Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95 KJAK Landsskaðiligt virksemi K. Guttesen Ákærurnar vóru nógvar frá sambandsmonnunum Ed­ mund Joensen og Bári Nielsen um landsskaðiligt virksemi, tá ið Carles- Puigdemont var boð­in til Føroyar av fólka­tings­manni okkara. Samstundis bið­ur sambandsflokkurin um stuð­ul, har aðalmálið er at styrkja sambandið við Dan­ mark. Hetta er at svíkja okkara egna land – Føroyar, og harvið landsskaðiligt virksemi. Sambandsfólk og tess sam­sintu eru so undirbrotlig, at tey hava ikki álit á, og vilja, at í Føroyum kunnu og skulu før­oyingar ráða. Vilja sambands­fólk ikki hava ræði á egnu ogn sínari, heldur enn at lata grann­an ella onkran annan ráða yvir ognini? Tað er sum timb­urmaðurin í Nasaret segði: Tey vita ikki, hvat tey gera! Eisini innan ítrótt mugu før­oysk ítróttarfólk mangan íðkað undir donskum flaggi. Gerið sum E ikki B. Minningarorð um Elnu Sofíu Vestergaard Eitt stríð er at enda komið. Tann 6. august 2019 lat mamma eyguni aftur. Hon hevur hesi síðstu árini verið so óheppin við drúgvari sjúkra­legu, men hetta stilla kvøldið í august fekk hon frið. Mamma varð fødd í Sumba 18 juni 1935 og næstelst av 7 syskjum. Hon var dóttir Hans Jacob Thomsen og Paulinu Thomsen. Hon var sera dugna­lig í skúlanum, men tá á døg­um var ikki møguligt, at nema sær hægri kunnleika við lestri. Hon fór at arbeiða í fiski í Vági, og gjørdist stutt eftir arbeiðsgenta hjá Magn­ us Dahl í Vági. Í hesum býlingi í Vági búði eisini kendi skip­ arin Kristin á Økrum. Hann førdi í nógv ár skip hjá Gørð­ un­um. Ein av synunum hjá Krist­in á Øgrum og Anna Sofíu, var Thomas Pauli. Tað rann saman millum teirra og tey giftust 15. Januar 1958. Henda unga vakra sumbi­ar­ gent­an gjørdist fiskimanna­ kona í Vági. Í 1959 kom trolarin “Váb­ ing­ur” til Vágs, og sum so nógv­ir vábingar fór Pabba at sigla við Vábingi. Tað vórðu ofta sera langir túrar í Grøn­ landi og við New Foundland, so samlívið hjá hesum unga pari varð so sum so. Thomas Pauli mátti vinna til lívsins uppihald fyri familjuna á long­um túrum á sjónum, með­an Elna í fleri ár varð báði móð­ur og faðir hjá børnunum. Hetta var ein stór ábyrgd hjá einari ungari kvinnu, men tað kláraði hon uppá stás, og megn­aði eisini at arbeiða bæði við reingerð, binding og í fiski. Eitt gott ískoyti til húsar­haldið. Aftaná at hava verið fiski­ mað­ur fór Pabba í langfara sigling. Hann sigldi í fleiri ár við Copenhagen Reefers, ið sigldi víða um í verðina. Tá hevði mamma møguleika at síggja heimin, og tað vóru ikki so fáar søgur hon kundi siga frá. Tað varð eitt ríkt lív fyri hana, at verða saman við mann­inum, og samstundis varð hon biðjin sum kokkur fleiri fer. Annað sum henni dámdi sera væl var kórsangur. Hon kom uppí Ljóm í 1953-54 með­ an Edith Dahl var kórleiðari. Henni dámdi sera væl at venja og ikki minst allar út­ ferðirnar Ljómur gjørdi. Tað sum hon gleddi einamest var allahalganadagur, minningar­ dagur sjómanna. Serliga hjá okkum børnum var tað sera upplivandi at síggja mammu okkara machera fram til off­ ur­vasan við kórinum, øll í hvítum og svørtum. Síðstu nógvu árini varð hon sera virkin við hond­ar­ beiði. Hon bant nógv, brod­er­ aði nógv, og runt um allar Før­oyar er nógv, bæði vaksin og børn, sum hava havt, og hava, gleði av teimum vøkru fyrikløðum og skjúrtum til tey føroysku klæðini. Sjálvd­ an segði hon nei og hon gjørdi sítt besta, til gleði fyri mong, stór og smá. Eftir sekstieitt ár er pápi okkara vorðin einkimaður, hans­ara sorg er væl skiljandi. Tað er jú sum ein partur av ein­um sjálvum, ið er farin. Ein blóma vesturi í bø í Vági er følnað, men í himli okkara er ein vøkur rødd komin í kórið. Tøkk til tykkum øll sum vóru um mammu okkara síðstu tíðina, vit eru sera takk­som. Eina stóra tøkk til Ljóm­ur fyri ta vøkru sang­løt­ una. Við hesum lýsa vit frið yvir minni um mammu okkara og konu mína, Elnu Sofie Vest­er­ gaard. Pauli, Heidi og Kristin. Okkara deiliga Havn Oddvør Johansen Eg heiti á øll um at lesa grein­ ina, sum Eigarafelagið undir Kongavarða hevur sett í bløð­ ini og á portalar: “ Søguliga