Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 7 framsókn liberali tjóðskaparflokkurin framsokn.fo Framsókn vil skapa og varðveita eitt tíðar­ hóskandi og fram søkið samfelag, har vit kappast um tey bestu og um tað besta. Heimurin stendur ikki í stað. Framsókn hevur víst, at vit himprast ikki við at fremja neyð ugar broytingar og frambrot. Tí bjóða vit okkum framvegis til at ganga á odda, tá nýggj stig skulu takast. Føroyar skulu vera eitt vælvirkandi og framkomið samfelag við vælferð, trygd og trivnaði. Tær skulu vera fjølbroyttar og rúmligar, og vit skulu støðugt strem ba eftir at styrkja okkara persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga frælsi. Í løtuni er samfelag okkara væl fyri. Hesa støðuna skulu vit varðveita. Tí ræður um ikki at renna alt um koll við gramm leika ella politiskari líkasælu og ábyrgdar­ leysum vallyftum. Vit skulu tryggja bú skap arligt skynsemi og holla stovnsrøkt, so hetta framhaldandi kann vera grundarlagið undir okkara vælferð. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst. HALDFØRI FYRST OG FREMST