týsdagur 20. august 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará
Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo
www.runavik.fo
K R E A
........................................................................................................................................................................................
........................................................................................................................................................................................
Talan er um eitt 2 ára
farloyvisstarv, har inni-
haldið er ein fjøltáttaður
dagligdagur saman við
fittum og dugnaligum
starvsfeløgum. Arbeiðið
er skipað í toymi á
Teknisku deild, sum í
stóran mun myndar
kommununa úteftir.
Høvuðsverkevni
• Luttøka í dagligum um-
sitingarligum uppgávum
• Málsviðgerð og
ráðleggingararbeiði
• Býar- og byggiráð-
legging, kloakk- og
vatnleiðingar, vegakervi
og skráseting/GIS
• Stýring av kommunal-
um viðlíkahaldsarbeiði
• Verkætlanarbeiði og
eftirlit
• Uppmátingar-,
kortleggingar og
skrásetingararbeiði.
Førleikakrøv
• Verkfrøðingur, byggi-
frøðingur ella onnur
viðkomandi útbúgving
• Tekniskan førleika í
projekteringsarbeiði
og stýring av byggi-
verkætlanum
• Munnligan og skriv-
ligan málførleika í
føroyskum, norðurlend-
skum og enskum máli
• Hollur telduførleiki
viðvíkjandi skrivstovu-
og tekniforritum.
Vit sóknast eftir
tekniskum starvsfólki,
sum
• er opið og fyrikomandi
• hevur góð
samstarvsevni
• er framsøkin og dugir
at taka ábyrgd
• eigur evnini bæði at
virka í toymi og arbeiða
sjálvstøðugt.
Løn sambært sáttmála
millum avvarðandi
yrkisfelag og KAF. Nærri
upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær
til býarverkfrøðingin,
Maritu S. Hentze, á
telefon 23 70 70.
Umsókn, saman við CV,
mynd, avriti av prógvi og
møguligum viðmæli/um,
skal vera send í seinasta
lagi hin 8. september
2019.
Søk starvið umvegis
leinkið:
www.runavik.fo/Leys
størv. Um ikki nóg nógvir
skikkaðir umsøkjarar eru,
skilar kommunan sær
rætt til at søkja av
nýggjum.
Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í
landinum og búgva uml. 4.100 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast 4
verkfrøðingar, 1 byggifrøðingur og 1 rakstrarleiðari, umframt býarverkfrøðingin. Harumframt hava uml. 20 starvsfólk, umvegis rakstrarleiðaran, tilknýti til Teknisku deildina.
VERKFRØÐINGUR/
TØKNINGUR til Runavíkar kommunu
KUNNGERÐ
LØGTINGSVALIÐ
31.08.2019
Í Sunda Kommunu verður valt á hesum støðum:
•
Veljarar búsitandi við Gjógv velja í skúlanum við Gjógv.
•
Veljarar búsitandi við Norðskála, á Oyrarbakka og á Oyri
velja í Eydnuni á Oyrarbakka.
•
Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja í bygdahúsinum í
Tjørnuvík
•
Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á Langasandi velja í
skúlanum í Haldórsvík. (lofti)
•
Veljarar búsitandi í Hvalvík, Streymnesi og í Saksun
velja í skúlanum í Hvalvík.
•
Veljarar búsitandi í Hósvík velja í skúlanum í Hósvík.
Atkvøðugreiðslan er frá:
Kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt
lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta
lagi fríggjadagin 30.08.2019 greiða brævatkvøðu við at
venda sær til kommunuskrivstovuna í vanligari avgreiðslutíð.
Brævatkvøður skulu vera valstýrinum , har veljarin stendur
á vallista, í hendi innan valið byrjar kl.10.00 tann 31. august
2019.
Heimaval:
Veljarar ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu
velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 við
at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 667271 í seinasta
lagi fríggjadagin 30. august kl. 15.00.
Valkort:
Valkort verða send veljarunum í standa á vallistanum. Um
onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið
valkort, ella okkurt er komið skeivt fyri, skal viðkomandi
venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast tilber.
Oyrarbakki tann 19.08.2019
SUNDA KOMMUNA
Klaksvíkar Sjúkrahús
Sniðgøta 1 · 700 Klaksvík
Tlf: 45 45 45 · www.ks.fo
PETØ venjingar
Sagt verður frá, at Petø-venjingar fara fram á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi í viku 44, 45 og 46 – 2019.
Tey, ið ætla sær at verða við, verða biðin um at siga
frá á tlf. 45 45 45 lokal 4507 ella á teldupostadr.:
sjuklingar@ks.fo
Seinasta freist er 27.09.2019
Meira um petø á www.ks.fo
Klaksvíkar Sjúkrahús
Lutaseðlasøla 2019
- til frama fyri hjálpararbeiðið hjá KIWANIS TÓRSHAVN
Vinnandi seðlar:
1) 00721 Stórt 4-mannafar
2) 04265 Gávukort á 10.000 kr.
3) 00802 Gávukort á 3.000 kr.
4) 02647 Gávukort á 3.000 kr.
5) 06223 Gávukort á 3.000 kr.
Vinnararnir kunnu senda avrit ella mynd av vinnandi seðlum í
telduposti til: peter@mbm.fo ella ringja á tlf. 292030.
Stóra tøkk øll somul, sum keypt hava lutaseðlar og harvið stuðlað
hjálpararbeiðinum.
Næsta átakið hjá KIWANIS TÓRSHAVN er jólatræssøla í Havn í
desember, har avlopið somuleiðis fer óskert til hjálpararbeiði okkara!
Vinarliga
Vegna nevnd og limir í KIWANIS TÓRSHAVN
Jens Hansen, forseti
Ársaðalfundurin hjá Camping.fo
verður leygardagin tann 07-09-2019 kl. 14:00. í hølum
hjá VB í Vági (Vágseiðið)
Møti fjølment.
Ársaðalfundurin verður at fara fram soleiðis:
1.
Val av fundarstjóra og skrivara,
2.
Formaðurin greiður frá árinum,
3.
Ársroknskapur til góðkenningar,
4.
Val av nevndarlimum, grannskoðara og einum tiltakslimi,
5.
Ásetan av limagjaldi
6.
Lógarmál,
7.
Ymiskt. Uppskot, sum ynskjast viðgjørd á aðalfundinum,
skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan
ársaðalfundinum.