hósdagur 9. desember 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 9. desember 2004
19
Arsenal
gjørdi bart
Arsenal lat ongan iva
verða um, at liðið ætlaði
sær víðari í Champions
League kappingini, tá ið
liðið í týskvøldið spældi
seinasta dystin í bólka-
spælinum móti norska
Rosenborg.
Kravið til Arsenal var
ein sigur, um teir skuldu
verða vísir í at koma
víðari. Enska meistara-
liðið gjørdi eisini bart, og
teir vunnu dystin 5-1,
eftir at hava verið á odda
4-1 í hálvleikssteðginum.
Enska oddaliðið Chelsea
noyddist týskvøldið at
lúta 2-1 fyri Champions
League vinnarunum úr
Porto, sum jú er gamla
felagið hjá Chelsea venj-
aranum Jose Mourinho.
Harvið fekk Porto í evstu
løtu tryggjað sær víðari
luttøku í kappingini.
Komandi vikuskifti hitt-
ast hesi bæði, sum liggja á
ávíkavist fremsta og næst-
fremsta
plássinum
í
Premier League í innan-
hýsis dysti í ensku kapp-
ingini.
tn
Føroyski landsliðs-
framherjin Andrew av
Fløtum liggur í løtuni
í samráðingum við
Fremad Amager um
at leingja sáttmálan
sínamillum.
SÁTTMÁLASAMRÁÐI
NGAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fyri góðari viku síðani
gekk sáttmálin hjá Andrew
av Fløtum við Fremad Am-
ager út, og enn er ikki
greitt, um framherjin held-
ur fram í danska felagnum.
Vil fegin halda fram
Andrew av Fløtum sigur, at
hann í løtuni samráðist við
danska felagið, og hann
sigur seg vóna, at teir
kunnu koma ástamt um ein
nýggjan sáttmála. Tó sigur
Andrew, at enn restar
nakað, áðrenn komið er á
mál við samráðingunum.
Spurdur, um hann hevur
fingið tilboð frá nøkrum
øðrum donskum felag ella
nøkrum føroyskum felag,
sigur Andrew, at einki til-
boð er komið frá nøkrum
donskum felag. - Onkur
feløg hava tó spurt seg eitt
sindur fyri, men einki kon-
kret tilboð er komið. Úr
Føroyum havi eg tó fingið
okkurt
tilboð,
sigur
Andrew.
Landsliðsframherjin sig-
ur, at sjálvur kundi hann
gott hugsað sær at hildi fram
í Fremad Amager. - Eg havi
lært ótrúliga nógv hetta árið,
ið eg havi verið í felagnum.
Somuleiðis haldi eg eisini,
at serliga hesa seinastu tíð-
ina, eftir at vit hava fingið
Benny Johansen sum venj-
ara, havi eg lært serliga
nógv. Hann hevur lært okk-
m nógv, sum vit ikki fingu
frá fyrrverandi venjaranum,
greiðir Andrew av Fløtum
frá.
Fjórðingsfinalan
lokkar
Eitt av hæddarpunktunum
hjá Fremad Amager kom-
andi vár verður óivað fjórð-
ingsfinalan í steypakapp-
ingini, har teir skulu í Park-
ina at dystast við donsku
greipuvinnararnar úr FC
Keypmannahavn og Toda
Jónsson.
– Tað er sjálvsagt nakað,
ið eisini virkar lokkandi upp
á at halda fram í Fremad
Amager, tí tað verður uttan
iva eitt stórt upplivilsi, sigur
Andrew av Fløtum.
Stjórin í Fremad Amager,
John Sørensen, váttar fyri
Sosialinum, at samráðingar
eru í gongd, og eftir hans-
ara tykki eru tær komnar so
mikið langt, at ein nýggjur
sáttmáli væntandi verður
undirskrivaður í næstum.
– Nýggi venjarin og vit í
leiðsluni vilja fegnir, at
Andrew heldur fram hjá
okkum, og eg ivist ikki í, at
vit skjótt koma til eina
semju, sigur John Søren-
sen.
Andrew og Fremad Amager samráðast
Andrew á Fløtum og Fremad
Amager samráðast í løtuni
um ein nýggjan sáttmála
sínaámillum
Savnsmynd