hósdagur 22. august 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019
SOSIALURIN 96
8
Royndarverkætlanin í Vágum sum eitt
demensvinarligt samfelag er nú liðug.
Heimatænastan í Vágum hevur fingið nógva vitan
og royndir, sum tey nú deila víðari við onnur
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
E
in av teimum, ið hava
verið við í verkætlanini
er Arnleyg Haraldsen
úr Sandavági. Hon er
sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiði
sum visitator, hevur fyribyrgjandi
heimavitjanir og harumframt
hevur hon verið ein av kommunalu
demenssamskiparunum í Heima
tænastuni í Vágum. Hon greiddi á
fundinum, sum Alzheimerfelagið
skipaði fyri á Østrøm, frá um verk
ætlanina.
– Øll boðini eru komin frá
demensklinikkini til mín ella
Majbrith Reynskor, sum eisini er
demenssamskipari. Síðan eru vit
farnar á heimavitjan og hava havt
nógvar samrøður við borgarar,
sum eru raktir av demens, og
avvarðandi teirra, segði Arnleyg
Haraldsen.
Hon vísti á, at høvuðsuppgáva
var at arbeiða uppsøkjandi og
fyribyrgjandi. Og altíð at seta
persónin í miðdepilin fyri átøkum.
– Ráðgeving og stuðul til
persónar við demens og avvarð
andi tíðliga í sjúkugongdini ger, at
tey gerast betur før fyri at hava
eitt gott lív hóast sjúku, segði
Arnleyg Haraldsen.
Kamarshurðin stongd
um náttina
Hon vísi á, at fleiri vóru komin
langt í sjúkugongdini. Familjurnar
vóru ørkymlaðar, tey føldu seg
hjálparleysan og strongdan av
støðuni. Tey vistu ikki, hvat tey
skuldu gera, og høvdu ringt við at
biðja um hjálp.
Hon vísti á, at nakrar av av
bjóðingunum, sum tey avvarðandi
standa í, eru millum annað, at tey
taka yvir alt húsligt arbeiði, sam
stundis sum tey mugu røkta og
draga umsorgan fyri tí sjúka og
enntá fara til arbeiðis, onkur hevur
verið noyddur at siga seg úr starvi,
um náttina verður kamarshurðin
stongt, tí avvarðandi er so útlúgv
aði og bangin fyri at sovna og ikki
hoyra, at tann sjúki fer út um nátt
ina. Onkur hevur roynt seg við at
binda beinini saman, so tey vóru
ví í at vakna, segði Arnleyg Har
aldsen.
Arbeitt tvørfakligt
Hon vísir á, at tey í Heimatænast
uni í Vágum hava havt sera gott
samstarv við landsdemenssam
skiparan.
Eitt toymið hevur verið skipað
tvørfakligt, har bæði demens
samskiparar í økinum, landsdem
enssamskiparini, leiðslan, fólk í
ymiskum fakbólkum í heimatæn
astuni og onnur hava verið við.
Fyri at nøkta tørvin hjá
demensraktum og avvarðandi
hava tey verið noydd at bjóða
aðrar tænastur, sum ikki vóru í
Enn bara ein landsdemens
samskipari
Í 2015 var ætlan løgd fram um at gera Føroyar
til eitt demensvinarligt samfelag. – Ætlanin
var, at vit skuldu vera í fremstu røð. Nú fýra
ár seinni mugu vit bara staðfesta, at vit als
ikki eru í fremstu røð. Játtanin er ikki rokkin
til, sigur Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni/
depilsleiðari á Psykiatriska deplinum
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
M
ánakvøldið skipaði
Alzheimerfelagið
fyri kunningar
fundi og pallborði
um Føroyar sum eitt demensvin
arligt samfelag á Østrøm í Havn.
Tórmóður Stórá greiddi frá
gongdini innan demensøkið.
– Í 2012 varð ein demensætlan
løgd, og í 2015 var ætlan løgd fram
um at gera Føroyar sum til eitt
demensvinarligt samfelag. Vit
settu høg mál, at vit skuldu fylgja
málunum hjá heimsheilsustovn
inum, WHO. Men vit hava ikki
nátt málunum. Játtanin rakk ikki
til, sigur Tórmóður Stórá.
Bara ein
landsdemenssamskipari
og ikki fimm
Í ætlanin frá 2015, varð millum
annað lagt upp til, at Føroyar
skuldu hava fimm landsdemens
samskiparar, og at vitanin um
demens skuldi samskipast.
Tað vóru ikki so nógvir peng
ar settir av til økið, sum ætlanin
legði upp til, og bara ein demens
samskipari varð settur í starv.
Nú, fýra ár seinni, er framvegis
bara ein landsdemenssamskipari
í starvi.
Á fundinum gjørdist tó kjak
um, hvussu nógvir pengar eru
settir av til landsdemenssamskip
arar. Sirið Stenberg, landsstýris
kvinna við heilsumálum, segði, at
játtanin er hækkað, so at ráð nú
skuldi verið at sett tríggjar ella
fýra landsdemenssamskiparar.
Játtanin er nú løgd saman við
økinum á Psykiatriska deplinum,
og tí er ikki so lætt at síggja, hvat
er tað rætta talið, sum játtað er.
Sirið Stenberg segði, at hon mátti
kanna tað nærri.
Fleiri av áhoyrarunum á fund
inum hildu hetta vera átaluvert
og vildu hava meira at vita.
Í samrøðu við Sosialin sigur
Tórmóður Stórá, at onkur annar
landsdemenssamskipari hevur
verið í starvi, sum er givin aftur.
Hann vísir á, at í løtuni eru 1,5
landsdemenssamskiparar í
starvi.
Royndarverkætlan
í Vágum
Av tí at ikki nóg mikið av pengum
vórðu settir av til at gera arbeiði
kring landið, varð eitt øki í land
inum, Vágar, valt út, og tað skuldi
so vera ein pilotverkætlan. Dem
ensklinikkin og Heimatænastan
í Vágum hava samstarvað um
pilotverkætlanina “Demens
vinarligt samfelag”.
Verkætlanin er nú liðug, og á
fundinum í Østrøm varð kunnað
um hana.
Vágar sum demens
vinarligt samfelag
Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni/
depilsleiðari á Psykiatriska deplinum
ALZHEIMER SJÚKA