hósdagur 22. august 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019
SOSIALURIN 96
9
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Charlotta á Váli Olsen
Kristnu virðini, ansingarøkið, skattalætti til lág- og
miðalinntøkur
Jóna Jógvan-Hendriksdóttir
Nicolajsen
Øll hava rætt til lív, er tað gitið er tað lív!
Barnaverndarøkið • Sjúkraflutningur • Umhvørvið
Endurnýstluskipan • Banna plastposum
Ferðavinnan • Psykiatriin • Almannaverkið
Útjagarin • Ítróttur skal mennast • Betur kor til
lesandi! Djór skulu kunna verjast betur!
Margretha Kjærbæk
Fyribyrging • Rúsdrekkaøkið • Rúsevnisøkið
Heilsuverk • Almannaverk • Eldraøkið
Rósa Tyril Gaardlykke
Rætturin til lív, störri frælsi, tálma almennar
útreiðslur og raðfestingar í heilsuverkinum.
Anna Margreta Otthamar
0-hugsjón innan fosturtýning, smábarnaøkið,
dagstovnaøkið, skúlamál, eldraøkið, lækka
eykaskattir og avgjøld, so sum vegskatt og KVF-
gjald, pensjónsøkið
Bjarta Petersen
Hjúnabandið • Barnagarðsøkið • Barnaverndarøkið
Skúlaøkið • Psykiatriin • Heilsuøkið
vanligu tænastuni, millum annað stuðul inn
í heimið, gongutúrar, kvøld fyri avvarðandi,
skipa fyri tiltøkum til demensrakt og
upplýsandi faldarar.
Nakrir av borgarunum ganga í dagtil
haldið “Ivans hús”, og aðrir fáa vitjan av
heimatænastuni.
Gevandi gongutúrar
Í onkrum føri varð stuðul settur inn fyri
at vera nærverandi hjá borgaranum, so at
tey avvarðandi fingu avlastan og yvirskot
aftur.
Skipað varð eisini fyri vikuligum gongu
túrum fyri fleiri demensrakt, har hugni
eisini var aftaná.
– Borgararnir eru glaðir at møtast við
øðrum demensraktum. Teir tosa nógv um,
tað at gloyma og geva góð ráð til hvønn
annan. Tað tykist, sum at demensrakt
viðurkenna betri sjúkuna, tá ið teir møtast
við øðrum demensraktum, segði Arnleyg
Haraldsen.
Avvarðandi kvøld
Heimatænastan hevur eisini skipað fyri
trimum kvøldum fyri avvarðandi. Millum
annað varð undirvíst í “hvat hendir í
heilanum, tá ið demens rakar” og “at vera
avvarðandi”.
– Tey avvarðandi søgdu millum annað
aftaná, at tey vóru glað, at hava fingið meira
vitan um demens frá fakfólki.
Eitt av kvøldunum var fyri demens
raktum, sum vóru tíðliga í sjúkugongdini,
og nærmastu avvarðandi teirra. Nøkur
demensrakt greiddu frá:
– Afturmeldingar hava verið sera góðar.
Millum annað søgdu tey: Eg hevði ynskt,
at fólk ikki spyrja tann sjúka so nógv, spyr
ikki 20 ár aftur í tíð ella um dagin í morgin,
ver heldur í løtuni, tak meg sum tann, eg
eri nú, ikki taka uppgávur frá mær, sum eg
enn megni, ofta haldi eg meg aftur at fara
út, eg eri so bangin fyri at blíva spurdur
um okkurt, sum eg ikki kann svara uppá,
og bangin fyri at føla meg býttan, segði
Arnleyg Haraldsen.
Demensvinarlig um borgarin
og avvarðandi uppliva tað
Vit siga heima sum longst. Men fyri at vera
heima sum longst, so mugu umstøðurnar
heima vera liviligar bæði fyri borgarin og
avvarðandi. Tí hesi bæði hanga óloysiligt
saman.
Tí er neyðugt at hava liðiligar skipanir,
sum kunnu ganga tørvinum á møti.
Tørvurin er har men ikki altíð er tænastan
ella hjálpin at heinta. Tað er ikki tørvurin,
sum skal passa til tænastuna, men tænastan
sum skal passa til tørvin.
Vit eru á veg, men eru slett ikki komin
á mál.
– Eg vil sláa fast: Ein demensvinarlig
kommuna er ikki tað, sum vit siga komm
ununa vera. Ein demensvinarlig kommuna
er bert demensvinarlig, um borgarin og av
varðandi uppliva hana demensvinarliga,
sigur Arnleyg Haraldsen.
Demensklinikkin og
Heimatænastan í Vágum
hava gjørt eina frágreiðing
um verkætlanina umframt
faldarar. Tey hava eisini
nøkur ítøkilig tilmæli.
Millum annað verður
sagt, at umráðandi er at
fáa stuðul frá politisku
skipanini, at leiðslan
innan eldraøkið gongur á
odda, og at arbeitt verður
tvørfakliga, har fakbólkar
samstarva til frama fyri
borgaran. Eisini verður
sagt, at neyðugt er at
hava gott samband við
landsdemenssamskiparan.
Víst verður eisini á
týdningin, at neyðugt er
hjá starvsfólki at hava
servitan innan demens, at
skipa undirvísing innan
demensøkið, og at fáa
greiðar mannagongdir, tá ið
ein persónur fær staðfest
demens, so hann fær ein
staðbundnan kontaktpersón
beinan vegin, sum kann
veita stuðul og ráðgeving.
Ítøkilig tilmæli
Arnleyg Haraldsen, sjúkrarøktarfrøðingur og ein av
demenssamskiparunum í heimatænastuni í Vágum