Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 6 POLIKKUR Ein vika til krossurin skal setast fyri næsta valskeið Tað merkist væl á valevnunum, at dagurin, tá ið krossurin skal setast, nærkast ógvuliga skjótt ÁRNI GREGERSEN N íggju flokkar bjóða valevnir fram til løg­ tings­valið um eina góða viku. Longu nú merkist væl, at val­ dagurin nærkast og at valfepurin hækkar hjá teimum, sum stilla upp. Orðaskifti millum umboð fyri ymsu flokkarnar gerst hvassari og nógv av tí hóvliga og kurteisliga verður lagt til viks, tá ið á stendur. Sjálvandi er munur á, hvat teir ymsu flokkarnir vilja og hvussu teir halda, at Føroyar eiga at stýrast, men tað sum tey eru rask­ ast at melda út er, at tað sum hini ætla sær er í hvussu so er ikki tað rætta. Tað er viðhvørt sum um tey, sum bjóða seg fram gloyma, at verða tey vald, so eru tey eitt av 33, sum gera lógirnar, sum Føroyar verða stýrdar eftir. Tá eru tey ikki longur fólk við einari meining, men fólk við ávirkan, sum kunnu broyta kósina hjá Føroyum. Útgjarðing Tað er vanligt, at tá ið val stund­ar til, tá fara flokkar at lova velj­ar­ unum bæði eitt og annað. Seinastu árini hevur full ferð verið á føroyska búskapinum, so grundleggjandi er torført at lova nakað júst nú – í hvussu er, tá ið talan er um íløgur. Íløgurnar eru eisini settar á skrá í nøkur ár fram hjá tí al­ menna – bæði hjá landinum og komm­ununum. Í hesum valstríðnum hava vit fyri fyrstu ferð sæð, at áhugafeløg av ymiskum slag hava valt at venda sær til politisku flokkarnar við ynskjum um, hvat tey ynskja verður gjørt á teirra áhugaøki. Her er talan um øki hjá fakfeløgum og áhugafeløgum av øllum handa slag. Hetta verður sjálvandi gjørt í størsta álvara, men spurningurin er, hvat av ynskjunum ein sam­ gonga fer at velja burturúr, tí eitt er heilt vist, at tað er ongin møgu­ leiki fyri, at øll fáa síni ynskir upp­ fylt. Politiska skipanin má eisini her gera raðfestingar. At reka samfelagið Hjá okkum hava vit skipað sam­ felagið soleiðis, at størsti parturin av fíggjarlógini fer til rakstur av samfelagnum. Hvørja ferð lógir verða sam­ tykt­ar, so gerst tað vanliga dýrari at reka samfelagið. Andstøðan, sum hevur sitið sein­astu fýra árini, hartar í val­ stríðn­um samgonguna fyri at hava gjørt samfelagið ov dýrt at reka. Bæði andstøðan og samgongan ásanna, at tað er torførari at skerja útreiðslurnar til rakstur enn til íløgur. Tí halda tey flestu, at tað er av størri týdningi ikki at lata raksturin av samfelagnum vaksa. Íløgurnar eru eitt sindur øðr­ vísi, tí her er vanliga talan um pen­ ing, sum verður settur av til ávís endamál. Tað kann vera at byggja havrannsóknarskip ella Glasir. Vanliga haldur íløgukarmurin í slíkum førum og so verður tann íløgan betalt. Men seinnu árini er tað al­ menna farið at brúka ein annan leist, sum til dømis nú Eysturoyar- og Sandoyartunlarnir verða bygd­ ir. Tað er ein almenn verkætlan, men liggur uttanfyri fíggjarlógina í einum almennum partafelag. Tað vil siga, at tað sæst ikki á fíggj­ar­ lógini um verkætlanin gongur væl ella minni væl, tí hetta hendir í einum almennum partafelag. Grundleggjandi forðar hetta fyri fullum gjøgnumskygni, men ongin skal ivast í, at gongur tað ikki væl, so er tað skattaborgarin, sum skal gjalda. At taka dagar millum hvør flokk­ur, skilabest fer at reka sam­ felagið, er ein torfør uppgáva. Hana eigur tú, góði veljari, leyg­ ardagin 31. august. Havrannsóknarskipið verður bygt og pengar eru settir av. Eysturoyartunnilin er boraður ígjøgnum og tað er eitt alment partafelag, sum byggir