týsdagur 20. august 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Broken Heart
Syndrome
- tá eitt hjarta
verður knúst
Eingin okkara er tryggjaður móti eitt nú hjartasorg,
vanlukkum ella mistum sambúgva, men vit hava
eina ávirkan á, hvussu vit loysa trupulleikan
Vilmund Jacobsen
Fyri tey flestu er eitt knúst
hjarta ein kensla. Kenslan av,
at hjartað vil treingja út gjøgn
um bróstkassan – ella, at
hjartað er skotið í pettir. Men,
fyri onnur kann hetta gerast
meira enn ein kensla. Hjá nøk
um fær sorgin hjarta til at
syndrast, og tá verður hetta á
fremmandamáli rópt, ”Broken
Heart Syndrome”.
Eitt hjarta kann ikki bók
staviliga bresta, og tað kann
ikki syndrast í smápetti. Tað
kann ikki knúsast á sama hátt
sum ein rútur. Og tó; eitt hjarta
kann broyta skap og gerast
sovandi í eina tíð.
Partur av likaminum
Men, hvat kann so loysa út ein
slíkan
baksláttur,
um
vit
kunnu rópa tað so?
Jú, tað kann hjartasorg, van
lukkur og ymiskir sálarligir
stoytir. Vit skulu minnast til,
at hjarta er altíð ein partur av
okkum. Tað er ikki ”krøkt” úr
restini av likaminum og verður
tískil ávirkað av okkara sinnis
støðu.
Einaferð hevur tað helst
verið óhugsandi í læknafrøði
ligum samanhangi, at sinnið
kann taka lívið av okkum, men
soleiðis er tað nú einaferð.
Vitanin um hjartað er vorð
in so viðurkend, at henda líð
ing í dag ikki bara hevur fingið
eitt ella tvey, men heili trý
heiti – ”Broken Heart Syn
drome”, ”Stress Kardiomyo
pati” og ”Takotsubo Cardio
myopathy”.
Síðstnevnda heiti hevur til
knýti til japanskt mál, tí tað
var í 1991, at ein japanesari
varnaðist hesa líðing og gav
henni navn eftir tí skapi, sum
hjartað hevur, tá tað fer í knús.
Tað deildað hjartað
Tað, sum hendir, tá hjartað fer
í ”knús”, er, at partur av hjart
anum gevst við at sláa, og
vinstra høvuðskamar bólgnar
upp. Tá hetta hendir, fer
hjartað at líkjast einari fellu,
sum japanesarar gjøgnum tíð
irnar hava brúkt til veiði eftir
blekkspruttu ella høgguslokki.
Tað kann ljóða ógvusligt og
næstan ófatiligt, at hjarta á ein
slíkan hátt kann steðga við
sínum virknaði, men hetta
hendir eitt nú fyri umleið 30
danir um árið.
Hetta er eitt tal, sum sam
bært
www.helse.dk
hevur
verið rættiliga støðugt, síðan
henda líðing varð staðfest í
1991, men hevur helst verið á
leið hitt sama í árunum fyri
hesa tíð.
Hjartað verður lamt
Av einum tali á 30, siga hagtøl,
at talan helst er um einar 27
eldri kvinnur. Orsøkin til, at
talan er um fleiri kvinnur enn
menn, kann hava nakað við
hormonir at gera – ella, at
menn og kvinnur ikki hava
eins nógvar nervar í hjartan
um.
Í læknaverðini halda tey, at
ein triðingur av tilburðunum
hava sína orsøk í sálarligari
tyngd, ein triðingur í likamlig
ari møði – og síðan duga lækn
arnir ikki at greiða frá, hvør
orsøkin er til hin seinasta trið
ingin.
Tá hugt verður eftir teimum
tilburðum, sum læknaverðin
kennir orsøkina til, eru nøkur
felagseyðkenni. Tí tað, sum
hendir, tá fólk uppliva ógvus
liga møði – likamliga ella sálar
liga – er, at heilin mælir okkum
til antin at ”flýggja” ella at
”stríðast”.
Tá hetta hendir, verða eitt
nú leysgivin stórar mongdir av
strongdar-hormonum, og sam
bært Patrick O’Gara, hjarta
lækna á Brigham and Women’s
Hospital, lamma hesi hormonir
snøgt sagt hjartað.
Patrick O’Gara leggur dent
á, at hetta er ástøðið, sum tey í
løtuni arbeiða við, men tað er
framvegis nógv, sum lækna
verðin enn ikki veit um ”knúst”
hjørtu.
Danski
læknin,
Thomas
Emil Christensen, sum hevur
skrivað eina phd. um ”Broken
Heart Syndrome”, stuðlar und
ir tað, sum Patrick O’Gara er
komin eftir.
Doyggja av sorg
Tá hjartað verður knúst á ein
slíkan hátt, kann støðan gerast
vanlukkulig. Í flestu førum
kemur hjartað kortini fyri seg
aftur – og pumpar víðari – til
tað verður knúst eina aðru
ferð.
Men, hetta er ikki einasti
háttur, at hjartað kann gerast
ávirkað av sinninum.
Ein amerikansk kanning frá
2011 vísir, at eldri, sum hava
mist sín hjúnafelaga ella sam
búgva, eru í nógv størri vanda
fyri at fáa hjartatilburð enn
onnur. Í mun til fyribrigdið
”Broken Heart Syndrome”, sum
serliga rakar kvinnur, er deyðs
títtleikin sum heild størri mill
um einkjumenn eftir, at hjúna
felagi ella sambúgvi er farin.
Ein orsøk kann vera økta
strongdarstigið í likaminum,
sum ávirkar immunverjuna og
soleiðis ger, at fólk eru meira
viðkvom móti øðrum sjúkum,
men sambært www.helse.dk
er frágreiðingin ikki kannað til
botns.
Eingin tryggjaður
Niðurstøðan er, at hjartað
kann ikki spreingjast í bróstin
um, men tað kann fara í knús,
og hjartað kann saktans gerast
ávirkað av sinninum – og
sinnið kann gerast ávirkað av
okkara hugburði.
Eingin okkara er tryggjaður
móti eitt nú hjartasorg, van
lukkum
ella
mistum
sam
búgva, men vit hava eina
ávirkan á, hvussu vit loysa
trupulleikan, sum er uppstað
in. Soleiðis kunnu vit eisini
minkan um vandan fyri, at
særda hjartað ikki verður til
eitt sovandi hjarta.