Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í kvøld verður útsetti toppdysturin millum KÍ og B36 Tróndur Arge Dysturin millum KÍ og B36 skuldi upprunaliga vera ein partur av 15. umfari í summar, men Evropa uppgávurnar órógv­aðu, so liðini samdust um at flyta dystin. Undan dystinum liggur B36 á 2. plássi og KÍ á 3. plássi. Tó hevur KÍ spælt ein dyst færri. Heimaliðið hevur nakað at hugsa um, tí Deni Pavlovic er framvegis leikbannaður. Hann hevur nú sitið fýra av teimum seks dystunum, sum hann fekk fyri at stúta eftir Ken Fager­berg í dystinum móti í Trongis­vági. KÍ hevur kært leik­bannið víðari til yvir­kæru­ nevndina, har tað kemur fyri í morgin. Ein onnur avbjóðing hjá Mikkjali Thomassen, venjara hjá KÍ, er at Simen Sandmæl ikki er tøkur. Hann spældi bara ein løtu í fyrra hálvleiki móti Skála, men mátti geva skarvin yvir og lata seg skifta út. Norski miðvallarin hevur stóran týdning fyri spælið hjá KÍ, sum leygarkvøldið spældi javn­leik 2-2 móti Skála. Hjá B36 er Erling Dávidsson ivasamur. Miðverjin hevur trupul­leikar við lærkrikanum, men tað eru boð eftir gøtu­ mann­inum. KÍ hevur nógva styrki í álopinum, sum B36 skal berjast við. Størsta avbjóðingin hjá B36 hevur verið málskjótingin. B36 hevur í løtuni 41 stig, men bara skotið 31 mál í 18 dystum. Tað eru níggju færri enn kapp­ing­ar­neytarnir úr KÍ. Nú røkist fyri, at Brian Jakob­sen er tøkur aftur. Tað gevur Jákupi á Borg, venjara hjá B36, eitt kort afturat í álops­partinum. Hetta verður ein spennandi dystur, har bæði liðini hava nóvg at vinna. Tó kunnu bæði eisini liva við einum javnleiki. SOSIALURIN TIPPAR: 2-2 Fimm favorittar Í vikuligu upptaktini, sum er í Vikuskiftis-Sosialinum, hevur Sosialurin eina tippikapping, sum hevði sín uppruna á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Av tí at hesin dysturin er útsettur, fáa luttakararnir, Jákup Ósá, Leivur Frederiksen og undirritaði møguleikan at tippa dystin í hesum blaðnum. LEIVUR FREDERIKSEN: KÍ – B36 1 JÁKUP ÓSÁ: KÍ – B36 1 TRÓNDUR ARGE KÍ – B36 X Tipping: Tipping 19. umfar: STIGATALVAN: 1. LEIVUR FREDERIKSEN 62 STIG 2. JÁKUP ÓSÁ 59 STIG 3.TRÓNDUR ARGE 59 STIG HEIMIR HELDUR IKKI FRAM Í HB Íslandska morgunblaðið skrivar í dag, at Heimir Guðjónsson ikki heldur fram í HB, men leiðslan í felagnum sigur at hetta passar ikki. – Vit eru í samráðinum og eg vænti at vit leingja samstarvið, sigur Ragnar Joensen Tróndur Arge Íslandska morgunblaðið skriv­ ar í dag, at Heimir Guðjónsson ikki heldur fram í HB. Blaðið skrivar at familjan nú er flutt heim, og at Heimir Guðjónsson eisini verður at finna í ís­ lendskum fótbólti, eftir at sátt­málin við HB gongur út í oktober. Tað hevur leingi ljóðað, at fleiri íslendsk feløg hava víst Heimi Guðjónssyni áhuga, men at hann trívist væl í HB, sum eisini hevur eitt ynski um at leingja sáttmálan við ís­ lendska venjaran. Heimir Guð­ jóns­son vann í fjør FM, men í ár liggur liðið á fjórða plássi og rennur aftaná. HB er aftur í ár í finaluni um Løgmanssteypið. HB væntar at leingja við Heimir Tíðindini úr Íslandi koma óvart á leiðsluna í HB. Heimir Guðjónsson hevur víst stóran áhuga fyri at halda fram, og sam­ráðingarnar um at leingja sam­starvið eru í gongd. - Eg haldi ikki tað er nakað í hasi søguni. Vit tosa saman um framtíðina, og eg vænti at vit koma á mál við sam­ráð­ing­ un­um. Tað er nøkur praktiskt ting, men Heimir hevur góðan hug at verða verandi. Eg vænti at vit leingja við Heimir Guð­ jóns­son, men tað er ikki enda­ liga komið á mál, sigur Ragnar Joen­sen, sum er partur av leiðslubólkinum, ið rekur besta liðið hjá HB. Hann leggur afturat, at tíð­ indini koma óvart á, men at man í HB vónar at Heimir Guð­jónsson heldur fram í felagn­um. trondur@sosialurin.fo Morgunblaðið: Upptakt KÍ-B36: