Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VALGREINAR Bólkur 2 má fáa betri sømdir Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin Síðani 2014 er framgongd í øllum skipabólkum uttan í bólki 2. Við at samanbera árið 2014 við árið 2018 sæst, at bólk­ ur 2 hevur eina afturgongd á 18 %. Slík afturgongd merkist, og ger at skip í bólki 2 eru undir serligum trýsti og hava torført við at fáa rakstur í virksemið og at halda uppá manningina. Skipini í bólki 2 eru álitið und­ir stórum parti av flaka­ vinnuni og er við til at veita tað fjølbroytnið í fiskiflota okk­ara, sum er alneyðugt fyri høvuðs­vinnuna. Tí eiga vit at fremja politisk átøk, ið lætta um hjá hesum bólki. Marka makrel ella sild til bólk 2 Trolararnir í bólki 2 hava víst, at teir saktans kunnu fiska makrel og sild. Á vitjan hjá Pelagos í Fuglafirði var upplýst okkum í Javnaðarflokkinum, at trolarar í bólki 2 kunnu av­ reiða makrel við høgari góðsku. Hetta eiga teir at sleppa at gera. Vit eiga at útluta eitt tonsa­tal til bólk 2 við tí treyt, at tonsini skulu fisk­ast av skip­um í bólki 2. Hetta fyri at styrkja um inn­tøku og rakstur hjá hesum skip­um. Betri uppboðssøla av veiddum fiski Vit hava sæð í bløðunum í summar, at kravið um, at 25 % av veiddum fiski skal á upp­ boðs­sølu, ikki virkar nóg væl. Vit eiga at fáa hetta at virka eftir ætlan, so talan er um marknaðarprís. Fría kappingin um hesi 25 % av veiðuni tænir sjó­manninum. Bæði tí prísurin í flestu førum gerst hægri, men eisini tí at ein góð væl­ virk­andi uppboðssøla av veidd­ um fiski kann geva grund­arlag fyri, at fleiri virki í Føroyum standa seg. Eru fleiri virkir í Føroyum, er eisini grundarlag fyri betri prísi. Vinnan og frøðin sessist saman Á heysti 2018 var ein arbeiðs­ bólkur við umboðum fyri vinn­una, Havstovuna og fyri­ sit­ingina, settur at gera upp­ skot til umsitingarætlan fyri fiski­skapin eftir botnfiski und­ir Føroyum og í tí sam­ bandi eisini eftirmeta skip­an­ ina í fiskiskapinum í síni heild. Arbeiðsbólkurin framdi tað bragd at orða eitt eitt felags uppskot til umsitingarætlan. Eftir arbeiðssetninginum skuldi arbeiðsbólkurin eisini eftir­meta dagaskipanina og aðrar reguleringar í fiski­skap­ in­um eftir botnfiski í føroyskum sjógvi. Eg vil mæla til, at arbeiðs­ bólk­urin, ið hevur víst í verki, at hann kann fremja skilagóð tøk, fær umstøður alt fyri eitt at fara undir at fullføra ar­ beiðs­setningin. Fyri bólk 2 kundi ein eftir­ meting av lutfallinum millum meskastødd og økisfriðing verið áhugaverd. Kundi tað verið skynsamari fyri stovnin at hækka meskastøddina og sam­stundis linka friðing­ar­ kravið? Møguliga kann ein loysn fyriliggja, ið kann gera tað liviligari bæði hjá upsanum og bólki 2. Okkara skylda at hjálpa Politiska skipanin eigur ikki at venda blinda eygað til, tá ein partur av flota okkara stendur við risa avbjóðingum. Kunnu vit gera hjálpandi átøk uttan at tað gongur út yvir umsit­ing­ ar­ætlan og góða stovnsrøkt, eiga vit at gera tað. Tá Javn­að­ arflokkurin skrivar í val­ skránna, at “Heimaflotin skal hava betri karmar”, er talan um allan heimaflotan. Tá av­ bjóð­ingin er størst í bólki 2, er tað serliga her tað áliggur okk­ um at betra karmarnar í ver­ andi støðu. Hvørjar Føroyar? Djóni Nolsøe Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin Hesin spurningurin er avger­ andi, nú valið er útskrivað. Hvørjar Føroyar ynskja vit okkum? Fyri at finna svarið, mugu vit fyrst hugsa um, hvat er at velja millum. Menniskjan hevur lyndi til at gloyma nokso skjótt. Nú tíðirnar hava verið framúr góðar, kann tað vera torført at minnast, hvussu støðan var fyri bara fýra árum síðani. • Tá flatskatturin við harra­boðum bleiv trýstur ígjøgnum • Tá vit sóu mótmælis­gong­ ur og sakarmál um iva­somu við­urskiftini hjá táverandi fíggjarmála­ráð­ harr­anum og formanni Fólka­floksins. • Tá keyp og søla av kvotum og fiskirættindum millum somu fáu eigarar var gerandiskostur – og ongin annar hevði nakran møgu­ leika at luttaka. • Tá vit høvdu ein løgmann, sum á tingsins røðarapalli bedýraði, at hann ikki hevði verið partur av CIP-málinum - sum hann so kortini vísti seg hava verið. • Tá dulda dagskráin