týsdagur 20. august 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95
TORDUR J. NICLASEN
RØDD PENSJONISTANNA Á TINGI :
MIÐFLOKKURIN
GEV PENSJONISTUNUM
TAÐ AFTUR, SUM ER
TIKIÐ FRÁ TEIMUM
Talið av persónum undir fátækramarkinum er vaksið.
Tað er serliga talið av pensjonistum, sum er vaksið í tí
bólkinum.
Hetta var tað, vit hoyrdu hagfrøðing á Hagstovuni siga
í Degi og Viku fyri 2 vikum síðan.
Sum dømi nevndi hann, at pensjonistar í dag fáa tvær
mánaðarlønir minni um árið, enn hvat teirra partur
var í 2009, av samlaðu køkuni.
Hetta vilja vit ikki standa modell til og siga tí: Gev
pensjonistunum tað aftur, sum er tikið frá teimum!
Bygdarfelagið tekur fegið móti vinningum
til eydnuhjólið. Teir kunnu latast til Kristian
Jákup Joensen, tlf. 235078, Sofus Debes
Johannesen, tlf. 216586, Jóhanna Debes
Vang, tlf. 227701.
Eisini ber til at flyta felagnum eina
upphædd á konto 9181-426.654.6, so
keypir felagið vinningar fyri upphæddina.
við Gjógv
Sunnudagin 22. september 2019
skipar bygdarfelagið Gjáar
Samkomuhús fyri eydnuhjóli í
bygdarhúsinum.
Gjáar Samkomuhús
Bygdarfelagið takkar fyri allan stuðul!
EYDNUHJÓL
HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
Við heimild í § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til
Løgtingið, kunnger landsstýriskvinnan í Heilsu- og innlendismálum hervið,
at løgtingsval verður
leygardagin 31. august 2019
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00,
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Vallistarnir hava ligið frammi til alment eftirlit hjá kommununum, og
valkort verða send út til teir persónar, ið sambært lógini hava valrætt til
Løgtingið.
Kærur um
a) at persónur ikki er komin á vallista,
b) at persónur av órøttum er tikin við og
c) um manglandi valkort ella valkort við feili ella mangli
skulu sendast til avvarðandi kommunu.
Kommunustýrið skal uttan drál viðgera innkomnar kærur hesum
viðvíkjandi. Vísir tað seg, at mangul ella feilir eru í valkorti ella vallista,
skal mangul ella feilur rættast við at útskriva nýtt valkort, og rætting
gerast í vallista. Tílíkir feilir kunnu rættast til og við valdagin.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 14. august 2019
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna