nakað sum helst hevur verið tengt at, at
hann ikki hevur trivist serliga væl í venjaraleiklutinum.
-jm