Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 11 klokkan hálvgum tíggju í Havn, og avheintar hana aftur um­leið klokk­an hálvgum fýra. Hann plagdi at bíða í Havn til seinna­ part­in. Hann var ofta hjá dóttrini, ið hevði orlov. – Tilboðið í Skótarók er fantast­ iskt. Tey duga so væl við øllum brúk­arunum, og Randi dámar sera væl at vera har. Tað keðiliga er bara, at hetta bindir meg so nógv, at eg fái ikki gjørt nakað annað, sigur Jens Jacob. Fluttu til Havnar Øll koyringin varð tó ov nógv fyri Jens Jacob og Randi. Í mars fluttu tey til Argir, har tey nú eru mitt í viku, og um vikuskiftið fara tey so aftur inn á Toftir. – Vit hava átt eina kjallaraíbúð á Argjum, sum vit eru flutt inn í. Báðar døturnar og sonurin hava skiftivís búð í henni, tá ið tey hava lisið ella verið í Havn. Nú var hon tóm, so tað bar til hjá okk­um at flyta inn har. Tá ið eg var skurð­ viðgjørdur fyri mjødnina, var Randi hjá dóttrini í Havn, sigur Jens Jacob. Hann vísir á, at teimum dámar best at vera á Toftum, men sum um­støðurnar eru, so passar tað betri at vera á Argjum mitt í viku. – Vit fara aftur til Toftir fríggja­ dag seinnapart, tá ið eg av­heinti Randi á dagtilhaldinum í Skota­ rók. Vit plaga at koma aftur til Arg­ir sunnukvøld. Randi skal ofta hava einar tveir tímar um morg­ unin at gera seg klára, so tá skal ikki vera ov nógvur skundur á. Henni dámar eisini best at møta til tíðina, sigur Jens Jacob. Gekk leingi at staðfesta sjúkuna Tey fyrstu teknini til sjúkuna komu fyri umleið fýra árum síðani. Jens Jacob var sjómaður og sigldi sum maskinmaður í Norra, og konan var sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiddi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Hon arbeiddi fyri tað mesta sum náttarvakt. – Tað byrjaði við, at konan gloymdi ymiskt. Hon fór til lækna og hildið var í fyrstuni, at tað var okkurt sálarligt ella møguliga vitaminmangul, sigur Jens Jacob Olsen. Men tað var ikki tað, sum var galið. Ikki fyrr enn Randi kom á Demensklinikkina til kanningar og varð send niður til Danmarkar til víðari kanningar, vísti tað seg, at talan var um demens. Fyri ein­ um ári síðani, í august 2018, varð endaliga staðfest, at talan var um alzheimer sjúku. Randi Olsen gavst at arbeiða í apríl 2018. Hon varð sjúkrameldað, og tað endaði við, at hon varð uppsøgd við tí sokallaða 120 daga regluni. – Vit vóru í Danmark fýra ferð­ir til kanningar. Talan varð mill­um annað um blóðroyndir, skann­ing­ ar og um tað var nakað arva­ligt, sigur Jens Jacob Olsen. Gekk einsamøll úti um náttina Sum sjómaður var Jens Jacob Olsen seks vikur burtur og var so seks vikur heima. Meðan hann var heima, kláraði hann at taka sær av teimum dagligu tingunum, men truplari var, tá ið hann var burtur. – Sonurin búði heima, og tað lætti sjálvandi nógv um, at onkur altíð var inni og kundi hava eyga við tí dagliga, sigur Jens Jacob Olsen. Men einaferð í september 2018, tá ið eingin annar var inni, mundi gingið galið. – Sonurin var ikki heima. Bæði eg, og báðar døturnar høvdu ringt til Randi um kvøldið, og alt vísti seg at vera í lagi. Klokkan 5 um náttina ringir ein kona á Toftum umborð til mín og sigur, at Randi var komin inn til hennara, tí at har var ljós í vindeyganum. Tá hevði hon gingið runt í bygdini um náttina og fann ikki