stutt­skygd bygging av leigu­ íbúð­um undir Kongavarða.” Tað er ein skakandi grein, har vit fáa at vita, at Tórs­ havnar býráð hevur selt ein­ asta grøna økið hjá íbúgvunum her – 10.500 m2 – til ein privat­ persón fyri discountprísin kr. 1,6 mill. Her skulu so umleið 100 íbúðir í fleiri hæddum trýst­ast niður. Ein kompaktur múrur, ið ger alt økið til eitt ósjarmerandi skuggaland. - Har sum tað gongur ov skjótt, har er stórur vandi fyri, at tað gongur galið. (Mikal Vid­ erø 2005) - Vit eiga at byggja nakað, sum kann siga eina søgu. (Gunn­ar Hoydal 2005) Hendan “søgan” kundi verið: her skal mítt barn liva sínar góðu barndómsdagar. Einasta barndómin. Her skal tað hava síni góðu minni. Hví eru okkara arkitektar so merkiliga tigandi? Hví er tað eingin, sum skríggjar: vit vilja ikki hava konteynarabýlingar í Havn, vit vilja ikki hava eina nýggja Karlamagnusarbreyt.? Vit eru ov sein á sjóvar­fall­ in­um, ja, at gera íbúðir í Før­oy­ um. Men vit mugu kortini ikki fara at slaka við kvalitetinum – (eins og mann gjørdi á Nørrebro í Keypmannahavn sein­ast í 1800-talinum, tá mann stúvaði fátækrafólkið sam­an í myrkum bakgørðum.) Vit mugu heldur ikki sletta góð øki burtur til ein Hanus ella Janus, sum floytar á estet­ ikk­in og natúrina. Hetta kall­ ast korruptión. Vit kunnu heldur ikki liva við politikkarum, sum byggja stórar glæsiligar almennar bygn­ingar, men sum sam­ stundis halda, at konteynarar er loysnin, har livandi menn­ iskju skulu búgva og veksa upp. Politikkararnir eru – eins og undirritaða – ikki fakfólk, men tey himprast tó ikki við at spæla matadorar og skrotta seriøsar ætlanir, sum fakfólk, verkfrøðingar, arkitektar og býrarskipanardeildir hava gjøgn­umhugsað í áratíggju. Tað er næsta ikki dagur, har ikki broytingar í byggi­sam­ tykt­unum verða kunngjørdar, og nú er nokk! Vit mugu byggja hús, sum ikki – eins og Tórsvøllur – skulu rívast niður eftir 25 ár­ um. Útskeldaða felagið Bústaðir er eitt átak, sum ikki (enn) er farið upp í hesa discount­kar­u­ s­ellina. Tey halda aftur, tí tey royna at leita eftir rímuligum kvaliteti fyri rímuligar pengar. Lætt er tað óivað ikki. Spell og syrgiligt var, at Hoy­dalur ikki varð gjørdur til tað paradísiska íbúðarøkið, sum góðir arkitektar høvdu gjørt eitt uppskot um. Dalurin stend­ur nú sum eitt spott og inni­heldur bara luftkastellir. Men enn er ikki ov seint til at bera so í bandið, at børn kunnu sleppa at veksa upp í hesum fagra dalinum. Tað hevði har aftrat loyst ein stóran trupul­ leika í Havn. Tað má bera til hjá landi og kommunum at taka eitt tak saman um hetta. Latið Havnina halda fram við at vera tann deiliga Havn. Skemmið hana ikki!. Ferðsluviðurskifti í Runavík Olaf Olsen Tað verður umrøtt fyri tíðina, hvussu ferðslan kann loysast ígjøgn­um Runavíkina, og tað, sum eg higartil havi hoyrt, loys­ir á ongan hátt málið nøkt­andi. Og tað er alt ov seint byrjað at umrøða tað. Eg haldi, at fyri at gera nakað munagott, og sum loysir aðrar trupulleikar, er at føra vegin frá rundkoyringini við tunnilsmunnan og yvir á bryggj­una á leið har, sum Beta­-bygn­ingurin stendur. 1. Harvið fæst ferðslan frá einum trongum øki, 2. Tað fæst nógv pláss at byggja út á, 3. Gevur “Lynfrost” møgu­ leika at byggja út oman­eftir, tí einki pláss er at byggja niðaneftir, 4. Verður nógv pláss til virk­semi á havnarøkinum, 5. Verður pláss til ídnaðar­ bygningar og aðrar, 6. Pláss til eina býarmittu. Hetta gevur umleið eyka 100.000 fermetrar umframt bryggju­pláss og veg. Hvørji eru veiku punktini við at byggja út á henda hátt? 1. Bátahylurin hvørvur, 2. Æðurnar missa hylin. Hetta kann t.d. loysast við at útbyggja bátahylin á Glyvrum. Tað kann gerast ein hylur til æðurnar, og so kann plantast rundan um hann, so tað verður ein minipark. Eg giti, og eg rokni avgjørt við, at um tað framvegis verð­ ur nakar framburður her á leið, so verður hetta gjørt til end­an, kanska um 10-15 ár. Hví ikki gera tað nú?! Føroyar eru smáar; tað ger einki, um vit økja eitt sindur um landið. Vit hava nóg mikið av sjógvi, og Føroyar eru fullar av gróti. Í Søldarfirði 21. august 2019