hósdagur 22. august 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019
SOSIALURIN 96
5
LAT TEY IKKI SLEPPA
AT SETA FAMILJU TÍNA Í VEÐ!
Hendan samgongan hevur framt nakrar avgerandi nýskipanir,
sum hava ligið á láni í áravís. Onkur, sum tordi, mátti jú fremja
tær fyri at framtíðartryggja okkara samfelag.
Onkur, sum ikki tordi, roynir nú at berja seg framat
aftur valdinum, kosta tað, tað kosta má fyri føroysku
familjurnar og fyri føroyska samfelagið. Fleiri teirra
hava onga aðra visjón enn at taka nýskipanirnar av
aftur fyri at venda aftur til ... ja, til hvat?
Hetta er tó trupult at selja vanliga veljaranum. Í
einum herðindum av ábyrgdarloysi lovar Fólka
flokkurin tí skattalætta til lág og meðal inn tøkur
nar fyri fleiri hundrað ófíggjaðar milliónir, hóast
leiðslan har veit, at eingin rætthugsandi stjórn
letur so stórar upphæddir út í búskapin, tá hann er
í hæddini. Hetta hitar búskapin enn meira og hóttir
haldførið út um alt mark.
Okkara samgonga hevur hesi fýra árini bygt upp
umleið 1,5 milliardir krónur í avlopi í landkassanum.
Hetta er nógv meira, enn nøkur onnur samgonga
hevur megnað. Kortini ávarar Búskaparráðið um,
at hetta er ov lítið, tá tíðirnar venda. Vit ynskja
samstundis at varðveita og bøta um heilsuverkið
og aðrar vælferðartænastur, samstundis sum vit
stremba eftir at tryggja komandi ættarliðum einar
grønari Føroyar – alneyðug mál, sum tíverri kosta.
Men í valrúsi sínum lovar Fólkaflokkurin kortini
hesar hundraðtals milliónirnar minni í landskassan
– bara fyri at fáa valdið. Endamálið við hesum
vandamikla glantrileikinum sigst vera, at føroyska
familjan skal hava tað gott. Men at lokka familjuna
við skattalætta nú er at seta hana í veð fyri valdið.
Nógvar einstakar familjur hava – eins og familjan
Føroyar – neyvan gloymt, hvussu tað kann ganga,
um landskassin ikki hevur nóg mikið av peningi til
at stimbra búskapin við, tá tíðirnar gerast verri.
At veita skattalætta er púra beint, tá neyðugt
er at stimbra búskapin. Men at geva hann nú er
burturvið. Hesin lovaði lættin og avtøka av øðrum
gjøldum gevur í besta føri familjuni sama stokkuta
hitan, sum tú fært, um tú pissar í buksurnar. Hann
gagnar henni á ongan hátt í longdini.
Tað óunniliga er, at tá avtornar, er tað heldur ikki
ætlanin. Við ábyrgdarleysum valagni er endamálið
hjá hesum politikkarum einans at vinna atkvøður
fyri at sleppa framat aftur valdinum fyri at kunna
“rulla aftur” fiskivinnunýskipanina, so alt tilfeingið
sjálvvirkandi og ókeypis kann latast teimum fáu og
nøkrum útlendingum.
Eg loyvi mær at leggja meg út í hendan óunniliga
leikin. Somikið gamal í garði fari eg ikki ómælandi
at standa óvirkin og hyggja at, meðan tú av óansni
setur familju tína veð. Eg havi sæð alt ov nógv til
familjur, sum ikki hóraðu undan, tá góðar tíðir
brádliga hvurvu.
Vit hava eina søguliga góðar tíðir nú, og vinnan
hevur heldur ongantíð havt tað betur. Lat okkum
gera tað, vit kunnu, fyri at halda fast um vælferðina.
Tað er nú, at vit skulu bjálva okkum, so vit taka
broddin av teimum minni góðu tíðunum. Tað er tað,
vit skylda føroysku familjunum – og samfelagnum.
Poul Michelsen