heim aftur. Tað var tíbetur ikki so kalt ta náttina. Hendan konan var sera hjálp­som og hjálpti henni heim­ aftur, sigur Jens Jacob Olsen. Gavst at sigla fyri at passa konuna Síðani tá hevur Randi Olsen ong­ an­tíð sovið einsamøll. Jens Jacob Olsen kom tá til ta niðurstøðu, at hann mátti koma heim at vera. Í fyrsta umfari skuldi hann tó skurðviðgerðast, tí hann skuldi skifta mjødnina. Onnur mjødn­in varð skift í oktober í fjør og hin í mars í ár. Hann var sjúkra­ meld­aður hesa tíðina. – Eg hevði góða avtala og fekk løn, meðan eg varð sjúkra­meld­ að­ur. Eg eri tó ongantíð farin við teim­um aftur at sigla. Nú má eg vera heima um konuna, sigur Jens Jacob Olsen. Politikarar ferðast, men ikki ráð at taka sær av teimum sjúku Jens Jacob Olsen tók upp sam­ band við myndugleikarnar fyri at fáa hjálp til konuna, men tað var eitt stórt og rættiliga fløkjasligt ar­beiði at finna út av tí. Hann fann eisini skjótt út av, at hann var komin inn á eitt økið, har hvørki kommunurnar, tað vil siga eldraøkið, ella almannaverkið høvdu nakað serligt tilboð at bjóða. – Eg haldi, at tað er nógv fyri, at tá ið vit hava verið skattgjaldarar alt okkara lív; Randi hevur goldið skatt í 49 eitt hálvt ár, og hon hevur ong­antíð áður verið sjúkrameldað, og hon hevur livað sunt og hvørki roykt ella drukkið, at tilboð ikki eru til hana og okkum, tá ið sjúka rakar. Eg verði rættiliga argur, tá ið sagt verður, at tað eru ikki pengar til økið, men samstundis hoyra vit, at politikarar ferðast og ferðast uttanlands, og at pengar verða játtaðir til alt møguligt annað. Tað vísir seg altíð at vera pengar at ferðast fyri, men landið hevur nóg illa ráð at taka sær av teimum sjúku. Tað er ikki gott nokk, sigur Jens Jacob Olsen. Hann vísir eisini á, at skipanin er sera trupult at koma ígjøgnum. – Eitt er at stríðast við sjúkuna. Men so skulu vit eisini stríðast við almennu skipanina, og útfylla nógv pappír og svara nógvum spurningum – og ofta skulu vit svara somu spurningum umaftur. Vit hava eisini skula havt einar 8-10 læknaváttanir til ymiskt, sigur Jens Jacob Olsen. Fær ikki ansingarstuðul Sum sagt er Jens Jacob Olsen givin at arbeiða, hóast hann bara er 64 ára gamal. Konan fær fyri­tíðar­ pen­sjón og eisini verður nakað út­ goldið gjøgnum trygging­ina. Tað er tó ikki so nógv, sum tað kundi verið, av tí at hon hevur verið í tíma­løntum starvi og ikki fastlønt. Tey hava søkt um, at Jens Jacob skuldi fáa ansingarhjálp, men vegna tað, at konan er niðanfyri 67 ár, so fær hann ikki hendan stuð­ulin. – Eg havi fingið at vita, at para­grafur 127 í lógini forðar hes­ um. Hesin paragrafurin sigur, at eldraøkið bara kann veita Eg verði rættiliga argur, tá ið sagt verður, at tað eru ikki pengar til økið, men samstundis hoyra vit, at politikarar ferðast og ferðast uttanlands, og at pengar verða játtaðir til alt møguligt annað. Tað vísir seg altíð at vera pengar at ferðast fyri, men landið hevur nóg illa ráð at taka sær av teimum sjúku Paragrafur 127 sigur, at eldraøkið bara kann veita ansingarstuðul til persónar, ið ansa persónum, ið eru 67 ár og eldri. So eg fái ongan stuðul Jens Jacob Olsen er komin vit konuni, Randi, til dagtilhaldið í Skotarók í Havn. Randi trívist sera væl í dagtilhaldinum í Skotarók. Mynd: Álvur Haraldsen Framhald á síðu 12