Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95 TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða mamma, vermóðir, omma og langomma Andrea Johanna Lisberg Andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Missiónshúsið í Vestmanna. Tøkk til prest, kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til tykkum øll, ið á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við ervið. Tøkk till tykkum, sum fylgdu hana til hennara seinasts hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Kirstin og Dánjal Pauli TØKK Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið vóru til staðar, sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða kona, mamma, verdóttir, systir og dóttir okkara Durita Brattaberg f. 29.11.1967 – d. 08.03.2019 fór til gravar í Veldre kirke 15. mars 2019. Hjartans tøkk fyri blómur og kransar, og fyri peningagávur á yvir 100.000 kr til frama fyri Krabbameinsfeløgini í Norra, Danmark og Føroyum. Hjartans tøkk til øll tykkum mongu, ið dagliga og trúføst sendu brøv, pakkar, boð og heilsanir, ringdu ella stukku inn á gólvið dagliga alla ta tíðina, Durita var sjúk; hetta var hon sera takksom fyri. Eisini ein hjartans tøkk til tykkum mongu, ið luttóku og saman við Duritu søgdu “Takk for livet” á veitsluni 26. juli 2016 í Føroyum. Hóast búsitandi í Noregi í nógv ár var tokkin og alskurin til móðurlandið stórur, og til jarðarferðina ynskti Durita yndissangin: Føroyar, mín móðir, títt signaða navn í hjartanum rúnarrist stendur, títt sorgblíða bros, títt mjørkaloft dró tín son sjálvt við sólgyltu strendur Um tú var alt bjart, sum eg hugsa mær kann, ein blóma frá paradís strondum, ein perla mót øllum í heiminum var, ja, valdaði ríkjum og londum, tá kvað eg tær kanska eitt stoltari lag, eitt kvæði av brimdun og toru men kundi ei elska teg hægri enn nú, mítt friðlýsta heim móti norði. Fyri tey avvarandi Lars, Odne, Freyja, Thor, Susanna, Rúni, Karin og Árni TAKK Hjartaliga takka vit øllum iđ vístu samkenslu og hjálpsemi, tá elskađa kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ingrid Kaja Jensen *29.05.46 - +08.07.19 Doyđi og fór til gravar úr Vodskov kirkju 12.07.19 Takk til Lisbeth Solmumde Michelsen prest, fyri góđ og troystarrík orđ í kirkjuni. Eisini ein takk til dekn, sangarar og organist. Takk fyri hjálpina til erviđ. Takk tit sum ringdu og skrivađu. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Takk til øll sum fylgdu henni til hennara síđsta hvíldarstađ. Blíđar heilsur Pól, Annika og Eydna viđ familju TØKK Vit takka øllum, sum sýndu okkum samkenslu, tá kæri beiggi, svágur, mammubeiggi og ommubeiggi, Poul Heri Mikkelsen f. 1.9-1952 d. 29.5-2019, andaðist og varð jarðaður. Takk til prestarnar Derhard Jógvansson og Sonju Klein, organist, sangarar og gravarar. Takk øll, sum bakaðu til ervið og øll sum lótu kransar og blómur, og øllum sum fylgdu. Familjuna vegna, Fríðbjørg Mikkelsen Andlát Jan Oddvar Wasa ættaður úr Tórshavn, men búsitandi í Hamar í Noregi Føddur 22/12-1954 og deyður 11/8-2019 Sonur Bergtóru Djurhuus Wasa Giftur Hillery Saman eiga tey børnini Tummas, Sigvald, Loyd og Niclas fyrst og fremst www.in.fo