Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI 73 nýggir næmingar í Skúlanum á Fløtum Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum, tók fyrradagin móti 73 nýggjum næmingum, ið byrjaðu í 1. flokki Teir 73 nýggju næmingarnir byrjaðu í flokkum, har tað ganga 24, 24 og 25 næmingar. – Tað fakliga kemur so spaku­liga. Fyrst er tað trivn­að­ ur og at fáa eina trygg­leika­ kenslu, sum vit leggja mest dent á. Næmingarnir venja seg sera skjótt við nýggju um­støð­ ur­nar. Onkur hevur tó tørv á eitt sindur longri inn­lær­ing­ar­ tíð, sigur skúlastjórin. Foreldrini kunnu koma við fyrstu vikuna, og so fara tey víð­ari 10 minuttir yvir átta. Skulu kenna seg vælkomnar Flokslærari í 1.a er Magni Jacob­ ­sen. – Tað, sum er týdn­ing­ar­ mikið fyri meg, er, at næm­ing­ arnir skuldu kenna seg væl­ komnar. Tað er týðandi at fáa gott samband við næm­ing­ar­ nar og at koma í ein góðan stima, sigur Magni Jacobsen. Hann greiddi næmingum í 1. a frá ymiskum, sum hevur við skúladagin at gera. – Næmingarnir skulu ikki hava ov nógva kunning fyrsta dag­in. Kunningin kemur so við og við, segði flokslærarin, sum mill­um annað skal hava næm­ ing­arnar í støddfrøði, sigur Magni Jacobsen. Her eru myndir frá fyrsta skúla­degi hjá næmingunum áí Skúl­anum á Fløtum. 703 næmingar byrjaðu í 1. flokki 703 næmingar tilsamans byrjaðu í 1. flokki mánadagin. Flest næmingar byrjaðu í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, har 77 næmingar byrjaðu. Skúlin á Fløtum tók ímóti næst flestu næmingum, nevniliga 73 Tað eru í høvuðsheitum børn, sum er fødd í 2012, sum nú eru farin í skúla. 607 børn vórðu fødd í 2012, men síðani eru umleið 100 børn komin aftrat í árganginum.  At nógv børn eru flutt til Føroya úr øðrum londum ger, at næmingatalið í fólka­skúl­ an­um er farið upp um 7.000 næm­ingar, og útlit eru til, at næm­ingatalið fer at vaksa spaku­liga næstu árini, sigur Und­irvísingarstýrið. 44 fólkaskúlar eru í land­inum.  Tríggir skúlar hava meira enn 500 næmingar, 16 skúlar hava millum 100 og 500 næm­ ingar, og 25 skúlar hava færri enn 100 næmingar.  Av teimum 44 skúlunum eru tríggir frískúlar, og teir hava tilsamans 197 næm­ing­ ar.  Tveir frískúlar hava eisini forskúla.  Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum Mynd: Álvur Haraldsen Magni Jacobsen, flokslærari í 1.a, gevur næmingunum tímatalvuna Mynd: Álvur Haraldsen