Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gilli Rólantsson er ikki nøgdur við vantandi spælitíð, men verður ikki seldur Tróndur Arge Gilli Rólantsson er ein ónøgdur maður í Brann. Hann fær lítið av spælitíð og ætlar sær til Tromsø at spæla, men Brann Berg­en vil ikki selja 27 ára gamla tvøramanin. Tað er Bergnes Tidende, sum ber tíðindini í dag. Gilli Ról­ ants­son hevur verið settur í sam­band við Tromsø, ið eisini hevur eina spæliskipan, ið pass­ar væl til føroyska lands­ liðs­spælaran. Bergens Tidende hevur eis­ ini tosað við umboðsmannin hjá Gilla Rólantssyni, Annfinn Gaard. Hann sigur við blaðið, at Gilli ikki verður seldur í hes­ um flytingarvindeyganum. Gilli Rólantsson hevur sátt­ mála við Brann Bergen til end­ an á 2020. Tvøramaðurin hevur sein­ astu tíðina verið á útikantinum av hópinum hjá Brann. Fyri einum ári síðani var støðan nakað tað saman, men tað end­ aði við at Brann og Gilli Ról­ ants­son longdu sáttmálan. Men tað hevur verið lítið av spæli­tíð samanlagt. Føroyskur fótbóltur hevur annars ein fótbóltssøgu, tá tað kemur til Tromsø, ið ynskir at fáa Gilla til felagið. Norð­ur­ norska felagið vann í 1995 10-0 á HB í táverandi Intertoto Cup. Tað er størsti ósigurin, sum eitt føroyskt lið hevur verið fyri í altjóða kapping. Víkingur fekk hevnt tapið í 2014. Á Svangaskraði endaði tað við málleysum javnleiki, men í Tromsø vann Víkingur 2-1. Bárður J. Hansen og Hallur Hansson skoraðu málini. Um Gilli Rólantsson skal skriva enn ein kapitul í før­ oysk­um fótbóltssøguni í Trom­sø, so verður tað fyrst frá ársenda. trondur@sosialurin.fo Nú byrja fyrstu spælararnir á Úrvalstilboðum Týsdagin í hesi byrja fyrstu spælararnir á Úrvalstilboðum hjá Fótbóltssambandinum. Aðal­ málið er at geva spæl­ar­un­um eitt úrvalstilboð, ið er á altjóða støði, og sum samantvinnar fótbólt, útbúgving ella arbeiði. Rektarin á Miðnámi á Kambs­ dali, Páll Isholm sær nógvar møgu­leikar í samstarvinum mill­um Miðnám og FSF. - Eg haldi, at hetta er eitt framúr tilboð til okkara næm­ ing­ar, sum vit eru sera fegin um at vera við til at menna. Eg vænti eisini, at hetta roynd­ar­ árið fer at peika at fleiri menn­ ing­armøguleikar, sum vit kanska ikki rættiliga síggja í dag, sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, við heima­síðuna hjá FSF. - Skalt tú vera úrvalsítrótt­ arfólk mást tú venja sera nógv, og uttan neyva tilrættarlegging saman við tínum arbeiðs­gev­ ara, sum í hesum førum er skúl­in, so verður trupult at fáa ger­andisdagin at hanga sam­ an. Bæði í skúlanum og á vøll­ in­um, sigur rektari víðari og legg­ur afturat: - Eg eri vísur í, at eitt skila­ gott samanspæl millum skúlan og ítróttargreinina fremur bæði tað ítróttarliga og lær­ing­ ina. Júst hesin aldurin er eisini hin rætti at smakka lívið sum úrvalsíðkari, og at tú gert hetta samstundis, sum tú tekur eina útbúgving er heilt víst vegurin framm, sigur Páll Isholm, og leggur afturat, at tað eisini gev­ur skúlanum nógv, at kunna bjóða næmingum eitt so­vorði tilboð. - Endamálið hjá skúlanum er til eina og hvørja tíð at fáa næm­ingarnar at læra so nógv sum møguligt. Skal tað eydn­ ast er umráðandi við góðum trivn­aði og arbeiðsgleði. Megna vit at skapa rúmd fyri ser­støkum tørvum og áhuga, sum summi hava innan millum annað ítrótt og tónleiki, so frem­ur tað eisini hugin og gleð­ina við at ganga í skúla. So slík tilboð eru gull verd, sigur rekt­arin á Miðnámi á Kambs­ dali. Í samband við FSF Úr­vals­ til­boðið, stendur Fótbólts­sam­ band Føroya fyri tí ítróttarliga, meðan skúlarnir standa fyri útbúgvingini. Eitt framtíðar samstarv kundi millum annað snúð seg um tað sálarliga og tað praktiska í at fáa lestrarlív og ítróttarlív at hanga saman. Bæði í gerandisdegnum, men eisini tá íðkarar eru burt­ur­ stadd­ir í landsliðsørindum, venj­ing­ar­legum og í øðrum upp­gávum. Slóðbrótandi Í Føroyum er hetta eitt slóð­ brót­andi tilboð, men uttan­ lands er líknandi tilboð væl kend og væl útbygd eisini. Og sam­bært rektaranum á Mið­ námi á Kambsdali er ikki óhugs­ andi, at FSF Úrvals­til­boðið fer at vísa á aðrar møguleikar. - Okkara avmarkaða stødd ger, at vit ikki uttan víðari kunnu kopiera tað onnur gera. Hinvegin so síggi eg fyri mær, at júst hesin leisturin kann menn­ast í øðrum ítrótt­ar­ greinum. Við tíðini kunnu vit byggja eitt úrvalsumhvørvi á Kambsdali, ið hevur sum aðal­ mál at geva okkara úrvals­ íðkarum eitt úrvalsskúlatilboð á altjóða støði. - Eitt konstruktivt samstarv fer heilt víst at vísa fleiri møgu­leikar, ið vit kanska ikki rætti­liga duga at ímynda okk­ um enn. Men nú eru vit í gongd, og fara at leggja alla orku í at fáa hetta royndarárið at eydnast væl, sigur Páss Is­ holm at enda. trondur@sosialurin.fo BRANN VIL IKKI SELJA GILLA