við­víkj­andi Eystur­oyar­ tunnl­inum mundi skuld­ ar­bundið fleiri komandi ætt­arlið, og vit sóu eitt totalt sensurerað CIP- skjal, sum lá frammi í SMS. • Tá politiska skipanin í áravís bara lat standa til viðvíkjandi neyðugum nýskipanum innan fiski­vinnu, heilsuverk, pensjónir og borgarlig rættindi. • Tá gjógvin millum rík og fátøk frá 2009 støðugt vaks sambært hagfrøðingi á Hagstovuni. Tað var ikki so løgið, at fólkið valdi eina øðrvísi kós. At tey ynsktu einar javnari, sam­halds­ fastari og rúmligari Før­oy­ar. At tey ynsktu politikarar, sum tordu at gera nakað við øll tey mongu týðandi málini, sum vórðu súltað í so nógv ár. Nú eru nýskipanirnar loks­ ins framdar. Nakrar hava verið meiri umfatandi enn aðrar, og allar eru ikki komnar í endaliga legu. Men stóra takið er nú tikið. Fleiri hava nú fingið møgu­ leik­an í fiskivinnuni, og virðini koma í nógv størri mun øllum samfelagnum til góðar. Positiva gongdin fer at prógva seg enn sterkari kom­ andi árini, tá tølini fyri 18 og 19 verða skrásett og hækk­ing­ar­ nar hjá sperdum barna­familj­ um, fyritíðarpensjónistum og teim­um við lægstu pensjón, koma við í hagtølini. Hetta er at fegnast um. Tí tey allar flestu munnu vera ímóti, at ovastu 4% skulu for­ vinna nógvar ferðir meiri um árið enn øll samlaða restin av fólkinum, sum hagfrøðingurin hjá Hagstovuni vísti á við gongd­ini frá 2009. Skal gjógvin millum rík og fátøk vaksa ella minka? Men nú valið stundar til eru kort­ini summi, sum staðfesta, at tey vilja bakka aftur. Ný­ skip­anirnar skulu rullast aftur til støðuna, sum hon var, tá øll vistu, at okkurt mátti gerast, men eingin tordi at gera nakað. Tá stóra gjógvin ímillum rík og fátøk varð grivin við flat­skatt­ inum. Summi siga nú aftur hart og týðiliga, at bara tey fáu skulu eiga, forvinna av og umsita okk­ara fiskitilfeingi. Tey vilja somuleiðis taka vunnin borg­ arlig rættindi aftur frá okkara minnilutabólkum. Tíbetur fáa hesi valevnini einki broytt av sær sjálvum, sama hvussu tey leika í nú. Tíbetur er tað føroyski velj­ ar­in, ið ger av, hvør kósin kom­ andi fýra árini skal verða. Sjálvur bjóði eg meg fram á sterka javnaðarlistanum. Og hjá mær valdar eingin ivi. Eg havi eg á ongan hátt gloymt, hvørj­um ruðuleika vit komu frá - og hvørjar broytingar eru framdar til tað betra seinastu fýra árini. Eg fari at arbeiða fyri ver­ andi samhaldsfasta politikki, har vit í felag styrkja okkara dag­stovnar, fólkaskúla og heilsuverk. Har øll geva sítt íkast. Har vinnan fær bestu karmar at virka undir - og vit samstundis eisini hava fígging at fremja lyftini um eitt styrkt vælferðarsamfelag í verki. Nøkur av mínum hjarta­mál­ um eru: • At áseta eitt minstamark fyri, hvussu nógv vaksin eru um barnið á dag­ stovna­økinum • At nýggja Barnaheimið verður bygt liðugt • At samtykkja vælferð­ar­ lógina • At fáa fleiri bústaðir kring landið - eisini til tey við serligum tørvi • At styrkja fyribyrgingar­ partin enn meir og geva rúsevnisvið­gerð­arstøð­ unum betri sømdir • At reka ein familju­vinar­ ligan politikk, ið gevur meira tíð saman við børn­unum Multihøll til ítróttin - og frístunda­kort til øll børn og ung undir 18 ár Hvørjar Føroyar vilt tú hava? Til spurningin »Hvørjar Føroy­ ar« er mítt greiða svar, at vit skulu ikki gera skipanir og lógir við tí endamáli, at tey rík­ astu skulu forvinna meiri. Vit skulu gera okkara skipanir og lógir fyri at styrkja familjurnar og lofta teimum veikastu. Vit menniskju gloyma mang­an so skjótt. Men hugsa vit okkum eitt lítið sindur um, munnu flestu okkara kortini minnast ónøgdina um ójavnan, sum valdaði undir undanfarnu samgongu. Spyrja vit »Hvørjar Føroy­ ar?« munnu allir vanligir før­ oy­ingar svara, at teir ynskja einar Føroyar við sam­halds­ festi, frælsi og javnaði. Vit ynskja okkum einar Føroyar fyri øll - ikki at enda aftur í teirri ruðuleikakendu støðuni, sum valdaði fyri fýra árum síð­ ani. Flestu vanligu føroyingar ynskja framhald heldur enn aft­urhald – og tí borgar Javn­ að­ar­flokkurin fyri. Møguliga kann ein loysn fyri­liggja, ið kann gera tað livi­ligari bæði hjá upsanum og bólki 2 Tá stóra gjógvin ímillum rík og fátøk varð grivin við flat­skatt­inum