hósdagur 22. august 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019
SOSIALURIN 96
10
ALZHEIMER SJÚKA
– Vit hava einki dagtilboð til fólk undir 67 ár við alzheimer
demens í Eysturoynni, og tí var eg noyddur at koyra
til Havnar, so at konan skuldi sleppa á dagtilhaldið í
Skotarók. Nú búgva vit í kjallaraíbúð á Argjum í vikuni og
eru so á Toftum um vikuskiftið, sigur Jens Jacob Olsen,
sum fyri einum ári síðani upplivdi, at tann tá 62 ára gamla
konan, Randi, fekk staðfest sjúkuna alzheimer demens
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
T
ann nú 63 ára gamla
Randi Olsen av Toftum
er rakt av alzheimer
sjúku. Hon er ein av
teimum umleið 18 føroyingunum
niðanfyri 67 ár, ið hava fingið hesa
herviligu sjúkuna.
Fekk tilboð í Havn
Einki tilboð er til fólk við alz
heimer sjúku undir 67 ár í Eystur
oynni. Almannaverkið vísti tó
til møguleikan at sleppa inn í
Tórshavn, tí at har er eitt tilboð.
– Fólkini í Almannaverkinum
vóru sera hjálpsom at fylla
umsóknir út fyri okkum og
annars at hjálpa á annan hátt. Eg
fekk eisini at vita, at treytin fór at
vera, at vit skuldu sjálvi skipa fart
millum Toftir og Havnina hvønn
dag. Vit hava søkt at fingið fart at
koyra ímillum, men tað varð ikki
játtað, sigur Jens Jacob Olsen.
Randi byrjaði í dagtilhaldinum
í Skotarók í desember í fjør. Jens
Jacob Olsen er sjómaður, og
hann mátti gevast í arbeiðinum,
so at hann kundi koyra konuna
til Havnar. Hann avleverar hana
MÁTTI GEVAST
AT SIGLA FYRI AT
ANSA KONUNI
Randi Olsen av Toftum situr við borðið á dagtilhaldinum í Skotarók í Havn.
Mynd: Álvur Haraldsen
Mangla tilboð til fólk undir 67 við alzheimer demens: