Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 4 Stóra evnið á dagsskránni hesa vikuna hevur ikki verið løgtingsvalið í Føroyum, medn heldur ætlaða vitjanin hjá amerikanska forsetanum í Danmark fyrst í næsta mánaði. Donald Trump hevði boðað frá vitjanini og at hann fegin vildi hitta Kim Kielsen, landsstýrisformann í Grønlandi og Aksel V. Johannesen, løgmann í Føroyum, saman við danska forsætisráðharranum Mette Frederiksen. Men amerikanski kúllurin, Donald Trump, hevði eina krógvaði dagsskrá fyri vitjanina. Tað kom fram í vikuni, at hann hevur ætlanir um at keypa Grønland. At hann ætlaði at gera ein handil við danir vísir mest, at hann ikki heilt hevur innlit í, hvat ber til, tí skal Grønland seljast, so mug grønlendingar sjálvir vera við at taka ta avgerðina. Tá ið amerikanski forsetin “ fik den kolde skulder” frá bæði Kim Kielsen og Mette Frederiksen bleiv hann so fornermaður, at hann avlýsti ferðina til Danmarkar. So okkara løgmaður sleppur ikki at hitta amerikanska forsetan á hesum sinni. Ája! Tað myrknar eitt sindur um okkara leiðir og tað er ein góður mánaður til vanlig fólk fara á fjall. Politikararnir eru farnir at reka og ætla at fáa veljararnar í rætt leygardagin í næstu viku. Veljarakanningarnar vísa, at kappingin millum samgongu og andstøðu verður jøvn, verður tað so, at blokkarnir verða teir somu, tá ið samgongusamráðingarnar byrja. Tvær veljarakanningar eru komnar í hesi vikuni – Gallup hevur gjørt báðar – har onnur ger Fólkaflokkin til størsta flokk, meðan hin ger Javnaðarflokkin til størsta flokkin.. Nú veit eg væl, at veljarakanningar eru løtumyndir og nógv kann broytaswt sjálvan valdagin, men eg má siga, at eg haldi tað má vera torført hjá veljarum, sum ikki frammanundan halda seg hoyra til ein flokk, eftir valskráunum nú at taka støðu til, hvar krossurin skal setast. Valskráirnar líkjast nógv. Ája! Í landskappingini í fótbólti er spenningurin ómetaliga stótur – serliga eftir at B36 mikukvøldið vann á KÍ í Klaksvík. Trý-fýra lið liggja nú so tætt, at ongin kann uppá forhond siga, hvør fer við FM-heitinum. Ìmeðan vit kunnu taka lut í gerandislívinum, so heldur ósemjan um ferðavinnuna fram. Undir valstríðnum er fleiri ferðir kjakast um hesa vinnu, men tað sær út til at vera sera torført at finna eina loysn, sum øll kunnu taka undir við. Sjálvandi gleðast vit um,at ferðafólk koma hendan vegin, men vit noyðast at skipa okkum, so tað framvegis verður spennandi at koma higar um 20 ár. Vit mugu eisini at hugsa um, at tær treyt­ir vit seta skulu kunngerast fyri teimum, sum ætla sær at koma hend­an­ vegin, so tey vita, hvat tey skulu fyrihalda seg til. At lokka ferðafólk hend­anvegin undir skeiv­ um fortreytum, gevur neyan ein góðan enda. Ájá! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Um ein fer úr Miðflokkinum yvir í Framtakið, er hann so ein miðalhampamaður? B36 legði seg á odda í FM stríðnum við einum 2-0 sigri í Klaksvík mikukvøldið Ein veljarakanning, ið Gallup gjørdi fyri Kringvarpið mánadagin, vísti at andstøðan hevði vunnið meirilutan Sjómannadagurin samlaði millum 7-8.000 fólk um vikuskiftið Tvey eigarafeløg á Argjum hava kært Tórshavnar kommunu fyri ólógliga sølu av jørð Týsdagin hótti Flyvebranchens Personale Union Atlantic Airways við verkfalli Grønland MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt fólk hava biðið um hjálp fyri kynsligan ágang higartil í ár 69 Sprotin: Stór oyggj millum Ísland og Amerika Grønland hevur ikki bara verið mest nýtta orð hesa vikuna í Føroyum, men kanska um allan heim, aftaná at oyggin bleiv miðdepil í einum altjóða stríði millum USA og Danmark. Tað byrjaði, tá tíðindini bórust í farnu viku, at amerikanski forsetin Donald Trump hevði ætlanir um at keypa Grønland frá Danmark. Søgan gjørdist uppaftur størri, tá forsetin avlýsti eina almenna vitjan til Danmarkar í september, aftaná at danski forsætisráðharrin hevði Mette Frederiksen kallaði ætlanina fyri skilaleysa. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? at 11 borgarstjórar bjóða seg fram á løgtingsvalinum 31. august Sæð á Facebook: Áðrenn var var var, var var er. Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og seinni á degnum møguleiki fyri sól. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina øtlar hann í vindinum til andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað verður skíggjað við regn. Hitin millum 10 og 12 stig. 8-13 m/s 2-7 m/s 10-15 m/s LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og seinni regn. Hitin um 12 stig. Um kvøldið og náttina snarar vindurin í ein vestan og minkar til lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Hitin millum 7 og 10 stig. Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, ið snarar í ein sunnan. Nøkur æl fyrst á degnum, men annars turt og í løtum sól. Um kvøldið og náttina øtlar hann í vindinum til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Hitin alt døgnið um 12 stig.